verður gjørd. Tosað hevur verið um eitt projekt áleið 18 mió kr., og arbeiðið frameftir fer so at staðfesta, um hetta er ein upphædd, sum hevur samband við veruleikan, ella um ætlanin skal leggjast á hillina [...] skal arbeiðast víðari við projektinum. Tað vil ikki siga, at talan er um nakra endaliga góðkenning frá limunum, men meira ein tilsøgn um, at nevndin kann arbeiða víðari við málinum. Soleiðis verður farið [...] Eftir at áhugafelagið í longri tíð hevur arbeitt við ætlanunum, var málið nú komið somikið langt, at hetta varð lagt fyri aðalfundin at taka støðu til. Eykaaðalfundur varð hildin sunnudagin, og her var breið
mær um Jesus. Fanny gjørdist blind stutt eftir at hon var fødd, men hon gav ikki upp av hesi orsøk. Júst hetta hevur verið við til at geva øðrum kvinnum íblástur til at halda á og ikki geva upp, um tær [...] dið at greiða frá tá Fanny Crosby var barn, um arbeiði hennara, um kærleika, hjúnalag, talentir, lyndiseyðkenni og annað. Sjálv er Elsa sera spent til hetta kvøldið. Hon vónar hon at nógvar kvinnur koma [...] Aglow til fundar í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Á fundinum í annaðkvøld fer Elsa í Garði at siga frá um Fanny Crosby, sum livdi frá 1820 til 1915. Hóast sløk 100 ár eru farin síðani deyða hennara, hevur
tí var ikki ringt at gera ein avtalu, sum fevnir um fimm ár. Sandoyingar eru eisini fegnir um avtaluna. Formaðurin í B1, Ragnar Fossdalsá segði, at hetta er longsta avtalan av sínum slag, sum B71 nakrantíð [...] Henda avtalan minnir nógv um avtaluna, sum EB/Streymur og Sportmaster skrivaðu undir. Avtalan ger, at B71 fer at spæla í Nike búnum komandi ár. Búnin fer at minna sera nógv um búnan hjá brasilska landsliðnum [...] samstarvsavtalu við felagið í Sundalagnum, og tá segði John Norðbúð Thomsen, leiðari í Sportmaster, at hetta helst ikki fór at vera tann seinasta avtalan av sínum slag. Minni enn ein vika gekk, so kom tann næsta
afelag sigur seg fegnast um, at einskiljingin nú er gjøgnumførd. Ein fyritreyt - Einskiljingin gevur fyritøkuni tann arbeiðsfrið, sum ein og hvør fyritøka hevur brúk fyri, um trivnaður skal vera í fyritøkuni [...] fyritøkuni. Eisini er hetta neyðugt, um virkið skal mennast og taka við teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman. At enda í greinini á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag Faroe [...] Einskiljing Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, fegnast Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at Faroe Seafood nú umsíðir er einskilt. - Í 1993 varð Føroya Fiskavirking stovnað. Nærum øll fiskavirkini í Føroyum endaðu
at vita um trupulleikan við Peugeot 307 fyrr enn nú, tá tað er líkt til, at bilasølurnar hava vitað um trupulleikan í fleiri mánaðir. Finnbogi Arge, stjóri hjá P/F Meinhardt Arge, sigur, at hetta er ikki [...] Útvarpinum. Sama dag kom eitt skriv frá Peugeot Danmark, um hvørjar bilar av slagnum 307 talan var um. Endaliga er nú staðfest, at talan er um 121 bilar á føroysku vegunum, sum allir verða innkallaðir [...] fyri at tryggja 307 kundarnar. "Øll, sum eru ein partur av Peugeot-felagsskapinum, gera alt so at hetta kann loysast so gott og skjótt sum møguligt," sigur Janne Bock, samskiftisstjóri hjá Peugeot Danmark
kvørkratak um hana og sló hana somuleiðis. Løgreglan avhoyrdi vitnini, og maðurin verður skuldsettur fyri harðskap. ? At taka kvørkratak um ein annan persón, kann skjótt gerast sera vandamikið, so hetta er so [...] vóru farnar til hendurs. ? Tær klandraðust um eitthvørt, og tað letur til, at øvund var orsøkin, sigur løgreglan. Hvat øvundin snúði seg um, sigur søgan tó onki um. Genturnar vórðu tosaðar tilrættis av løgregluni [...] alt gott. Løgreglan varð eisini boðsend til eini sethús í Havn til húsaófrið. Vakthavandi sigur, at hetta gerst alsamt meira og meira vanligt. Her vóru ein maður og ein kona farin til hendurs, og ein granni
Hetta kann gerast við einum aktivum umboð á Fólkatingi. Einum umboð, sum hevur sum høvuðsendamál at greiða dønum frá føroyskum samfelagsviðurskiftum og føroyska fólkaynskinum um broytingar í politisku [...] fáa loyst trupulleikar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit eru sannførd um, at uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg er besti hátturin at fáa broytt ríkisrættarligu viðurskiftini. [...] føroyska Løgtinginum - at avgerðarætturin fyri allar heimligar spurningar skal liggja. Hetta er Javnaðarflokkurin sannførdur um. Og hesum fer Javnaðarflokkurin at virka fyri á Fólkatingi. Vit halda ikki, at
sindur fyrstu løtuna, men eftir hetta hevði heimaliðið tamarhald á, soleiðis at munurin niður til Tjaldur alla tíðina var eini 3-4 mál. Sum skilst á lagnum, so var talan ikki um nakran serliga væl spældan dyst [...] dyst. Talan var ofta um sera rokut spæl, og hetta hóvaði ikki gestunum, sum ikki høvdu serliga nógv fólk at taka av, og sum tí møddust skjótari enn hoyvíkingarnir. So er spurningurin, hvørt støðan hjá [...] hjá Tjaldri verður betri, nú fótbólturin er farin aftur um bak, ella um liðið aftur í ár skal vera botnproppur í deildini, eftir at teir annars søgdu farvæl við hendan leiklutin í fjør.
at hetta var eitt slag av undanframførslu til steypafinalurnar í flogbólti, har bæði liðini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum. Og skal metast eftir dystinum sunnudagin, so er eingin sum helst ivi um, at [...] nevnliga ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt sterkara sunnudagin. Snøgt sagt, so spældu fuglfirðingar sum teimum lysti, og tó at sørvingarnir stríddust, so tóktist hetta ikki at muna tað allar minsta [...] Sjálvandi var talan eisini um dyst millum tey bæði liðini, sum liggja ovast á stigatalvuni, men her munurin longu nú somikið stórur, at tað skal nakað væl meira enn eitt undur til, um nakað av hinum liðunum
stendur í § 7 í "Løgtingslóg nr 67 frá 10. mai 2000 um Dagstovnar og Dagrøkt" at kommunan kann geva stovnum loyvi at seta á stovn dagstovn um hetta ikki er vilji landstýrisins ? Hvørjir stovnar kunnu fáa [...] rekur Landssjúkrahúsið ? Vónandi ber til at fáa svar uppá hesar spurningar. Um áhugi er fyri at hoyra meira verður pallborðsfundur um evni í Norðurlandahúsinum 30. januar kl. 19.30. Vegna Foreldrafelagið í [...] eru ávís ting, sum kunnu verða trupul at skilja, og vilja undirritaðu heita á landsins mynduleikar um at hjálpa okkum: 1.Hví kann landsfyritøkan Landssjúkrahúsið ikki gera íløgur í ein barnaansingarstovn