Støðu sína til sjálvstýrissamtyktina byggir danski forsætisráðharrin helst í fyrstu atløgu á, at samtyktin sigur, at øll málsøki, uttan tey, ið knýta seg at fullveldistøku, skulu vera yvirtikin í seinasta [...] stovn at viga upp ímóti mista blokkstuðulinum. Peningur skal koma í búskapargrunnin frá yvirskoti í Landsbankanum, møguligum oljuinntøkum, sølu av privatum ognum og frá blokkstuðulinum. Men danski forsætisráðharrin [...] forsætisráðharrin heldur lítið um, at danir skulu senda blokkstuðul til Føroya at seta í ein grunn. Tí fer hann í røðu sínari at átala hesari ætlan. Poul Nyrup Rasmussen fer at gera greitt, at endamálið við b
Door hevur selt til kundar í eini 33 londum í øllum heimspørtum. Injektor Door flytur brátt framleiðsluna í egin høli. Nýggj framleiðsluhøll er nærum liðug. Hon verður tikin í nýtslu síðst í maj. Framlei [...] Í dag er framleiðslan og vøran komin í fasta legu. Síðani fyrstu trilvandi royndirnar í 1996 við smærri modellum, er nógv hent. Royndir vóru eitt nú gjørdar í svimjihylinum í Vági. - Síðani tá er nógv [...] eru við flutningi í so máta. - Einasti trupulleiki er, tá vit skulu flyta vøruna til onnur pláss í Føroyum, men hetta er bert ein lítil partur av framleiðsluni, sigur Lars Larsen. Í byrjanini fór framleiðslan
festararnar reka festini á sama hátt sum óðalsmenn, afturat aðrari vinnu og í frítíðini. Nógv tann stórsti parturin av jørðini í Føroyum er tí á hondum teirra, sum ikki reka vinnuligan landbúnað burturav. V [...] mæla til tað sama. Hetta er ein veruleikafjarður dreymur um eina tíð, sum farin er, tá ein hálvmørk kundi forsyrgja einum húski. Veruleikin er tann, at meginparturin av uttangarðsjørðini í Føroyum liggur [...] og eitt partafelag er tað umráðandi, at tað ber til lættliga at umseta partabrøvini. Innangarðs kann tó tvera gott at seta ávíst minstamark fyri sølu í tal av fermetrum. Frí umsetiligheit Óðalsfelagið
hann. Og hann metir ikki nakað vera til hindurs fyri, at tað, sum ber til í skipaferðsluni, eisini kann bera til í flogferðsluni. Um góða úrslitið hjá Maersk Air í fjør sigur nevndarformaðurin, at tann [...] oyting hjá føroyskum politikkarum er hend seinnu árini til fyrimuns fyri tey, sum ferðast loftvegis til og úr Føroyum, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air, Bjarne Hansen. Hann sigur, at fyrr var tað soleiðis [...] undanfarin landsstýri hava gjørt, sigur nevndarformaðurin í Maersk Air. Ferðaseðlaprísirnir skulu góðkennast av loftferðslumynduleikunum - í Føroyum av Vinnumálastýrinum. Men tað hevur fyrr gingið sera illa
Felagið er vorðið nóg stórt til at kunna flyta heimanífrá. Hetta segði nevndarformaðurin í Trygd, Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, tá tryggingarfelagið beyð til almenna móttøku í nýggju hølunum fríggjadagin [...] størsti partaeigarin í P/f TRYGD segði Astrup, sum tí eisini metti tað heilt náttúrligt, tá bankin var við til at fáa lív í aftur Trygd, tá føroyska tryggingarmonopoliið var avtikið í 1997. Hann vísti á [...] in í Trygd metti eisini, at tryggingarpremiurnar eru munandi lægri nú men legði aftrat, at tær í einstøkum førum eru lækkaðar ov nógv. Hann vísti annars á ta hepnu gongd, sum hevur verið í Føroyum, har
hevur upplivað í Herfølge, men hann heldur framvegis, at hann ikki hevur nakra framtíð í felagnum, sum hann fyri einum ári síðani var við til at vinna DM fyri. ? Í løtuni sær tað út til, at vit fara at [...] siga í fótbólti. Ikki minst hjá málverjum hava tær alstóran týdning. Jákup er ein góður málverji, og tað verður hann framvegis, um hann fer at spæla í útlandinum, ella um hann fer at spæla í Føroyum. Hvussu [...] tað verið púra greitt í einar tvær vikur, at Jákup ikki fer at halda fram í Herfølge. Jákup verður í Danmark mettur at vera ein góður málverji, og dygdirnar hjá fótbóltsspælarum í Danmark eru eisini kendar
er tí lítið at ivast í, at ítrótturin er eitt frálíkt umboð fyri Føroyar. Eitt nú ber neyvan til at gera upp í pengum, hvussu nógvar lýsingarkrónur skuldu til, fyri at geva Føroyum ta umrøðu, sum t.d. [...] føroyingar, tá HSF á vári í fjør boðaði frá, at nú fór arbeiðið kring A-landsliðið aftur í gongd. Eitt arbeiðið, sum annars hevði ligið stilt í nærum 15 ár. Eingin ivaðist í, at hetta fór at verða sera [...] ikki gjørdist um nakran sigur í undankappingunum, so vóru føroyingar tó vitni til, at landslið okkara saktans kundu standa seg í hesum høpi. At tey so avgjørt ikki gjørdu seg til skammar á nakran hátt, hóast
bert fólk búsitandi í Føroyum kunnað sett partapening í felagið. Endamálið við hesi broyting er m.a. at gera tað møguligt hjá stórum íleggjarum í útlandinum at gera íløgur í partabrøv í Atlantic Petroleum [...] Oljufelag Í stórari lýsingum í blaðnum í dag verður kunngjørt, at partapeningurin í felagnum nú skal hækkast munandi og at útlendskir íleggjarar nú eisini hava møguleika at seta pengar í føroyska oljufelagið [...] nevndin í tíðinik til 31. desember 2003 fær heimild til í einum ella fleiri umførum at hækka partapeningin nominelt við 100 mill. kr. Hesi partabrøv verða frítt umsetilig. Avmarkingar verða tó í atkvøðurættinum
staðið nakað í stað í fjør. (Hetta sæst í talvu aftast í ritinum.) Til dømis var prísurin á tí stóra toskinum 28 krónur kilo í meðal í februar í ár, sum er næstan 6 krónur meira enn somu tíð í fjør. Upsaprísurin [...] alifiski var eitt vet minni í virði í 2000 í mun til 1999. Útflutt vóru 27 túsund tons fyri 885 milliónir krónur í 2000 í mun til nærum 33 túsund tons fyri 885 milliónir krónur í 1999. Av tí at prísirnir [...] m er økt í mun til útgjaldingar í øðrum vinnum. T.d. er munurin millum meðal mánaðarliga útgjaldið í flakavinnu og handilsvinnu minkaður burtur í einki, og vøksturin í mánaðarútgjaldinum til hvørt arbeiðsfólk
Frants Larsen í Fuglafirði standandi í kjallaranum. Savnið verður at síggja á Varmakeldu. Í eini 40 ár hevur Jákup Frants savnað modellbilar, og tað hevur bara vundið upp á seg, soleiðis at hann í dag brúkar [...] brúkar fitt av tíð til at savna bilar. Hvørja ferð hann til dømis er uttanlands, fer ein fittur partur av feriuni til at leita eftir modellum, hann ikki eigur. Og eisini onnur eru komin upp í, greiðir hann [...] sonurin veit nágreinilia, hvørjar bilar pápin eigur í kjallaranum, hóast teir eru um fimmhundrað í tali. Vit fara niður undir, og Jákup Frants vísir inn í eitt rúm, sum er fult av lutum, hann hevur savnað