heilsanin er góð og styrkjandi at hava við sær á lívsleiðini, sigur Asbjørn Mikkelsen. GAV MÆR EIN FRIÐ At enda í hesum umfarinum lata vit enn ein mann greiða frá sínum konfirmantaørindi. Talan er um VILLADS [...] soleiðis: - Hetta ørindið hugsi eg ofta um. Tað gevur mær ein frið, tí eg veit at Gud er við mær, og tá kann einki menniskja skaða meg. So kann rithøvundurin sjálvur – SNORRI BREND – leggja aftrat, at [...] ið hann fekk skrivað inn í sítt bláa Nýggjatestamenti var úr Lukas 16, 10: ”Tann, sum er trúgvur í tí minsta, er eisini trúgvur í stórum”. Hann skilti tað ikki til fulnar týdningin av ørindinum tá, fyri
sigursvanda felagið nú í tvey ár einki lið havt í bestu kvinnudeildini. - Tað haldi eg er sera keðiligt, sigur hon, sum tí valdi at skifta til KÍ í fjør. Greitt ja til KÍ Rættast er helst at siga, at hetta skiftið [...] endanum hevur skorað ikki færri enn 34 ferðir hjá mótstøðuliðunum. - Og fyri at siga tað sum tað er, so er ikki altíð eins lætt hjá mær at fáa dystarvenjing, tí eg ikki altíð havi so nógv at gera í málinum [...] Havnin - Klaksvík: - Eg elski at bjarga. Tað er altíð best! Randi Wardum hevur higartil í ár ikki havt so nógv at gera í málinum hjá 1. kvinnuliðnum hjá KÍ: Einans seks mál eru farin ígjøgnum hjá henni
sum er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, heldur jólaaftan heima hjá sær sjálvari í Hoyvík, har familjan samlast fyri fyrstu ferð, eftir at hon keypti sær nýggja íbúð í 2020. Hennara elsti sonur er júst [...] hjartanna høgtíð. Hon vísir á, at Heilsuhjálparafelagið er til samráðingar, og byrjað verður upp á realitetssamráðingar fyrst í januar. - So, høgtíðin er eisini kærkomin til hvíld fyri stríðið, sum liggur fyri [...] hevur yvirtikið okkum øll. - Tjóðin er klovin í tvey og fólk, ið ikki hava fylgt tilmælinum um at lata seg koppseta, eru næstan skýrd at vera landasvíkjarar. Retorikkurin er harður, og hetta hevur ógvusliga
klæðir. Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum? - At vera hjá familjuni. Eg eri so ótrúliga familjukær. Og at føroyingar nú einaferð best skilja føroyingar. Er tú rík? - Kliché:in er ikki nýggj, men [...] Tá nakar er fordømandi. Hvat óttast tú? - Næstan einki. Men onkuntíð myrkrið. Trýrt tú upp á Gud? - Ja, upp á mín egna løgna máta. Vit hava okkara egna jargon, eg og Jesus-pápin bæði. Hvat er eitt gott [...] sigur, vit hava ongan Porsche enn... Hvønn eginleika hjá tær sjálvari er tú glaðast fyri? - At eg ógvuliga sjáldan dømi onnur. Oftast er ein djúpri orsøk til at fólk gera okkurt vilt... Hvørjir eru tínir
Men, nú er at halda fast, og tað er mítt størsta ynski, at bæði ung, tilkomin og eldri framvegis - og í rúma tíð aftrat - taka øll neyðug fyrivarni. Eg veit, at fólk kunnu troyttast, men tað er ógvuliga [...] okkum fyri hesum sjálv við at blanda saman veskur. Hetta er ein stórur fyrimunur hjá okkum í Føroyum. Læknafakligi ráðgevin vísir á, at í Føroyum er tað tískil ein spurningur um hava veskurnar heima og soleiðis [...] laborantur, og tey á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vita eisini meira at siga um hetta enn eg. Men, tað er einki yvir at dylja, at tað, at vit gera okkara egnu testir og greiningar, hevur velduga stóran týdning
dagrøktina. Og hon er ikki í iva um, at tað er rætt at hava økislistar. - Tað er av alstórum týdningi, at barnið er í nærumhvørvinum og er millum hini børnini í grannalagnum. Tað er altavgerandi fyri trivnaðin [...] útbygdir og ein stovnur er bygdur afturat. Øll foreldrini fáa boð í senn og tað er nærum sum at sleppa eini bumbu. Øll vita beinanvegin, hvør hevur fingið pláss og hvør ikki hevur. Hetta er so eldfimt, sigur [...] gávan hjá Katrini er at luta tey tøku plássini á stovnunum til børnini á bíðilistanum. - Høvuðsuppgávan hjá mær er at dagføra bíðilistan, at boða politikarunum frá, hvussu støðan er, og at tosa við st
hugaligari. Vit kunnu øll gerast enn betur, og soleiðis er eisini her hjá okkum. Keypir tú jólagávur? - Nei, her má eg leggja meg flatan og viðganga, at tað er konan, ið hevur mín fulla stuðul til at taka avgerðir [...] borðinum jólaaftan. Sjálvur fái eg vanliga ta æru at kokkast, og soleiðis verður helst eisini í ár. Omaná er rísalamande, sum konan ger. Eftir hetta verður jólatræ, gávur, kaffi, køkur og jólahugni á skrá. Tað [...] kommunu. Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars? - Nei, jólini verða júst tey somu, um einki óvæntað verður. Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri? - Eg havi trivist væl, serliga
Endamálið er at fáa hann at lýsa, hvussu gerandisdagurin er hjá einum deyvum føroyingi. Í kvøld fær hann sagt júst tað, sum hann ætlar - og júst so um hann ætlar. Kløkkaðist ikki Høgni er ein teirra sum [...] tá hann er í sving, og áðrenn hann veit av er kaffi á skránni 9:30 Kaffisteðgur. Hann og hinir starvsfelagarnir tosa saman. 10:00 Høgni fer undir aftur trappuna 12:30 Matsteðgur. Vinarlagið er gott teirra [...] Gerandisdagurin hjá Høgna er ikki nógv øðrvísi enn hjá javnaldrum sínum: Hann hevur lærupláss; hann hevur damu; hevur koyrikort; honum dámar væl at hyggja í sjónvarp; hann er formaður í Deyvafelagnum;
Fuglafjørður: - Ahnoy, tað er einki at skriva um. Tosa heldur við mannin, Petur! Anna Larsen vil helst sleppa undan at siga nakað um stóra virksemi sítt innanfelags í ÍF. Hon hevur ? uttan stóvegis hóvasták [...] reypi og rósi liggur í tí. Heima og úti Áhugi hennara fyri ÍF er gamal, men sjálv heldur Anna, at hon var eitt sindur spentari fyrr enn hon er nú. Hon eigur sum vera man nógvar løtur á vøllinum í bygdini [...] ein havt gjørt meiri við hetta. - Tað er ongatíð gott, tá ein ikki fær mannað eitt dreingjalið, men má hava tríggjar spælarar úr Kollafirði við á liðnum. - Og tað er heldur ikki gott, tá ein somuleiðis má
ógvuliga tolin, og hevur hildið meg út líka til henda dag. Men tað er púra sikkurt, at sum støðan er í dag tekur man ikki lívið fyri givið. Hvat er galið? Eftir ógvusliga ferðsluóhappið í 1989, ið eins væl kundi [...] eldri myndir av Skála. - Facebook er gott til tað vanliga brúkið. Man hittir nógvar gamlar vinir og menn man hevur verið til skips við. Tað er sera hugnaligt. Og tja, - tað er væl ikki so nógv øðrvísi enn at [...] sinni, men tað er forbankað hart at skula sita soleiðis og ikki sleppa til arbeiðis. - Eg meini so við, - eg eri jú bara 50 ára gamal, og havi góða sjónátúr og góðan hug at arbeiða. Men tað er ótrúliga hart