eru eisini heilt øðrvísi. Tað liggur nakað ósekt aftanfyri. Tey halda eisini ofta, at eg eri sjúk í eyganum, men tað eri eg ikki, slær Bergljót fast. - Fólk eru so óumhugsin, tey hugsa ikki um, hvat tey [...] noyddist at leita eftir tí. Tað mest ræðuliga var tó ikki tað, at eg misti tað, men heldur tað, at eg visti ikki, um tað var brotið ella ei. Tað var tað so ikki í hasum førinum, men eg havi onkuntíð mist eitt [...] gingið við henni í eina tíð. Antin tí at hon ikki passaði so væl kortini, ella tí liturin ikki líktist hinum eyganum. Men nú er alt hatta ikki nakar trupulleiki longur. Bergljót sigur, at hon var hjástødd
NÚ er ikki heilt rætt at samanbera okkara grindadráp við kópa- og stórhvalaveiðu hjá teimum innføddu fyri norðan, sum ikki hava so nógv annað at liva av. Tað ger kortini ikki virksemið hjá hesum umhvø [...] skil í hesum torføra máli. Illstøður, sum helst vilja taka seg upp, megu ikki koma at ganga út yvir ósek fólk og mugu heldur ikki koma at geva umhvørvisfólkunum vind í seglini. Tað er eingin løtt uppgáva [...] umhvørvis-málum, men tá ræður um grindina og oljuna eiga vit ikki at geva eftir. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi. Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga
tað var ikki tí, tað hendi so øgiliga nógv allatíðina, fortelur abbin, Thomas Michael Smith. - Eg haldi vit hava lyndi til at gloyma, hvussu hugnaligt tað kann vera bara at vera saman og gera heilt vanlig [...] hvønn dag, nú hon skuldi ferðast í Føroyum í 14 dagar. Mia byrjaði longu at tekna í bókina, meðan hon sat í flogfarinum á veg til Føroyar. Hon teknaði eitt fínt flogfar og niðriundir skrivaði Mia, "Nú flúgva [...] síggja og lesa um hesar dagarnar. Bókin er gjørd soleiðis, at øll børn kunnu vera við - eisini tey, sum ikki duga at lesa, tí tekningarnar hjá Miu og abbanum fortelja eina rúgvu av søgum. Lítla Mia helt á at
hitaði upp, Matti Raita stóð í einum trappustiga og hongdi eina diskokúlu upp, meðan Peter Tegnér sat í einum stórum túll-skjúrti og í kovboyhatti og spældi gittar. Tú fekst kensluna av at hava fingið [...] fingið eitt backstagepass. So knappiliga kom gongd í, og leikurin byrjaði við sangi. Talan var ikki um eina vanliga søgugongd, men heldur um tríggjar kvinnur, ið framførdu ymiskt fyri og saman við áskoðarunum [...] sterkari finskari dialekt. Eisini sangurin var sera góður. Her var serliga røddin hjá Lotten Roos heilt framúrskarandi. Hennara tulkingar av ymiskum tónleikagreinum var ein stór frægd, og førleikin at syngja
Væntaði satt at siga, at nú fór borgarstjórin at fáa eitt herðaklapp fyri sína djørvu avgerð, men tað øvugta hendi. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann var settur í ringt ljós, og tú fekst fatan av, at her [...] havnaøkinum í Fuglafirði eins og alla aðra staðni í landinum. Ella tað er hon kanska ikki? Hon er kanska bara vøkur orð, sum ikki eiga at verða tikin í álvara? Eg haldi, at útvarpsmaðurin skyldar borgarstjóranum [...] gjørt, var, at hann hevði steðga einum lógarbroti, og tað er hann sum evsti ábyrgdari av havnalagnum ikki bara í sínum fulla rætti til at gera, -tað hevur hann skyldu til! Tí umhvørvislógin er væl galdandi
fyri seg, so sat áskoðarin alla tíðina við varhuganum av, at Kyndil hevði tað størra yvirskotið. Tær fluttu seg betri og arbeiddu mera í verjupartinum, og í álopspartinum vóru tær ikki heilt so einstáttaðar [...] einasta liðið, sum VÍF enn ikki hevur fingið stig frá í ár, og megna tær grønu at halda fast um hesa gongdina sunnudagin, fer av álvara at síggja heilt ljóst út hjá teimum grønu. Ikki minst man hetta kennast [...] teimum 20 kyndils-málunum, og har hon ikki sjálv skeyt, mundi hon eiga næst seinastu hondina á í øllum førum 80% av møguleikunum, sum Kyndil hevði. Tað er tó ikki nakar spælari, sum púrasta einsamøll ger
mikukvøldið, so eg fari ikki at hyggja at dystinum. Eg haldi ikki, at ein eigur at blanda politikk og fótbólt, og ítrótt sum heild, saman. So eg leggi ikki nakað politiskt í henda dystin, hóast tað eru [...] Eg fari heilt víst til dystin, og satt at siga havi eg sjáldan verið so spentur í mínum lívi. Eg var niðri í Parkini í Keypmannahavn í 1990, tá Føroyar og Danmark spældu, og tað var eitt satt upplivilsi [...] síggja ótrúliga bangnir út, so um teir ikki royna at lumpa okkum, kundi tað í hvussu so er enda 1-1. Eg havi ongantíð tíð at fara at hyggja at fótbólti, so eg verið ikki til staðar á Tórsvølli í kvøld. Burtursæð
tit nú hava gjørt okkum greitt, at tað var alt samalt ov gott til at vera satt. Takk at tit hava gjørt okkum greitt, at tit ikki meina Visión 2015, Málstevnuálit og tílíkt í álvara. Takk at tit fingu steðgað [...] breiddi seg. Takk at tit hava gjørt okkum greitt, at føroyingar eiga ikki at kunna lesa heimsbókmentir á føroyskum. Og at tit ikki halda føroyskar bókmentir vera verdar at útflyta. Orsakið at eg lærdi [...] játta 1.000.000 krónur til bókmentatýðingar í 2008. Orsakið at vit hildu tað vera ov gott til at vera satt. Orsakið at vit hildu tað vera í tráð við Visión 2015. Orsakið at vit halda at føroyingar eiga at
sum var leigað frá Tórshavnar Ítróttarráð, var borðreitt fyri 325 gestum. Tey, sum ikki rúmtust inni í tjaldinum, sótu ikki við turran munn, men fingu ein bita uttanfyri. Tey, sum komu fyrrapartin, vórðu [...] skilamenn upp. Nógv vóru tey, sum ynsktu at bera fram heilsu til Mallu. Malla sat til síðsta mann Til borðhaldið, sum vardi í 4 tímar, sat Malla til síðsta mann. Tá onkur av børnunum spurdi hana, um hon var troytt [...] søguni. Másin sigldi úr Hvannasundi sum vant um níggju tíðina. Skjótt var báturin fullur og tey, sum ikki sluppu við henda túrin, máttu bíða til Ritan sigldi úr Norðdepli klokkan tíggju. Bæði Másin og Ritan
annað, at krígsfangar skulu latast leysir, og at tapararnir kunnu ikki fyribeinast. Tað hevði eitt nú borið í sær, at Saddam Hussein kann ikki fyribeinast, verður hann funnin. Harafturat var tað trupult hjá [...] irakar høvdu vant yvirgangsmenn, eisini limir í al-Qaeda. Enn hava amerikanararnir ikki kunnað prógva, at forsetin segði satt, siga eygleiðararnir. Nakrar ferðir hava teir tosað um, at hermenninir hava funnið [...] Tá amerikanski forsetin í næstsíðsta mánað boðaði frá, at nú var kríggj í Irak, sat hann aftan fyri skrivstovuborðið í Hvítu Húsunum. Nú hann boðaði frá, at hetta sama kríggið yvirhøvur er at enda komið