Hondbóltur-menn
Hoyvíkingar hava nú tvær ferðir havt heimavøll í nýggju høllini, og higartil hevur úrtøkan verið full hvørja ferð. Sunnudagin vitjaði Tjaldur í dystinum, sum varð útsettur frá leygardegnum, og tó at tað ikki var talan um so øgiliga sannførandi spæl frá hovyíkingunum, so megnaðu teir aftur at vinna sær tvey stig.
Tað vóru fyri tað mesta teir heimaliðnum, sum vóru á odda. Tjaldur spruttaði eitt sindur fyrstu løtuna, men eftir hetta hevði heimaliðið tamarhald á, soleiðis at munurin niður til Tjaldur alla tíðina var eini 3-4 mál.
Sum skilst á lagnum, so var talan ikki um nakran serliga væl spældan dyst. Talan var ofta um sera rokut spæl, og hetta hóvaði ikki gestunum, sum ikki høvdu serliga nógv fólk at taka av, og sum tí møddust skjótari enn hoyvíkingarnir.
So er spurningurin, hvørt støðan hjá Tjaldri verður betri, nú fótbólturin er farin aftur um bak, ella um liðið aftur í ár skal vera botnproppur í deildini, eftir at teir annars søgdu farvæl við hendan leiklutin í fjør.