sjálvur, sum hevur biðið um at sleppa aftur til Molde, men óvist er, um rúm er fyri honum har. Lániavtalan við AaFK gongur út 19. juli. - Umboðsmaðurin hevur givið okkum boð um, at Sonni vil sleppa at royna [...] Molde segði, at hann var ovfarin av tí, sum Sonni Ragnar hevði víst í Ålesund, men var bangin fyri, at hann nú hevði ov nógvar verjuleikarar í hópinum. - Vit hava fýra sera góðar miðverjar sum er. Vit skulu [...] helst ikki enda í tí støðu, at vit hava fimm ella seks. Helst kundi eg hugsa mær tríggjar, harav tveir spæla fast, segði Ole Gunnar Solskjær. Okkurt bendir tí á, at onkur fer at sita eftir við svartaperi
verður helst onkur góð søga at hoyra eisini. Rithøvundurin, Oddfríður Rasmussen, fer at lesa yrkingar klokkan 19, og hann fer eisini at hugleiða um tað at seta orð saman. At enda fara Ravnar at spæla góðan [...] sambandi verður eisini skipað fyri tiltaki í hølunum. Tað siga tey, sum standa aftan fyri hesa forvitnisligu kafé-verkætlan í Skálavík. Eftir at dyrnar eru latnar upp klokkan 15, koma spælimenninir, Eyðstein [...] eru vælkomin á Caféina á Mølini. Her fært tú altíð ein góðan kopp av kaffi og okkurt gott afturvið, siga eigararnir av nýggju kafé’ini. Sambært Facebook-síðuni - Caféin á Mølini - verður opið frá sunnudegi
eru lidnar, ber til at siga nakað endaligt um støðuna. Stjórin veit ikki at siga, hví farmaskipið ávegis inn á Havnina vendi við aftur og har rendi upp á grótkastið. Hann sigur, at helst var tað orsaka [...] eingin fólkaskaði var, og víðari at eingin umhvørvisskaði stóðst av hendingini, sum man kundi stúrt fyri fór at henda. Og til síðst er hann fegin um, at kundarnir ikki fara at merkja stórar seinkingar orsaka [...] vegin, so at vørurnar koma út. Kanska onkur smávegis seinking er, men eg vænti ikki okkara kundar koma at merkja hetta nakað serligt, sigur Bogi Nielsen. Hann sigur seg fyrst og fremst fegnast um, at eingin
tað ikki so lætt at fylgja við, sum tað plagar at vera. Blikur, Falkur, Tambar, Beinta og onkur annar bátur vóru leingi væl við, men fram ímóti málinum vóru tað Falkur og Tambar, sum vóru í øgiligari kapping [...] kapping um sigurin, meðan Blikur, sum var fremstur tvær tær undanfarnu ferðirnar, datt eitt sindur afturum. Falkur úr Hósvík var akkurát frammanfyri Tambar hjá Knørrafelagnum. Hetta var fyrsti sigurin
setanarskriv, at arbeiðsdagarnir eru óforsvarliga langir, at allir ikki fáa løn til tíðina og at øll heldur ikki fáa somu løn. Rasmus Rasmussen vísir øllum atfinningunum aftur. - Tað kann vera, at onkur av teimum [...] teir sjey bilarnir, sum koyra inn og út, neyðugu trygdarútgerðina, so sum maskur, og bilførararnir hava neyðugu armbondini, sigur Rasmus Rasmussen. - Eg tori at halda upp á, at øll, sum koyra fyri I.R. Lastbilar [...] í lagi. Um onkur trygdarviðurskifti ikki eru, sum tey skulu, er tað ábyrgdin hjá NCC, sigur hann. Rasmus Rasmussen sigur, at arbeiðið hjá lastbilaførarunum er skipað eftir somu vaktum, sum starvsfólkini
hann ger tað, fer eisini hann at siga nøkur orð. Eftir at fyrsta skoti, verður ein drekkamunnur at fáa í Meginskúlanum, og er tað onkur, sum vil hava orðið har, fer tað eisini at bera til. [...] Sum vit skrivaðu fyrr í dag, verður tað hósdagin, at fyrsta skotið verður latið av í samband við at farið verður undir at bora av Sandoyartunnilin. Tað er nakað síðani, at sjálvur arbeiðsvegurin niðan [...] fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at flyta fram røðu. Og tað verður Páll á Reynatúgvu, einasti løgtingsmaður úr Sandoynni, og Løgtingsformaður, sum fær heiðurin at lata fyrsta skotið av, men áðrenn hann
undirtøka fyri. Bústaðarskylda merkir ikki, at tú sjálvur býr í øllum húsum, tú eigur. Tað merkir at onkur býr í húsunum, sum er skrásettur í fólkayvirlitinum at búgva í kommununi. Eigur tú trý hús kanst [...] býráðsfundi. Orsøkin er, at nógv hús í Havnini, eins og í mongum av bygdunum, standa tóm. Nógvir spurningar taka seg upp í sambandi við eitt slíkt mál. Í fyrsta lagi er at siga, at talan verður ikki um b [...] úti á Reyni og í Nólsoy. Vit vilja tryggja okkum, at tá ið kommunan stykkjar út eitt nú sum vit gera í Nólsoy, at bústaðarskylda verður lýst. Hetta fyri at tryggja trivnað og fólkavøkstur í oynni. Somuleiðis
Tórfinn Smith, sála, sum tá var formaður í havnarnevndini at vita, hvat hann helt. Jú, eitt sera gott hugskot. Tvær vikur seinni ringdi Tórfinn Smith at siga, at nú varð avgjørt, at bryggjan eitur »Ska [...] dámdi slett ikki gongdina við, at allar vinnufyritøkurnar verða seldar av landinum, fyri at onkur skal tjena skjótar pengar, men hevði ein serliga skemtiligan máta at siga tað uppá, sjálvt um hann meinti [...] og eisini fyri at rósa. Einaferð hevði blaðstjórin á Sosialinum skrivað um Atlantic Petroleum, sum hevði fingið nýggj skrivstovuhøli í húsunum hjá Wellejus niðri í Gongini. Skrivað stóð, at skrivstovan var
punum koma heim at landa fyrst í næstu viku, og fimmta skipið kemur í aðru viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men onkur fer væntandi út [...] út aftur í næstum. Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað er undir Føroyum, og hitt fiskar sum nevnt í Eysturgrønlandi, har tey fýra ísfiskalínuskipini eisini hava fiskað [...] Ivasamt er tí, um tað verður nakar serligur útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Johan Mortensen, veit eisini at siga, at Miklagarður skjótt kemur at hava nakað av svensku sildini hjá Tavuni, sum er skorin og kryddað í Leirvík og latin í gløs í Svøríki, at selja sínum viðskiftafólkum [...] Tavuni í Leirvík, vísir á, at framleiðslan, sum verður vald til at vera ársins sild, liggur á sera høgum gastronomiskum støði, og hann vísir á, at tað er ambitiónin hjá Tavuni, at ársins sild í 2019 skal [...] rin, at onkur av frægu føroysku kokkunum eisini verður við í hesi ætlan, tí tað vekir nevniliga ans í Svøríki, at Føroyar hava eina Michelin-stjørnu. Jóan Magnus Rasmussen, sølustjóri, sigur, at Tavan