Ragna hevur starvast sum skrivari hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla/Listaskúla og Tórshavnar Musikkskúla í 20 ár. Har høvdu vit eitt sera gott samstarv.
Í skúlanum kom Ragna at hava samskifti við sera nógv fólk – umleið 3.000 næmingar og umleið 200 lærarar og hjálparfólk um árið. Tað gav nógv arbeiði. Hon gjørdi arbeiði sítt sera væl. Var altíð fyrikomandi og vildi, at øll skuldu hava tað gott.
Teimum nógvu útlendsku lærarum, sum høvdu samband við skúlan, tók Ragna sær serstakliga væl av. Vildi hava, at teir skuldu kenna seg sum heima. Hon og skúlin fingu nógv takkarskriv frá teimum við rósandi orðum. Ragna var skúlanum og Føroyum eitt sera gott umboð.
Ragna var gift við Sámal Jacobsen, skipara, og fingu tey 3 døtur: Helena, Elspa og Sólvá, sum aftur góvu teimum ommu- og abbabørn, sum tey vóru sera fegin um. Rannvá var elst av teimum. Hon var nógv hjá ommu og abba sínum og tí tætt knýtt at teimum eins og hini - tey vóru sera góð við øll.
Ragna var eisini sera góð við systrarnar og familjum teirra, og var serliga tætt knýt at tí yngstu systrini, Jórun.
Um Ragna kann stutt verða sagt, at hon var góð við øll og vildi øllum tað besta – ein sera góður eginleiki at hava. Og hon var stak gestablíð.
Ragna fekk tey seinastu árini herviliga sjúku at dragast við, sum nú gjørdi enda á henni. Hon misti ikki mótið, men stríddist við góðum treysti og vildi gera skyldur sínar til lítar, líka til hon ikki orkaði meira.
Í Ebenezer vórðu góð orð søgd og góður sangur og m.a. tónleikarar úr musikkskúlanum, sum spældu, og á grøvini ljóðaði sangurin “Nógv fagrari, friðari songurin ljóðar hjá einglum í himmalsku høll – tá lovsongur tónar um dalar og fjøll”. Nú ert tú, Ragna, komin upp í tað kórið.
Góði Sámal, døtur og ommubørn. Eg veit, at tit hava havt eitt gott lív saman við einari góðari konu, mammu og ommu. Hann, sum øllum valdar, styrki tykkum í sorgini !
Skúlin, leiðsla fyrrverandi og nú, lærarar og næmingar bera Ragnu eina inniliga tøkk fyri vinsælu, hjálp og blídni, og vilja vit lýsa frið yvir minnið um hana, sum altíð fer at standa rist í hjørtum okkara.
---
Poli