harímillum var gubbi mín Jóhann í Kálhaganum, ein sum onkran túrin hevur verið saman við pabba bæði til sjós og til bakka. Hartvig Poulsen, ein vinur hjá pabba, hevur eisini lagt árarnar inn fyri stuttari tíð [...] pund, kalvin bleiv heysaður og sendur niður til Danmarkar, tað kalvafiskaríið hevur verið meira stuttligt, enn tað er í dag. Hann var við ymiskum skipum til fiskarí upp gjøgnum árini, og tað var ofta heitt [...] ár 31. juli í ár. Pabba og mamma høvdu verið gift í 48 ár og 11 mánaðir, so tað restaði ikki nógv í til gullbrúdleypið hjá teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og
stríddist øll árini frá morgni til myrkurs fyri at skapa trivna, hugna og vælferð í okkara barnaheimi; og síðst, men so sanniliga ikki minst fyri tær bønir tú sendi upp til hin livandi Gud. Eitt sum hevði [...] stóru mannafjøld sum sýndi mammu tann seinasta heiður, takk fyri øll somul. Eg vil at enda takka øllum tykkum í grannalagnum, sum vóru so góð við mammu, takk til tykkum á Hædd fyri trúfesti ímóti heimi okkara [...] songarstokkin og segði frá søgum, og tá so eyguni tyngdust av svøvni, bað tú faðir vár, signaði meg og til seinast sang tú góða mamma eg vil sova ella nú dagurin at enda er, so lótust barnaeygu aftur, eymliga
føddur í Sumba í 1923, har hann eisini vaks upp. Sum heilt ungur fór hann til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív [...] Harranum til. Hann tosaði ofta um hesa tíðina suðuri á Tvøroyri, sum eina lívganar- og vakningartíð frá Harranum, har Harrin virkaði á ein serstakan hátt, og lívsins heilagu kreftir vóru útloystar til signingar [...] signingar og frelsu, navni Harrans fyrst og fremst til heiðurs og æru, sum eina sømir seg. Hann hevur síðani 1950 búð uttan slit í Havn, sama árið sum Judith og hann giftust og settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu
lagnusjúkan, meðan Sonni vaks seg til raskan mann. Sum stórur smádrongur fekk Sonni ávíst, at hann hevði sjúk nýru. Annars livdi hann sít vanliga lív. Sum bygdadrongur hjálpti hann til við øllum vanligum arbeiði [...] honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr í Onglandi. Heidi, sum giftist til Klaksvíkar og Vilbjørg og Jóhannes Einar [...] vit óiva havt ein slíkan vin. Á ólavsøku í 1991 lógu teir lið um lið á Ríkissjúkrahúsinum til skurðviðgerð. Til alla lukku gekk hetta væl og fekk Sonni nærum tvey ártíggjur afturat, vegna hendan ósjálvsókna
tær tann seinasta heiður, Turið. Orð eru fátøk í slíkari støðu, men prestur segði alt so væl. Hóast stutt skoðsbráð, megnaðu Jens Marni og Kim við vakra sanginum, sum var yrktur til Turið, saman við Vox [...] fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið varð nívdur av líknandi breki. Vit halda, at hesin sangur eisini so væl hóskar til tín, elskaða Turið: Lítla lívið, bjarta blóma, gleði [...] frið og góða hvílu, Jesus- pápin gevur mær. Frísk eg nú hjá Jesus bíði, fylgið honum til hin dag. Tá tit innar til Hann stíga, og vit samlast øll har glað. Vit fara allar at sakna teg Turið, men størstur
við mammu, tá ið babba fór og soleiðis fanst tú styrki til at liva, hóast lívið síðstu árini mangan mundi kennast tungt, bæði til sálar og serliga til likams. Fyri fáum døgum síðani, tá vart tú sera veikur [...] okkara og síggja børn okkara vaksa til. Takk fyri løturnar, Olaf. Takk fyri stuttligu løturnar, tær vóru mangar. Tú tosaði um gamlar Havnarmenn, ið dugdu so væl at taka til – tú tosaði um barna- og ungdómsár [...] frelst kann hvíla, trygg og glað Undurfult og stórt er navnið Jesus fagrari enn nakað annað navn. Heiður til Hann, nú og gjøgnum allar ævirnar Hetta dýra navnið trygt meg leiðir, gjøgnum storm og myrkur,
eg minnist til Eirik, var at hann var HB'ari um ein háls og plagdi at vera í Gundadali og hyggja, tá HB spældi, Eirik, Jákup og Atli vóru vinmenn og fylgdist næstan altíð, í hvussu so er til fótbóltsdyst [...] minnist sera væl tann dagin. Eirik, Oskar og eg smíðaðu saman tá og vóru vit bodnir út til svigarforeldrini hjá Eiriki til morgunkaffi. Tað var ein glaður og stoltur pápi. Eirikur nevndi onkuntíð, hvussu heppin [...] hevði møtt Leilu, har treivst hann væl. Hann reið eisini kapp, í skeið við Perlu og vann hann fleiri heiðursmerkir. Honum dámdi væl at vera saman við svágrinum, Bødvar, Brestur, Beinir og svigarinnuni
men hann hevði tó eitt langt arbeiðslív. Tórur fór til gravar úr Vesturkirkjuni. Nógv fólk vóru komin til jarðarferðina at vísa Tóri tann seinasta heiður. Byrjað varð við at syngja sálmin, Eg sigla man yvir [...] at fara av skipinum, sum ikki stóð til at bjarga. Eftir hesa hending fór Tórur um heystið til Grønlands við línuskipi. Hesin túrur bleiv nakað drúgvur, tað dró út til fyrstu vetrardagar, har kuldin setti [...] mínir longur aftur. Aftur til ungdómsárini. Tórur sleit sínar barnaskógvar úti á Heyggi á Selatrað. Sum drongur var hann við í leiki og fyrifallandi heimaarbeiði, sum hoyrdi til eitt húski í hálvtrýssunum
tiónirnar fyri soloklaver leygardagin 27. august kl. 19.30 í Læraraskúlahøllini. Konsertin er til heiðurs fyri listamálaran Eyvind Mohr, sála, ið var vinmaður Elisabeths. Eyvindur yndaði allan góðan tónleik [...] . Henda konsertin verður sunnudagin 28. august kl. 16.00 í Læraraskúlahøllini. Ókeypis atgongd er til báðar hesar konsertirnar. Mikudagin 31. august kl. 19.30 verða so tey bæði at hoyra í Norðurlandahúsinum [...] at fáa hesi bæði at vitja. Eisini er tað gott, at tey leggja okkurt eftir seg við at geva frálæru til ungu talentini á Tórshavnar Musikkskúla.
innihaldinum í hvørjari grein sær. Hetta minnisritið, Jóannesi Jacobsen, lektara á Fróðskaparsetrinum, til heiðurs, er eisini fyrsta bókaútgáva, sum hevur røtur í vísindavirkseminum í útbúgvingini í búskaparfrøði [...] sum eru avgerandi grundin undir teimum institutiónum og tí politiska regluverki sum fyriskipa rættin til vinnuligu gagnnýtsluna av náttúrutilfeinginum. Bókin er eindømi í føroyskari bókaútgávu, tí hon er [...] ella hvat vit so nevna tað. Sum tann nærlagdi búskaparfrøðingurin hann var, fór hann altíð eyðmjúkur til verka við virðing fyri vísindini, og hann var tí førur fyri at leiðbeina sínar starvsfelagar í flestu