saman hvørt ár og leita tankar okkara hesar dagar aftur til ta tíðina - hvussu hugnaligt vit høvdu tað. Tú vart altíð eisini so ófør at binda til okkara - nógvar troyggjur - og ongantíð skuldu vit ganga [...] verið fyri okkum, tú hevur verið ein sera góð omma, tú hugsaði altíð um okkum og vildi gingið gjøgnum eld fyri at hjálpt okkum. Vit høvdu ynskt, at tú altíð hevði kunnað verið hjá okkum og eru sikkur í, at [...] gjørdu vit saman og plagdu eisin at fara ein túr í býin, tað var so hugnaligt. Tá vit komu norður til Gjáar, komu tit altíð ímóti okkum. Vit minnast eisini, tá omma og abbi plagdu at leggja seg á gólvið
longdist alla tíðina eftir at síggja hann aftur. Tá man skal bera foreldur síni til gravar, so leita tankarnir ofta aftur til eina tíð, sum nú er farin. Hvussu var tað nú hjá okkum systkjum at liva saman [...] sum hóast sjúku var innløgumaður av teimum bestu – kom til húsa aftur við fiski, fugli ella harum, so átti mamma arbeiðið at fáa hesar matvørur til høldar. At hagreiða fisk, at royta fugl – serliga skarvar [...] troyggjur fyri fólk. Sum tað plagdi at vera tá í tíðini, tá tey ungu giftust inn til verforeldrini, so fingu tey sum tíðin leið til uppgávu at taka sær av ommu og abba, tá tey vóru blivin so gomul, at tey ikki
yrktur til Turið, saman við Vox, at seta dám á jarðarferðina. Niðan fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini [...] frið og góða hvílu, Jesus- pápin gevur mær. Frísk eg nú hjá Jesus bíði, fylgið honum til hin dag. Tá tit innar til Hann stíga, og vit samlast øll har glað. Vit fara allar at sakna teg Turið, men størstur [...] følt okkum vælkomnar. Abbabeiggi tín, Olaf, segði tað so væl, tá ið tú fyri seinastu ferð, kom heim til Søldarfjarðar, at tú nú endiliga var sloppin úr tínum neyðarsliga likami, og kann veruliga vísa, hvør
stríddist við góðum treysti og vildi gera skyldur sínar til lítar, líka til hon ikki orkaði meira. Í Ebenezer vórðu góð orð søgd og góður sangur og m.a. tónleikarar úr musikkskúlanum, sum spældu, og á
deiligur sangur og sovnaði burtur. Mamma góða, við tínum livi og kærleika til okkum øll - vart tú fyri okkum ímyndin av kærleika. Tað er tí í takksemi, at vit hava skrivað hesar reglur, - veri tær til æru og [...] mamma, til dystin fús at mála og tapetsera. Hesi síðstu árini fekst tú heilsumein, har tú gjørdist partvís avlamin. Nú, ið ommudøtrarnar settu búgv, gramdi tú teg um, at tú ikki fekk hjálpt til. Tó royndi [...] okkum, ið eftir sita til troystar. Ein dag møtast vit aftur, har sum eingin pína, ei heldur sorg er. At enda vilja vit takka fyri alt og vit endurgeva her seinasta vers úr sangi til 70 ára føðingardagin
alt bara so nógv lættari saman við tær og so hugnaligt, og eg gleddi meg altíð til okkara næstu samveru, tá vit fóru hvør til okkara. Og tað var altíð teg, eg vildi deila alt við, bæði stórt og smátt. Tað [...] Hvussu ofta hava vit ikki havt »to sjæle og en tanke«. Tú hevur altíð havt nøkur fantastisk evni til at fáa øll at føla seg serstøk, avhildin og umráðandi. Eg kenni fá onnur, sum altíð hava verið so lívsglað [...] fyrstu ferð møttust – eg tveir mánaðar gomul – tú eitt sindur meira enn taå. Men hetta fekk meg altíð til at føla meg sum eina serliga gávu og soleiðis vart tú allan vegin ígjøgnum. Tú hevur altíð verið og
lítli Arne kom, ringdi tú til systrar tínar og vinkonur, sum tú ikki hevði so fáar av. Katrin, eg hoyrdi teg ofta murra sangin: Breið verndarveingir Tínar. Hettar var ein sangur, sum tú helt segði so nógv [...] Ein flott dama sum bara við tínum atburði settið tú teg í respekt. Minnist fyrstu ferð eg kom inn til tykkara. Tú og Arne tóku eins hjartaliga ímóti mær sum tykkara egnu dóttir. Tað fyrsta tú gjørdi var [...] tú dugdi við okkum ungu. Vit sótu mangan við stokkum, spældu Ludo og onnur spøl. Tú gavst tær tíð til okkum. Eitt sum sermerkti teg Katrin var, at tú vart so ógvuliga stolt av synum tínum Dániali og Martini
míni tey fyrstu árini, vit vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var til skips. Men, legði hann afturat, eg fór at hjálpa henni og ganga henni til handa, so skjótt eg var so frægur. Skúlagongdin kom at vera við [...] stóran tokka til henda fitta og løgna smádrongin, at teir mangan vóru á floti saman tveireinir. Eitt sjáldsamt fyribrigdi fyri so mongum árum síðani og helst eisini í dag. Hugur hansara til sjógvin varð [...] frá barnsbeini og kom at vera tað alt lívið. Hann kundi taka til, at kemur einki upp úr sjónum, so er svangligt við Gjógv. Jógvan Sofus fór til skips eftir fermingaraldur, og blivu árini har úti yvir hálvthundað
og fevnandi, jú, tey angaðu av friði og kærleika. Tey vóru komin til persónliga trúgv á Jesus heilt á ungum árum og virkaðu fyri Harran til ellisár. Tá Finnur og Jutta vóru í Skopun, vóru tey grannar hjá [...] nú eru tit flutt heim til Jesus, sum tit virkaðu fyri. Í mínum hjarta eiga tit eitt pláss! Jú, Finnur og eg sótu mangan í djúpum samrøðum í stovuni hjá okkum, har tú var við til at forma mítt lív. Tykkara [...] vit hoyrdu í samkomuni, at Finnur og Jutta komu, gleddist vit øll, tí har tey vóru varð gleði og sangur. Eg var á einum evangeliskum møti, tað var nú um dagarnar. Tá nevndi tann, sum talaði, at hann hevði
hann kundi seta okkum, tí hansara tokki til Suðuroy var stórur og ikki minni til heimbygdina Vág. Henry var ein barnavinur, hann elskaði at spæla og geva sær tíð til børnini, tó vóru tað tvey stjørnubørn [...] var farin heim til Harran. Tankarnir hava verið nógvir síðani, tí vit hava átt so nógvar hugnaligar løtur saman ígjøgnum árini, ið eru farin. Vit hugsa um, tá vit eftir skúlatíð fóru heim til Vigerd og Henry [...] Henry á Oyri, altíð fingu vit ein góðan drekkamunn, og um Henry var heima, so var ein sangur og gittarspæl afturvið. Vit ávirkast øll av teimum menniskjum, vit møta, og Henry var við sínari lívsgleði ein