Stóri ?næsadagur?

Vit føroyingar eiga at krevja tað, ið vit hava rætt til sambart tí, sum er komið fram, men vit eiga heldur ikki at yvirspæla leiklutin og gloyma, at vit sjálvi eiga høvuðsábyrgdina av kreppuni.

DAGURIN í gjár hevur fingið heitið ?Stóri næsadagur?. Tað er danska blaðið Jyllandsposten, sum hevur funnið hetta heitið til dagin, tá alt bankamálið varð til viðgerar á fólkitingi.


Í SKRIVANDI løtu vita vit ikki, hvør niðurstøðan varð av hesum drúgva orðaskifti, men eftir tí vit hava skilt, so fór stjórin at blíva sitandi. Stuðulsflokkar hennara høvdu valt at geva henni eina stóra nøs heldur enn at tvinga hana frá við tí úrsitið, at ein borgarlig stjórn hevði tikið við.


SAMBART tí sum tíðindafólkini hjá Útvarpi Føroya vistu á middegi í gjár, so eru flokkarnir samdir um, at stjórnin skal taka upp samráðingar við føroyingar um eitt nú leiklutin hjá Den Danske Bank við tí fyri eyga at kanna møguleikan fyri sakarmáli ella at krevja eitt endurgjald. Eisini skal ein loysn finnast á endurgjaldi frá statinum tætt knýtt at spurninginum um skuld Føroya til danska statskassan.


SPURNINGURIN er so, hvat føroyskir politikarar kunnu semjast um. Fara vit at seta krøv sum líkjast tí, ið løgmaður hevur víst á í donsku pressuni ella verður tað ein heilt onnur loysn! Vit vóna ikki, at danska orðaskiftið fær tær fylgjur, at málið missir áhuga og at loysnin verður hareftir. Møguleiki er fyri, at luftin fer úr ballónini, og at tað í síðsta enda verða vit føroyingar, sum aftur sita við svartaperi.


TAÐ stendur greitt, at føroyingar eru vornir snýttir. At leiðandi javnaðarmenn í Danmark haraftrat hava valt at villeiða ella ikki at informera táverandi javnaðarløgmann, Maritu Petersen er ótilgeviligt. Slíkt átti ikki at kunnað komið fyri millum bróðurflokkar, ið leggja so stóran dent á júst eitt ærligt og rættvíst samstarv tvørtur um landamark. Í hesum máli kunnu vit so endurtaka, at táverandi løgmaður Marita Petersen hevur víst seg at takla sín leiklut sera væl við sakligum og skilagóðum argumentum. Her er ikki minst sera hepna hond hennara í donsku sjónvarpssendingini herfyri.


TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvuðsábyrgdina av tí kreppu, sum tók seg upp í 80-unum. Og tí eiga vit ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta dønum órealistisk og órímulig krøv. Vit eiga at halda høvdið kalt og við skili og sakligheit at krevja endurreisn av dønum fyri tað, sum teir hava gjørt móti okkum við óhepnari hond og einum ringum vilja. Men tað er ómetaliga týdningarmikið, at málið ikki bara endar í hondunum á løgmanni, tí hetta er eitt mál fyri allar flokkar - uttan undantak. Tí skal tað vera vón okkara, at løgmaður, tá farið verður til Danmarkar at samráðast um eina framtíðar skuldarloysn, tekur umboð fyri allar flokkar við.