virði skapar als onga framtíð. Á gáttini til nýggjárið verður altíð dúgliga hugleitt um tað, sum farið er, og um tað, sum koma skal. Nýggjársleitið fær okkum at steðga á ? fær okkum at hugsa størri og [...] Komandi ár fer uttan iva at prógva, um vit eru før fyri at tryggja rættvísi, har hvør kennir ábyrgd mótvegis næstanum og ættarliðunum, sum koma, tí alt bendir á, at stórar avbjóðingar eru fyri framman [...] neyðugt at hava í huga, at tøknilig nýskipan og materiellur vøkstur hava onki virði í sjálvum sær, um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennir seg aftur í og kennir seg hava
ráðstevnuna og beyð føroyingum og útlendingum vælkomin. Hann fegnaðist um, at ráðstevnan varð vorðin ein fastur táttur á hvørjum árið og vónaði, at hon var komin fyri at vera. Hann helt tað vera neyðugt [...] hvat vit ætla. Herálvur Joensen, aðalstjóri í oljumálaráðnum greiddi síðani frá komandi útbjóðing. Um umleið tvær viku verður greitt, hvørji feløg hava nominerað teigar á landgrunninum. Sum skilst eru [...] og eisini tætt upp at markinum. Craig MC Kenzie frá BP greiddi síðani frá arbeiðinum í Norðsjónum. Um føroyska landgrunnin segði hann m.a. at alt tað føroyska økið er sera komplext og tað krevur tí drúgvar
at skumba veruligar útreiðslir frameftir, við at fáa tær við á eykajáttanir fyri árið eftir, andstøðan saman við onkr-um einstøkum samgongulimi, átalaðu hesa skeivu og vandamiklu gongd, men einki nyttaði [...] spara" tá segði undirritaði millum annað. Tá fíggjarlógin fyri 2003 var fyri, visti Samgongan av, at um allar útreiðslir, og rætt mettar inntøkir vóru tiknar við, hevði hon víst eitt hall, hettar mátti undir [...] henni, er mítt sinnalag broytt, frá skepsis til undran, ella sagt á annan hátt, eg standi spyrjandi um hvussu fólk veruliga kunnu seta seg niður, og gerða eina fíggjarlóg, sum er verri mett enn tann í 2003
ræðuleikarnar, sum Steffi og Nelli longu hava upplivað, og sum mamman og pápin skriva um. Men tær fáa brátt annað at hugsa um, t.d. vinkonur, nýggju heimini og skúlan. Nelli er so lítil, at hon gloymir og, henni [...] ÚTGÁVA Oyggin í havinum er fyrsta av fýra bókum um systrarnar, Steffi og Nelli, sum í 1939 verða sendar úr Wien í Eysturríki til Svøríkis at vera, tí týskararnir hava hersett heimland teirra. Steffi er [...] teimum fýra bókunum fylgja vit systrunum, til kríggið endar í 1945. Tá er Steffi 18 ára gomul. Fyrsta árið eru báðar í oynni, men so fer Steffi til Göteborg at ganga í framhaldsskúla, og Nelli verður eftir
einstakir spælarar á 1.liðið vórðu tiknir til ráðs. Hvat nú hendir við Ion Geolgau er ilt at spáa um, men um hann velur at vera verandi í Føroyum, so er tað heilt vist, at hann gongur ikki arbeiðsleysur leingi [...] settur úr starvið. Orsøkin til brádliga venjaraskiftið, sigur leiðslan verða at nú mátti okkurt henda, um meistaraheitið ikki skuldi fella teimum av hondum. HB-leiðslan vildi eisini nýta høvið til at takka [...] var ein heldur keðiligur endið uppá eitt so annars gott samstarv. Ion Geolgau vann greipuna fyrsta árið, hann var í HB, men síðani hevur gingið eitt sindur striltið. Tvær steypafinalur hevur hann tapt,
Fimleikasamband við neyð og deyð yvirtalað SvF at koma at taka upp. - Og hetta, sjálvt um nógv fleiri tiltøk eru um árið: fimleikaframsýningar úti í hvørjum einstøkum felagi, stórkappingar fyri yngru liðini [...] Sjónvarp Føroya kundi eftir øllum at døma ikki lagt minni í, um fimleikur yvirhøvur verður íðkaður í Føroyum; hetta er alt ov vánaligt, tá hugsað verður um, at SVF eigur at vísa tíðindi úr øllum tí føroyska í [...] at allir føroyingar høvdu møguleika at síggja hesa serstakliga vøkru framførslu. Havi hoyrt okkurt um, at ein orsøk, at SvF ikki var og tók upp, er at tað er ov myrkt undir sýningunum; tá mátti tað verið
men tað hava teir selt. Johan Dahl sigur, at Sjólaskip selja eini 90.000 tons av uppisjóvarfiski um árið frá teirra egnu skipum. Sjálvur metir Johan Dahl, at hetta verður loysnin uppá hesa sorgarsøguna [...] íslendingar virkið, miðja teir eftir at arbeiða 1100 tons um dagin og hanna væntar at arbeiðið verður til eini 25-40 fólk. Fiskasløgini, sum tosað verður um, eru makrelur, sild, svartkjaftur lodna og vónandi [...] ígongd. Johan Dahl, stjóri á Kollafjord Pelagic, váttar, at samráðingar hava verið við íslendingar um at keypa virkið og at teir hava lagt boð inn. Av tí, at onki er avgjørt, vil hann ikki nevna, hvussu
var 30. december. Tað vil siga, at talan var um jólaferðslu, sum kanska kann vera eitt sindur misvísandi, um roknast skal við meðalferðslu fyri alt árið. Endalig uppgerð var ikki gjørd, men roknað verður [...] Isaksen av skrivstovuni hjá Vágatunlinum. Tá so gjørt varð av at lata tunnilin upp fyri jól, varð biðið um at fáa skipanina fyrr enn ætlað. Hóast tað var trongligt, bar tað framleiðaranum til at lata eina skipan [...] at virka til fulnar. Tað vil siga, at fólk kunnu gjalda við korti við sjálva gjaldstøðini. Talan er um ymsar trupulleikar í samskiftinum við PBS, sum skal umsita skipanina, sigur hann. Á skrivstovuni hjá
ringunum um mánaðarskiftið, juni/ juli. Hann sigur, at vøksturin hevur verið góður í vetur, og væntar, at eini 50-60 tons kunnu takast um dagin, tá ið gongd kemur á aftur. Ov seint Spurdur, um ætlaninar [...] maskinum til meirvirking av alifiski. Nú nógv hevur verið frammi um norska felagið, Pan-Fish, sum Heri samstarvar við, hava søgur gingið um, at støðan hjá norska felagnum kundi fara at ganga útyvir virksemið [...] laksinum, tá ið aliringar slitu í illveðri og fórust í brimi. Eingin fiskur var at taka, tá ið leið út á árið og tey, sum starvaðust í framleiðsluni, vórðu uppsøgd. Heri umhugsaði ymiskar møguleikar, eitt nú
løtuni, so ber væl til at imynda sær, at HB við einum styrktum liði kann gera um seg kortini. Eingin ivi Í Klaksvík var eingin ivi um, hvat betra liðið var, tá tey bæði fremstu liðni í fyrstu deild, KÍ og B36 [...] byrjan, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar, var tað KÍ, sum spakuliga tók yvir, og tá farið var um hálva tíman, komu tær uppiborið á odda, tá Rannvá Andreasen smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Leiðslan [...] gjørdist alsamt sterkari, sum tíðin leið. Rannvá Andreasen økti tíðliga í seinna hálvleiki til 2-0, og um miðjan seinna hálvleik staðfesti Kristina Eyðbjørnsdóttir sigurin. Trý mál móti føroyameistarunum og