førum. Onkur vil eisini vera við, at Casemiro hjá Real Madrid skuldi verið vístur av vølli longu tíðliga í seinna hálvleiki, tá hann framdi brotsspark móti Arjen Robben. Nú siga spanskir miðlar, at tríggir [...] brutu seg inn í skiftirúmið hjá dómaranum eftir dystin, fyri at siga honum nøkur borgarlig orð. Hetta hendi sum skilst 20 minuttir eftir, at dysturin var liðugur og sambært sponskum miðlum máttu løgreglumenn [...] løgreglumenn taka sær av illu spælarunum. Tað er góður møguleiki fyri, at hetta fær fylgir fyri týska felagið. Um dómaratoymið velur at boða frá hendingini, kann týska felagið vænta sær eina harða revsing.
verður helst onkur góð søga at hoyra eisini. Rithøvundurin, Oddfríður Rasmussen, fer at lesa yrkingar klokkan 19, og hann fer eisini at hugleiða um tað at seta orð saman. At enda fara Ravnar at spæla góðan [...] sambandi verður eisini skipað fyri tiltaki í hølunum. Tað siga tey, sum standa aftan fyri hesa forvitnisligu kafé-verkætlan í Skálavík. Eftir at dyrnar eru latnar upp klokkan 15, koma spælimenninir, Eyðstein [...] eru vælkomin á Caféina á Mølini. Her fært tú altíð ein góðan kopp av kaffi og okkurt gott afturvið, siga eigararnir av nýggju kafé’ini. Sambært Facebook-síðuni - Caféin á Mølini - verður opið frá sunnudegi
Føroya at siga. Herfyri frættist annars, at partrolarar høvdu gjørt hampiliga góðar túrar á upsaveiði, men sum skilst er helst longri ímillum góðu hálini nú. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er [...] og hesir hava báðir brúkiligan fiskiskap. - Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. [...] eiði og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Hin liggur við bryggju. Av teimum smáu trolbátunum eru tveir til fiskiskap í løtuni, og sambært Fiskamarknaði Føroya koma báðir inn at landa fyrst í næstu
turkiska heilsumálaráðharran fyri at siga, at higartil eru 22 fólk staðfest deyð í kolanáminum, har ein spreinging var seint í dag. Kolanámið liggur í býnum, Amasra, sum er ein havnarbýur við Svartahavið [...] givið landsins innanríkis-og orkumálaráðharra boð um at fara til Amasra at skipa fyri bjargingararbeiðnum. Felagið hjá kolanámsarbeiðarunum heldur, at spreingingin í náminum hevur sína orsøk í einari savnan [...] ð í Bartin-landslutinum í Turkalandi. Tíðindini siga, at fimm fólk eru innistongd 350 metrar niðri í kolanáminum, og 44 onnur eru innistongd umleið 300 metrar niðri í náminum. Borgarstjórin í Amasra, Recai
tónleikur, sum er á finna á hitlistunum, finnist eisini sum MP3 á internetinum, og tað er lætt at sleppa fram at hesum sangum. Sjálvur ger Petur sær eisini dælt av kopieringini. Hann plagar at gera sær sínar [...] vanligt, at fólk kopiera fløgur. Men eftir at allar hasar lýsingarnar vóru at síggja á TV3, fór eg at hugsa eitt sindur meira um tað. - Eg ætli mær ikki at gevast við at kopiera fløgur - als ikki. Og eg skal [...] snildi ber til at vaksa um fløgusavnið fyri ein lítlan part av tí, sum tað kostar at keypa somu fløgur í fløgusølunum. Men tað er ólógligt. Øll vita, at tað fer fram, men eingin vil viðurkenna, at tey gera sær
fólk vóru hjálpt á føtur, og har onkur illstøða var við at taka seg upp, vóru vit ímillum partarnar og tosaðu fólk til rættis. ##med2## Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tveir persónar kortini vóru so [...] Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at nógv fólk var í Vestmanna í gjárkvøldið og í nátt, og sum heild hevur verið rímiliga friðarligt. - Vit hava verið til steðar í Vestmanna [...] samarittar og bjargingarfelag, sum gjørdu eitt velduga stórt arbeiði, sum tey eiga stórt rós fyri. Løgreglan hevur eisini alt gott at bera fyrireikarunum av bátastevnuni, sum eftir teirra tykki er eitt stórt
fyrrapartin í gjár, at tey høvdu ikki fingið boð um, at býráðið ikki fór at svara til tíðina. Hann helt ikki at tað var hóskandi, at feløgini skuldu boð umvegis Sosialin. Hann dugdi tí ikki at siga, um fakfeløgini [...] ikki siga um tað merkir, at fólkið fer í verkfall. ? Men tað plagar at vera so, at tá ið ongin sáttmáli er, kann fólki heldur ikki vera til arbeiðis, sigur hann. Talan er um hesar starvsbólkar, sum sosatt [...] hjá starvsfólkinum hjá kommununi at fara at fylgja líki og at fara heilsuørindi í arbeiðstíðini, sum spøkir aftur. Tað eru bara Starvsmannafelagið og Pedagogfelagið, sum hava beinleiðis sáttmála við býráðið
ikki til at fáa staðfest, áðrenn blaðið fór til prentingar, men í StÍF vóna tey uttan iva, at talan »bara« er um onkur toygd liðbond, men sum støðan tók seg út á vøllinum, so er fryktandi fyri, at tað er [...] detalja, sum vanliga plagar at verða roynd, tá sigurin væl og virðiliga er tryggjaður, og sum flestu allir venjarar munnu ynskja har piparið grør, tá talan er um somikið spennandi uppgerðir, sum hesa. Men [...] sigri til strandingarnar, men tað verður eftir øllum at døma eitt rættiliga skert meistaralið, sum skal royna at verja leiðsluna í seinna dystinum, og sum kunnugt, so er eitt mál ikki tann heilt stóra leiðslan
dag tóku teir so restina, sum var eystantil. Tað vil siga Urðina og Dalarnar. Fyrr í vikuni vóru teir ikki so væl mannaðir, tí menn arbeiða sum vera man í Havn, eisini onkur av seyðamonnunum, og tað er [...] er ikki altíð so lætt at leypa frá. Urðarnar eru ofta nokk so ringar at fáast við, men hesaferð gekk heilt hampiligt. Myndina hevur ein av seyðamonnunum, Jákup av Skarði, tikið suðuri á Urð.
nýtt fartelefonina, sum hon hevði uppi á sær sunnudagin, ella um onkur hevur roynt at ringja til hennara. Stjórin í skúlanum, sum tær báðar genturnar gingu í, hevur greitt frá, at hann fyri fjúrtan døgum [...] døgum síðani ávaraði næmingarnar ímóti at taka upp samband við fólk, sum teir ikki kendu. Skúlastjórin hevði m. a. víst á, at eitt fremmant par hevði roynt at fáa samband við eitt barn í frítíðarskúlanum [...] segði í gjár, at teldumenn eru komnir eftir, at Holly Wells og Jessica Chapman vóru á alnótini í ein hálvan tíma sunnukvøldið, t.v.s. beint áðrenn tær hvurvu. David Beck vildi ikki siga, um løgreglan hevði