vælferðartjóð, er neyðugt við áhaldandi virðisøking í fiskivinnuni. Í hesum sambandi er tað ein stór avbjóðing at skapa ein veruligan vitanardepul, ið fær neyðuga virðing, tign og undirtøku millum manna. Útbúgving [...] okkara høvuðsvinnu. Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvi at takka bygginevndini og arkitektunum fyri ein snotiligan bygning, Landsverki fyri at hava staðið fyri byggingini, handverkarunum, ið hava gjørt eitt [...] uppá nýggja skúlan byrjaði í 2007. Skúlin hevur pláss til 100 næmingar, har eru tríggjar skúlastovur, ein serstova, fimm bólkarúm – og eitt auditorium.
upptøkuroyndir. Harumframt skalt tú vanliga lata nógvar rættuliga persónligar upplýsingar. Ein annar munur er, at ein BA útbúgving vanliga tekur fýra ár í USA í mun til trý ár í Evropa. Eisini varð tosa um [...] at bæði Altjóða Skrivstovan og tey sum hildu framløgu vóru sera væl nøgd við tiltakið Fundurin var ein av fýra kunningarfundum, sum vórðu hildnir mánadagin og týsdagin. Hinir tríggir fundirnir vórðu hildnir [...] í gongd. Tí við eini útbúgving veksur sambært Lange møguleikin fyri einum góðum lívi. Upptøkan er ein samráðing Hedvig Thomsen úr Danmark-Amerika Fondet/Fulbright Kommissionen og Bjarki Meitel BA í tónleiki
vøkstur, og tað er ein stórur vandi fyri afturstigum við einari stóra óútbúnari arbeiðsmegi í afturgongdstíðum, sigur Thor-valdur Gylfason. Hann nýtti serliga Írland sum dømi upp á ein búskap, har umfatandi [...] íslendska professaran í búskapi, hvørt hetta kann gerast ein trupulleiki fyri menningina, sum hann metir vera avgerandi. ? Tvørturímóti er tað ein fyrimunur, at føroyingar útbúgva seg í øðrum londum. Tað [...] a kapitalin er ikki nóg mikið í sær sjálvum at tryggja búskaparvøkstur, leggur Thorvaldur dent á. Ein marknaðarbúskapur og møguleikar fyri so fríum handli sum gjørligt eru grundarlagið undir einum væl
mundið vóru flestallar fortreytir til staðar. Ein fortreytin var, at politiskur vilji var at royna nýggjar leiðir og at rinda tað, ið hetta fór at kosta. Ein onnur fortreytin var, at lokalu myndugleikarnir [...] fyri høvðustaðin til góðar. Hetta var ein klók og djørv avgerð. Júst tað sama kann sigast um klóku avgerðina at leggja nýggja Almanna- og heilsuskúlan í Suðuroynni. Ein útbúgving, sum í framtíðar samfelagnum [...] sørt av einum bragdi at hava megnað at reka ein miðnámsskúla á fult forsvarliga fakligum og pedagogiskum støði undir slíkum umstøðum. Her skal verða borin fram ein hjartans tøkk til teir lærarar, sum undir
skúlaverkinum sum heild, soleiðis at vit fáa professionellar leiðslur á skúlunum. Leiðsla er eitt fak, eins og øll onnur fak í samfelagnum, og leiðslufatanin sum held í samfelagnum er avgerandi fyri okkara [...] Okkara landsstýrismaður í mentamálum hevur loyst flestu hølistrupuleikarnar á miðnámsskúlaøknum, eftir ein átrokandi tørv í ártíggjur. Tað eru bert hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, [...] Føroya Studentaskúla og HF-skeiði skulu loysast í komandi valskeiði. Haldi eisini at vit eiga at fáa ein skúla her á landi, sum kann undirvísa børnum við atferðartrupuleikum. Í grannalondum okkara eru slíkir
n svarað Landsgrannskoðanini, at stjórin á Landsverki hevur ræðisrættin til rakstrarjáttanina, eins og allir aðrir stjórar landsins. Eisini vísir hann á, at tað eru ávísar útreiðslur knýttar
Á øllum arbeiðsplássum verður tað mett sum ein nátúrligur rættur, at hava eitt matstað, har ein kann sita og eta sín matpakka. So er ikki í skúlunum. Hóast tað er í fólkaskúlanum, at grundarlagið fyri [...] nøktandi. Tí mugu allir skúlar, sum ikki hava eitt matstað, lagast til tíðina. Ein skipan við heilsugóðum kosti eigur at vera ein nátúrligur partur av skúladegnum. Fyrsta stig á hesi leið, er at skipa so fyri [...] menning. Fyri at læra, má ein trívast og kenna seg tryggan. Júst tí vil eg arbeiða fyri, at bæði næmingar og lærarar fáa góðar og nútímans karmar at arbeiða innan fyri. Vilt tú hava ein, sum lurtar eftir tær
Jú skjótari fólk, sum hava fingið skaða ella ein hjartatilburð, fáa hjálp, jú størri er møguleikin fyri at bjarga lívinum, ella at tey sleppa undan varandi meini. Tí ræður um at útbúgva sjúkraflutningsfólkini [...] góðkennandi myndugleikin av útbúgvingini hjá sjúkraflutningsfólkunum. Landssjúkrahúsið er farið undir ein nýggjan leist við at útbúgva portørar. Útbúgvingin er tvey ára lærutíð við trimum modulum av teori
fer at lesa orkubúskap. Regin var ein av teimum umleið 35 fólkunum, sum í fjør søkti AMG-oljusamtakið um eitt stipendium, sum varð lýst í føroysku bløðunum. Hann var ein av teimum hepnu. Oljufeløgini rinda [...] oljuvinnu, fáa kanska mest burtur úr í nettup Stórabretlandi - um tey ikki velja at fara til Noregs. Men ein vansi, sum hevur verið lutvíst loystur, eru tær stóru útreiðslurnar, ið eru knýttar at lestri í t.d
hetta er ein roynd uppá tvey ár og tí hava næmingarnir, sum byrja hesa undirvísing eisini stóra ávirkan á, hvussu útbúgvingin fer at laga seg framyvir. Hann vónaði, at næmingarnir tí fóru at hava ein virknan [...] oljuvinnuna. Haraftrat er ætlanin at taka upp meira samfelagsligar spurningar eitt nú, hvørji árin ein komandi oljuvinna hevur á føroyska samfelagið. Á samkomu í Hoydølum fríggjadagin handaði Ben Arabo