Heðin Mortensen, at eisini Havnin skuldi fáa sín ríviliga part av hesum menningarkvotum og tað kom eisini at standa í samtyktini í Løgtinginum, at Suðurstreymoy er eitt av teimum plássum, sum kunnu fáa me [...] hjá býráðnum, skuldi vera tann fyrsti at siga, at tað skal ikki vera meiri fiskivinna á Vestaru Bryggju, tí tað var ikki pláss. –Tað er rætt, at tað er ein landingarmiðstøð á Vestaru Bryggju, men har fer [...] Heðin Mortensen helt, at tað var gleðiligt at hann hálsaði um so skjótt, tí vit hava brúk fyri meiri fiskivinnu í Havnini. Tá ið onkur hevur verið ov bráðræsin, er tað gleðiligt at tey kunnu ganga í seg
Nógv munnu vit vera, sum droyma um eini jól við kava, men satt at siga sær tað út til, at tað í ár verður við dreymin. Vit hava hugt eftir fleiri langtíðar forsøgnum, men eingin teirra lovar okkum kava [...] Síðani verður turt og onkur sólglotti, áðrenn tað aftur fer at regna út á kvøldið. Hitin verður um 6 stig allan dagin. Amerikanska Accuweather gevur eina lítla vón, tá teir skriva, at jólaaftan verður møguliga [...] luftini. Hitin verður um fimm stig, niður móti frostmarkinum um náttina. So er at seta sítt álit til amerikumenn, um ein, sum Bing Crosby, droymir um eini kavajól.
vísa, at samgongan leggur nógv fyri, fyri at fáa uppskotið samtykt. - Tað merkist, at vit nærkast endanum og avgerðin um at hækka menningarkvoturnar og at nevna økini í viðmerkingunum vísir, at samgongan [...] samgongan ger øgiliga nógv fyri at tryggja sær 17 atkvøður. Hetta er ein roynd at fáa tey síðstu umborð, uttan at missa nakran á hinum borðinum, sigur hann, sum tó sigur at Reiðarafelagið hevur eitt ávíst forstáilsi [...] skipan sum er galdandi, vit hava einki val, sigur hann. - Vit hava longu hoyrt, at bæði JFK og Palli já Mariannu siga seg ivast í, um pláss er fyri tveimum skipum. Soleiðis fara vit at síggja, at reiðaríini
2018. – Fiskurin, sum møguliga er sloppin, vigar í miðal 1,8 kg, og skuldi hent seg, at onkur hevur fingið fatur á laksi frá alibrúkinum, verður mælt til at beina henda burtur, siga tey á Bakkafrost. [...] og illgruni er um at fiskur er sloppin úr tí eina ringinum. Hetta upplýsir Bakkafrost í morgun. Hesin fiskurin er nýliga viðgjørdur við heilivági ímóti laksalús og verður tí frárátt at nýta henda fisk til
Í dag er meiri ferðsla í undirsjóvartunlunum, enn tað plagar at vera leygardagar. Stóri tunnilsdagurin er ídag. Tað vil siga, at tað er ókeypis at koyra í báðum undirsjóvartunlunum – Vágatunlinum og N [...] prísurin 100 krónur. At tað uppundir henda leygardagin hevur verið gjørt nógv burturúr at lýsa man boða frá, at handilslívið og onnur, sum skipa fyri tiltøkum, rokna henda leygardagin at vera ein av teimum [...] nlunum er turt og trygt at koyra. Landsverk sigur, at tað er hált í støðum um alt landið, og tað verður heitt á bilførarar, um at koyra varliga. Í ár hevur tað verið ókeypis at koyra í Vágatunlinum le
brúkarum fyri at kunna greina, hvussu sjúklingar uppliva at vera sendir av landinum. Tí vónar Krabbameinsfelagið, at fólk, sum hava verið uttanlands í slíkum ørindum, vilja geva sær stundir at svara spurnablaðnum [...] spurnablað til sjúklingarnar. - Spurnarblaðið vendir sær til fólk, sum búgva í Føroyum og sum hava verið noyddir at fara uttanlands at verða kannaðir og/ella viðgjørdir fyri eina likamliga sjúku. Kanningin [...] á hesum øki. - Tað tekur umleið 10-15 minuttir at svara spurnablaðnum, og tú verður dulnevnd/ur. Avvarðandi kunnu hjálpa við at svara, um tað er onkur, sum ikki er tryggur við tað tøkniliga. Um heimsíðuna
So nær, at stig nú eru tikin til at tryggja, at tað hendur fyrr heldur enn seinni. Eingin chefspolitiinspektørur er settur í starv síðani Niels Erik Nymark Jensen gavst fyrr í ár. Orsøkin er, at man frá [...] í trý ár, sum síðani bleiv longt við tveimum árum, og so Niels Erik Nymark Jensen, sum bleiv settur í trý ár, men valdi at fara fyri tíð, greiðir John Kølbæk frá. John Kølbæk greiðir frá, at teir so stóðu [...] fleiri føroyingar eru, sum lúka formligu krøvini, sigur fútin og váttar, at fleiri føroyskir løgreglumenn eru í ferð við at nema sær neyðugu útbúgvingarnar. Hetta er ein liður í at gera løgregluna meiri føroyska
trupult at finna høvi at steðga øðrum at koyra ávirkað. Og tað kann kennast pínligt at leggja seg útí. Ein máti er at fáa plakatir, klisturmerki og tatoveringar frá Ferðslutrygd á rff@rff.fo ella við at ringja [...] í lagi at seta seg við róðrið við einari alkopromillu skeivu megin 0,2. Tað siga heili 92% av føroyingum, sum ikki góðtaka koyring við rúsdrekka í blóðinum. Hetta vísir nýggj hugburðskanning sum Ráðið fyri [...] føroyingar á at steðga rúsdrekkakoyring. Ein skeiv avgerð kann broyta nógv, og øll kunnu vit gera mun. Umframt sjálvandi bilførarar, kunnu tey, sum eru rundan um, eisini gera sítt til at forða øðrum at seta seg
við fyrivarni, at hann úttalar seg, tí tey eru ikki heilt liðug at nærlesa sáttmálan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og vísir á, at har eru fleiri munir á sáttmálunum, ið ger tað torført at samanbera teir [...] føðing. Tað vil siga 24 vikur aftaná føðing. Hesi tingini hava tey ikki við, so tað er torført at rokna hesi viðurskiftini upp móti hvørjum øðrum, sigur Súni Selfoss. Súni Selfoss upplýsir, at sum formaður er [...] vit hava, so kann eg í fyrsta eygnakasti ikki siga, at tað er so stórur munur á. Men vit fara at nærlesa hetta meira, og um tað er neyðugt at koma við viðmerkingum til Fíggjarmálaráðið, so gera vit tað,
snópisligt, tað má eg siga. Vit royna at halda prísinum niðri og seta enntá pengar í tiltakið, fyri at tað ikki skal vera ov dýrt. Tá er tað sera harmiligt at uppliva, at summi royna at vinna sær pengar upp [...] tað eyka keðiligt at uppliva, at onkur keypir innundir seg við vinningi fyri eyga, og harvið heldur øðrum frá at sleppa framat, sigur Bárður Højgaard. Hetta er tó ikki ein trupulleiki, sum kemur ofta fyri [...] varugur við ein heldur løgnan profil á Facebook, sum seldi atgongumerki til Jól við Løkin. - Ein vinmaður skrivaði, at hann var í samband við ein, sum var klárur at selja atgongumerki fyri 1000 krónur. Um tað