Útbúgving er lykilin til menning

Nýggi fiskivinnuskúlin í Vestmanna var handaður mánadagin 23. februar landsstýriskvinnuni í mentamálum. Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku á skúlanum.

Landsverk hevur staðið fyri byggingini, og tað var Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sum handaði landsstýriskvinnuni skúlan.


Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, segði m.a. í røðu síni, at skal tjóðin eisini í framtíðini kunna rópa seg eina vælferðartjóð, er neyðugt við áhaldandi virðisøking í fiskivinnuni. Í hesum sambandi er tað ein stór avbjóðing at skapa ein veruligan vitanardepul, ið fær neyðuga virðing, tign og undirtøku millum manna.


Útbúgving er lykilin til menning í framtíðini. Og tí er tað gleðiligt, at vit nú endiliga kunnu taka í nýtslu nýggjan skúla, hvørs endamál fyrst og fremst er at geva ungdóminum kunnleika, innlit og vitan, sum eru neyðug fyri at menna okkara høvuðsvinnu.


Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvi at takka bygginevndini og arkitektunum fyri ein snotiligan bygning, Landsverki fyri at hava staðið fyri byggingini, handverkarunum, ið hava gjørt eitt sera gott arbeiði og Vestmanna kommunu, ið hevur verið sera beinasom í allari tilgongdini.


Fiskivinnuskúlin byrjaði í einum sethúsum í Vestmanna fyri 20 árum síðani. Arbeiðið uppá nýggja skúlan byrjaði í 2007. Skúlin hevur pláss til 100 næmingar, har eru tríggjar skúlastovur, ein serstova, fimm bólkarúm – og eitt auditorium.