Starvsmannafelagið gjørdist longu í farna mánaði fyrsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið fekk semju í lag við Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum, tá partarnir skrivaðu undir ein tvey ára sáttmála, ið gav limir felagsins eina lønarhækkan á 2,3 prosent fyrra árið og 2,5 prosent seinni árið.
Í gjár gjørdist Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar næsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið undirskrivaði eina avtalu við Fíggjarmálaráðið. Við útvarpstíðindini í Kringvarpinum í gjár segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at talan er um eina lønarhækkan á knapt fimm prosent árliga í tvey ár. Tað vil siga eina lønarhækkan yvir tvey ár á umleið tíggju prosent.
Hóast tað sostatt tykist, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur fingið eina munandi betri avtalu enn Starvsmannafelagið, so metir Súni Selfoss, at tað ikki er serliga stórur munur á semjunum, eftir at tey í Starvsmannafelagnum hava nærlisið semjuna frá í gjár.
- Vit eru ikki heilt liðug at lesa sáttmálan, tí her nógv tekniskt í honum. Men í fyrstu atløgu vil eg siga, at eg veit ikki, um tey hava fingið ein so nógv størri lønarvøkstur enn vit hava, sigur Súni Selfoss, stjóri í Starvsmannafelagnum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum leggur dent á, at tað er við fyrivarni, at hann úttalar seg, tí tey eru ikki heilt liðug at nærlesa sáttmálan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, og vísir á, at har eru fleiri munir á sáttmálunum, ið ger tað torført at samanbera teir.
- Tað eg havi hugt eftir higartil, so eri eg komin til, at tey hava ikki fingið so øgiliga nógv meira. Tey hava fingið 1500 krónur í einum, ið varðar í tvey ár, meðan okkara limir hava fingið 1449 krónur yvir tvey ár. Har eru 51 krónur á muni, sigur Súni Selfoss og leggur afturat.
- Men sum eg dugi at síggja, so fáa leiðararnir nokk so nógv hjá teimum, meðan lág- og miðallønt fingu líka nógv sum tey hægstløntu hjá okkum.
Harumframt hevur Starvsmannafelagið fingið ymiskar aðrar ágóðar í nýggja sáttmálan, ið sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki hava, sambært Súna Selfoss.
- Vit fingu lønarstig til álitisfólk og fýra vikur eyka til barsil við fullari løn eftir føðing. Tað vil siga 24 vikur aftaná føðing. Hesi tingini hava tey ikki við, so tað er torført at rokna hesi viðurskiftini upp móti hvørjum øðrum, sigur Súni Selfoss.
Súni Selfoss upplýsir, at sum formaður er hann nøgdur við avtaluna hjá felagnum, men um tað vísir seg, at hon er verri enn tann hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, so verður tað tikið upp á rætta stað.
- Ikki fyrrenn onkur kann siga mær, hvat tey hava fingið meira enn vit hava, so kann eg í fyrsta eygnakasti ikki siga, at tað er so stórur munur á. Men vit fara at nærlesa hetta meira, og um tað er neyðugt at koma við viðmerkingum til Fíggjarmálaráðið, so gera vit tað, sigur Súni Selfoss, ið tó eisini upplýsir, at fakfelagið ikki hevur nakra avtalu við Fíggjarmálaráðið um, at samráðingarnar við onnur fakfeløg kann fáa ávirkan á teirra sáttmála.