Allir, sum koyra fyri I.R. Lastbilar í dag, eru nøgdir við arbeiðsumstøðurnar, sigur Rasmus Rasmussen, stjóri hjá I. R. Lastbilum.
Lastbilaførarar hava sagt Miðlahúsinum frá, at teir koyra uttan setanarskriv, at arbeiðsdagarnir eru óforsvarliga langir, at allir ikki fáa løn til tíðina og at øll heldur ikki fáa somu løn. Rasmus Rasmussen vísir øllum atfinningunum aftur.
- Tað kann vera, at onkur av teimum, sum er byrjaður seinastu tvær vikurnar ikki hevur fingið setanarskriv, men so vítt eg veit, koyra allir nú við setanarskrivi. Onkur hevur verið, sum ikki vildi skrivað undir setanarskrivið, men tað má so verða upp á teirra rokning, sigur hann.
- Øll míni viðurskifti eru í lagi. Um onkur trygdarviðurskifti ikki eru, sum tey skulu, er tað ábyrgdin hjá NCC, sigur hann.
Rasmus Rasmussen sigur, at arbeiðið hjá lastbilaførarunum er skipað eftir somu vaktum, sum starvsfólkini hjá NCC hava, tað vil siga, at tey arbeiða í 12 tíma vaktum.
- Um onkur kanska tekur sær eyka tímar, er upp til bilføraran sjálvan. Tað lættir sjálvandi um hjá mær, um onkur bilførari manglar, men eg trýsti ongan til at arbeiða longur, enn teir sjálvir vilja, sigur stjórin.
Hann sigur, at í løtuni hevur hann 12 lastbilar knýttar at arbeiðinum í Eysturoyartunlinum. Sjey teirra koyra fast inn og út úr tunlinum, meðan fimm eru knýttir at øðrum arbeiðið í samband við tunnilin.
- Øll vanlig trygdarútgerð er í bilinum, so sum eldsløkkjari og annað. Eyka trygdarútgerð, sum krevst í samband við arbeiðið inni í tunlinum, er ábyrgdin hjá NCC, men so vítt eg veit, so hava í øllum førum teir sjey bilarnir, sum koyra inn og út, neyðugu trygdarútgerðina, so sum maskur, og bilførararnir hava neyðugu armbondini, sigur Rasmus Rasmussen.
- Eg tori at halda upp á, at øll, sum koyra fyri I.R. Lastbilar á Hvítanesi í dag, eru nøgd við sítt arbeiði og sínar arbeiðsumstøður. Tey fáa øll løn til tíðina, bæði føroyingar og útlendingar, og tey fáa øll somu løn fyri sama arbeiði, sigur hann, og vísir sostatt øllum atfinningunum frá sær.
- Um onkur er, sum er ónøgdur, skulu tey vera vælkomin inn á skrivstovuna hjá mær til eitt prát, sigur Rasmus Rasmussen.
Les meiri um málið í Vikuskiftissosialinum.