boðað frá, at hann fer helst ikki at taka undir við uppskoti løgmans um at fáa skil á eginpeningin í Framtaksgrunninum. Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at vil fólkaflokkurin ikki stuðla uppskoti hansara [...] bakka. NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera. Men ein skilur væl andstøðuna, um hon ikki enn einaferð vil bjarga sitandi samgongu. Hinvegin skilur ein [...] banniorðini fyforf........hava mangan verið á lofti seinastu árini, og okkurt bendir á, at hesi fara ikki at verða minni frammi í komandi døgum, nú tá tingið skal taka støðu til eitt uppskot frá løgmanni
at støðan hjá føroyingum er ikki tann ringasta. Altjóða oljuídnaðurin og har sjálvandi tann stóri bretski oljuídnaðurin fyrst og fremst hevur ikki tað rásarúm, sum hann heilt náttúrliga vil hava, tá stórar [...] soleingi markið ikki er ásett. Feløgini síggja helst, at tey sleppa at arbeiða í bæði tí Hvíta økinum og somuleiðis teimum umstríddu pørtunum av føroyska landgrunninum. Men tað sleppa tey ikki, soleingi m [...] fremst. Bretska stjórnin kann nevniliga ikki fyrst heita á oljufeløg um at gera íløgur í leiting og útbygging og síðani leggja somu feløgum forðingar í vegin við ikki at vilja slaka í eini samráðing við
ein triðing. Gongur stjórnin ikki við til slíka loysn, so eiga almennu Føroyar fyri tað fyrsta at kanna møguleikan fyri at ákæra Danmark fyri altjóða dómstól - og ber hetta ikki til - so at umhugsa samstarvið [...] fyri bógvin. UTTAN mun til um tíðin er komin til at gera broytingar í Heimastýrislógini ella fáa heilt aðra skipan ístaðin, so átti at borið til at bøtt uppá ta vanvirðiligu støðu, sum er íkomin millum [...] soleiðis sum støðan er vorðin, er alt trúvirði og álit fokið. Tí vil eitt úrslit av bankakanningini, sum ikki gongur føroyingum á møti, verða at sammeta við einki annað enn eina krígsavbjóðing frá danskari síðu
vit dagin, tá føroyska landsliðið í fótbólti í Landskrona vann á Eysturríki. Minnast vit tað kortini ikki, so verða vit mint á henda dag aftur og aftur. Hann er líkasum vorðin ein heilagur føroyskur fótbóltsdagur [...] heilagum? degi innan føroyskan hondbólt. Henda ítróttargreinin, sum seinastu árini er við at detta heilt niður ímillum, tá hugsað verður um at dystast á altjóða stigi - og lutvíst eisini her heima - hevur [...] m á heimskenda liðnum úr Rumenia er einki minni enn eitt altjóða ítróttarbragd, og stendur sum so ikki nógv aftanfyri fótbóltssigurin í Landskrona á sinni. HJARTALIGA tillukku VÍF, vestmenningar og føroyskur
hann tíverri ikki kann taka av - á hesum sinni. Í samrøðu við Sosialin í vikuni sigur tingformaðurin J. I. Olsen, at nú tá løgmaður, sum eisini hevur fingið eina líknandi innbjóðing, ikki hevur ynskt at [...] seg niður og er hann eisini í iva, um teir hava tikið eina rætta avgerð. HER er okkurt, sum ikki ruggar heilt rætt. Fyri tað fyrsta hava vit fingið eina nýggja stýrisskipanarlóg, sum meira enn fyrr setir [...] ini so órímulig er so eitt. Men hann má ikki gloyma , at hann í hesum máli umboðar alt Føroya fólk. Spurningurin er tó, hvat hetta hjálpir - um tað kanska ikki tvørturímóti forðar fyri eini nóg skjótari
krøv sum líkjast tí, ið løgmaður hevur víst á í donsku pressuni ella verður tað ein heilt onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga og at loysnin verður hareftir [...] javnaðarmenn í Danmark haraftrat hava valt at villeiða ella ikki at informera táverandi javnaðarløgmann, Maritu Petersen er ótilgeviligt. Slíkt átti ikki at kunnað komið fyri millum bróðurflokkar, ið leggja so [...] væl við sakligum og skilagóðum argumentum. Her er ikki minst sera hepna hond hennara í donsku sjónvarpssendingini herfyri. TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvuðsábyrgdina av
landinum, er tað frælsið kortini ikki galdandi longri enn hagar, almenna atgongdin røkkur. Inni á privatum øki, tað vil siga, har ikki er komandi at uttan forðingar, er heldur ikki loyvt pressuni at koma. Vit [...] ummælinum hjá pressuni millum manna, um slíkt ikki sást á prenti aftur. Og samstundis kundi tað verið ein læra til teirra, sum fegin vilja sleppa í fjølmiðlarnar, men ikki hava mansmót og -hjarta til at standa [...] Vit kenna dømi um, at myndamenn hava tikið myndir inn á privat umráði hjá fólki, og ikki eru komnir væl frá hesum. Men eitt er, hvat lógir og reglur siga. Eitt annað er, hvat pressunnar egni etikkur loyvir
munandi ella hvarv heilt. MEN bankastjórarnir - Hans Jørgen Larusen, Johan Simonsen, Niels Juel Nattestad, Steingrím Nielsen og Regin Olsen - bedýraðu, at rentuspekulatión fór ikki fram. Tað var í øllum [...] STJÓRIN í Føroya Banka, Jørn Astrup-Hansen, leggur ikki fingrarnar í millum í eini samrøðu, sum Berlingske Tidende endurgevur sunnudagin í eini reportasju uppundir at bankakanningin verður kunngjørd f [...] ímóti teimum undan valinum í 1984, men landsstýrið, sum varð skipað fyrst í 1985, steðgaði tíverri ikki lántøkunum uttanlands. Tvørturímóti vuksu tær, og íløgur og forbrúk vuksu út um alt mark. SJÁLVANDI
hetta fyrst og fremt tygara søk. Vit teljast ikki millum teirra, sum ynskja danir og alt danskt, har piparið grør. Vit eru heldur ikki so snævurskygdir, at vit ikki duga at síggja, at tit hava gjørt nógv gott [...] samrøðum, sum hava verið við forsætisráðharran, at her er ikki so nógv at gera viðmerkingar til. Men vit halda tað vera eitt sindur bakvent fyri ikki at siga næsadjarvt av einum donskum statsministara at koma [...] maður hevur verið borganin fyri júst tí øvugta. Nettup tað gevur okkum varhugan av, at her ruggar ikki heilt rætt. Í okkara hugaheimi eru álit og virðing sjálvur grundarsteinurin undir einum samstarvi millum
AT arbeiðið í landsstýrinum fer fram aftan fyri stongdar dyr er heilt natúrligt, tí helst skal innihaldið í summum týðandi avgerðum ikki rópast út um geilar. Tað kann t.d. vera marknaspurningurin, persónlig [...] hann út, tí løgmaður er ikki nøgdur við avrik hansara. ÁRNI Olafson er helst okkara mest royndi maður á hesum øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina [...] r máttu fáa grundgevingarnar frá tí frákoyrda landsstýrismanninum. Ikki fyrrenn tveir dagar dagar aftaná var løgmaður at hitta! Ikki fyrrenn tá hevði hann stundir at upplýsa almenningin um grundgevingina