so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann hevði líkasum ikki dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving [...] sigur, at skrivingin hjá formanninum í hansara egna tingbólki i, líkist ongum og átti ikki at verið komin fyri, eru heilt nýggir tónar frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum [...] svínska niðurgerðingin av politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið
sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki minni enn skomm, at flokkar ikki kunnu [...] fáa eina heilt nýggja skipan, sum gongur rættiliga langt á sjálvstýrisleið. Tjóðveldisflokkurin telur bert góð 23% av veljarunum. Og tjóðveldisflokkurin veit fullvæl, at føroyingar fara ikki at taka undir [...] sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir okkara tykki ber fólkaflokkurin seg sera margháttliga
er kanska mest í samsvar við ynski veljarans um meiri sjálvstýri men ikki loysing. Men tað finnast eisini møguleikar við samgongu heilt uttan um fólkaflokkin. Her verður hugsað um CDE (og H). EFTIR okkara [...] minni enn valdsmisnýtsla, um vit fáa eina borgarlig samgonga. Hetta er ikki tað, ið veljarin ynskir. Hinvegin kann tjóðveldisflokkurin ikki seta fram nakað rímuligheitskrav um at vera við í eini samgongu, um [...] VITANDI at enn eru ikki allar súðir syftar, og at tað helst fara at ganga dagar, áðrenn eitt landsstýri fæst upp á pláss, skuldi valrúsurin og ringastu valtimburmenninir verið av. Nú stendur aftur politiski
álitisváttan. Men javnaðarformaðurin verður ikki løgmaður uttan at Javnaðarflokkurin fær eina dygga undirtøku á valinum ímorgin. Sambandsflokkurin hevur - sum nakað heilt óhoyrt - í stórum lýsingum ávarað fólk [...] fíggjarlógini. SJÁLVANDI er politikkur Javnaðarfloksins at styrkja vælferðarsamfelagið, men tað gerst ikki uttan ein dyggan vinnupolitikk og øktar inntøkur til føroyska samfelagið. Og eisini á vinnuliga økinum
spennandi endaspurt heilt fram móti sjálvari valstrikuni hóskvøldið. HYGGJA eftir tølunum síggja vit, at 11% av teimum spurdu hava ikki enn avgjørt, hvønn tey velja. Hetta er ikki stórt tal sammett við [...] eisini seta spurnartekin við allar veljarakanningar. Vit sóu m.a. úrslitið av danska valinum, sum ikki samsvaraði við fleiri av veljarakanningunum. Tó má sigast, at tær kanningar, sum eru gjørdar í Føroyum [...] við seinasta løgtingsval, tá heili 30% ikki høvdu valt flokk í veljarakanningini, sum tá varð gjørd. Við øðrum orðum eru veljararnir rættiliga avgjørdir um, hvønn flokk teir velja. Men tey 11% kunnu fáa
VIT blivu ikki nógv klókari ella ríkari við sendingini í sjónvarpinum um vinnumálini. Spurningurin er um ikki hesin formurin fyri journalistiskari valsending hóskar betur í útvarpsmiðlinum. Tað er líkasum [...] er heldur einki skeivt í tí. Men tað er líkasum, at vit fáa ikki tað grundleggjandi fram, nevniliga vissiónir og ítøkilig uppskot til ein heilt nýggjan fiskivinnupolitikk. Vónandi fara vit í sendingini [...] m.a. um ta komandi oljuvinnuna. Hon var nærum ikki tikin uppá tungu. Væl vitandi, at tað enn er ov tíðliga at gera sær stórvegis metingar, tí vit vita ikki, um undirgrundin goymir olju og gass, so eiga
polið gjøgnum árini. Tað eru tey, sum hava verið ímóti einkarrættinum, tí hesin tænti ikki brúkaranum best. Heilt frí kapping hevði verið best fyri brúkaran. Tað hevur avtøkan av monopolinum eisini longu [...] tryggingar og ikki bara tær mest attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ eru so aftur tey, sum halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið átti [...] á føroyska tryggingarmarknaðinum - tó við tí undantaki - at donsk og útlendsk tryggingarfeløg hava ikki loyvi at tekna tryggingar í Føroyum. Tað verður tó mett at vera ein tíðarspurningur til henda forðingin
, so ber ikki til bara at venda bakið til hin partin. Tað eru diplomatiskar grundreglur, ið tú ikki kann seta til síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta [...] Ja tað er láturligt og óseriøst. Men hvat verður ikki brúkt í valstríðnum!!! VIT hava ferð eftir ferð gjørt bretar varugar við, at føroyingar góðtaka ikki aðra loysn enn eina ella aðra miðlinju. Vit hava [...] Eitt av valevnum javnaðarfloksins, Heri Niclassen skrivar í blaðnum, at tað var skeivt av løgmanni ikki at taka av innbjóðing at vitja Bretland. Hann undrast á, at løgmaður tekur stig til at fáa fund við
ber helst til heilt at síggja burtur frá sambandsflokkinum í komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn [...] tungan á vágskálini, tí øðrumegin skal hann ansa eftir, at tað ikki verður farið ov langt á loysingaleið og hinumegin, at borgarligur politikkur ikki fær ov lætt spæl. Uppaftur ein møguleiki er tjóðveldisflokkur [...] i samgongu saman við sambandsflokkinum eftir valið, so vildi ovasti leiðari fólkafloksins kortini ikki vísa aftur hesum møguleika. Við øðrum orðum roynir fólkaflokkurin fyrst at billa fólki inn, at hann
og ikki núverandi stýrið við Edmund Joensen, løgmanni á odda. Tað eru eisini ymsar áskoðanir um, hvussu væl júst løgmaður hevur dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at honum fyri ikki at hava [...] eigur tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Tí við tí rætta handalagnum eigur at bera til at fáa eina útbjóðing um somu tíð sum vit leggja seinastu hond á marknatrætuna. Hóast vit ikki eiga at skunda [...] TAÐ eru ikki bert bankamálið og uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt