Hvat hevði tú gjørt, um tú ikki hevði tað starv, tú hevur ídag?
- Eg las stjórnmálafrøði. Helst tí eg ætlaði mær at frelsa heiminum - ella um ikki annað at hjálpa til í menningarlondum. Royni at hanga eitt sindur í við at gera móta við meining. Til dømis við verkætlanini í Jordan. Har geva vit kvinnunum møguleika at tjena pengar við at binda fyri okkum.
Hvat er títt favorittplagg?
- Eg elski kjólar. Men eisini gummistivlar, sum eg brúki, tá eg rokist úti hjá rossunum.
Hvat kostaði títt dýrasta klæðnakeyp?
- Eg droymi um og nemi ofta við tað heilt dýra. Onkuntíð havi eg keypt okkurt, sum fyrr kostaði einar 6.000 krónur og síðani var niðursett...
Hvar keypir tú tíni klæðir?
- Í Havn, í New York og í París.
Dámar tær troyggjur sum prika?
- Eg elski troyggjur sum prika. Tær geva so góðan hita og tað kennist sum um, at onkur rubbar tær.
Hvør er mest inspirerandi persónur tú hevur hitt?
- Hitti fyri stuttum ein, sum arbeiddi við menningarverkætlanum innan klædnamerkið Ydun, sum Bono í U2 og konan eiga. Har hugsaði eg "YES" - tá G&G verður størri, verður hetta mín leiklutur. At arbeiða við verkætlanum, sum hava til endamáls at hjálpa fólki í menningarlondum at uppfylla teirra dreymar - við at gera burðardygg klæðir.
Hvat er tað besta við at búgva í Føroyum?
- At vera hjá familjuni. Eg eri so ótrúliga familjukær. Og at føroyingar nú einaferð best skilja føroyingar.
Er tú rík?
- Kliché:in er ikki nýggj, men eg havi trý deilig børn og ein fantastiskan mann. Og so eina stóra favnandi familju. So ja, eg eri rík. Men, sum maðurin sigur, vit hava ongan Porsche enn...
Hvønn eginleika hjá tær sjálvari er tú glaðast fyri?
- At eg ógvuliga sjáldan dømi onnur. Oftast er ein djúpri orsøk til at fólk gera okkurt vilt...
Hvørjir eru tínir størstu veikleikar?
- Eg eri illsint - og nakað brá.
Hvat ger teg glaða?
- Um okkurt eg ella onnur hava stríðst fyri eyðnast. Elski at hoyra succes-søgur, og havi ikki minsta vet av øvundsjúku.
Hvat ger teg illa?
- Tá nakar er fordømandi.
Hvat óttast tú?
- Næstan einki. Men onkuntíð myrkrið.
Trýrt tú upp á Gud?
- Ja, upp á mín egna løgna máta. Vit hava okkara egna jargon, eg og Jesus-pápin bæði.
Hvat er eitt gott lív?
- Eitt gott lív er eitt lív í nøgdsemi. Tá tú kennir, at tú hevur gjørt tað, tú kundi, og at tú hevur brúkt teir møguleikar tú fekk. Tað ringasta má vera kenslan av ikki at hava útlivað sínar dreymir.
Navn: Guðrun Rógvadóttir
Aldur: 40
Bústaður: Bregendal, Danmark
Starv: Umsitingarstjóri í Guðrun & Guðrun
Familja: Gift og 3 børn - Bjørn 13 ár, Bjørk 9 ár, Bjarki 4 ár