Væntaði satt at siga, at nú fór borgarstjórin at fáa eitt herðaklapp fyri sína djørvu avgerð, men tað øvugta hendi. Tað er ikki ov nógv sagt, at hann var settur í ringt ljós, og tú fekst fatan av, at her hevði hann ordiliga dummað seg.
Men tað, sum borgarstjórin hevði gjørt, var, at hann hevði steðga einum lógarbroti, og tað er hann sum evsti ábyrgdari av havnalagnum ikki bara í sínum fulla rætti til at gera, -tað hevur hann skyldu til! Tí umhvørvislógin er væl galdandi á havnaøkinum í Fuglafirði eins og alla aðra staðni í landinum. Ella tað er hon kanska ikki? Hon er kanska bara vøkur orð, sum ikki eiga at verða tikin í álvara?
Eg haldi, at útvarpsmaðurin skyldar borgarstjóranum í Fuglafirði eina umbering fyri hatta innslagið, tí um fjølmiðlarnir fara at eggja myndugleikunum at halda hándina yvir lógarbrot, hvar eru vit tá?