Jákup spælir fyri framtíðini

Og landsliðsvenjarin er ikki bangin fyri, at málverjin fer at verða arbeiðsleysur, tí tað ofta vísir seg at ganga skjótt við keypi og sølu av fótbóltsspælarum

 

Landsdystur


Næstsíðsta týsdag vistu vit her í blaðnum at siga, at nú var málverjin, Jákup Mikkelsen, vorðin arbeiðsleysur. Jákup kom týsdagin heim til Føroya, og saman við Kurt Mørkøre vandi hann við KÍ fyrrapartin av vikuni.

Um tað verður KÍ ellla okkurt annað av føroysku feløgunum, sum Jákup eftir summarsteðgin fer at verja málið fyri, ella um hann framvegis verður málverji í útlandinum, er ein opin spurningur.

Jákup Mikkelsen er bundin at Herfølge inntil síðst í hesum mánaðinum, og í løtuni er tað avgjørt ikki útilokað, at hann og familjan flyta heim aftur á klettarnar. Men landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, kvígur ikki fyri, at hesir báðir dystirnir ímóti Sveis og Jugoslavia eru teir síðstu hjá Jákupi Mikkelsen á landsliðnum:

? Royndirnar hava nógv at siga í fótbólti. Ikki minst hjá málverjum hava tær alstóran týdning. Jákup er ein góður málverji, og tað verður hann framvegis, um hann fer at spæla í útlandinum, ella um hann fer at spæla í Føroyum.

Hvussu metir tú vánirnar hjá honum at halda fram uttanlands?

? Um ein málverji verður seldur og keyptur er ikki altíð ein spurningur um dugnaskap. Tað er ofta ein spurningur um hepni og at vera tøkur røttu løtuna. Nú hevur tað verið púra greitt í einar tvær vikur, at Jákup ikki fer at halda fram í Herfølge. Jákup verður í Danmark mettur at vera ein góður málverji, og dygdirnar hjá fótbóltsspælarum í Danmark eru eisini kendar aðra staðni í Europa. Nógvar kappingar eru loknar, og longu nú eru feløgini farin undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Komandi mánaðirnar verður tað lívligt viðvíkjandi keypi og sølu, og tað skuldi ikki undra meg, um boð verða onkrastaðni frá eftir Jákupi Mikkelsen.

Men ávirkar tað støðuna hjá Jákupi á landsliðnum, at hann ikki longur er fyrsti málverji í Herfølge?

? Tú fært meg ikki at siga nakað um liðið ímóti Sveis. Heldur ikki um tað verður Jákup Mikkelsen ella Jens Martin Knudsen, sum skal verja málið. Men Jákup er ikki settur av í Herfølge, tí hann ikki er nóg góður. Venjarin hevur valt at spæla nýggja málverjan inn á liðið, nú teir fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Tað kann væl vera, at eg hevði gjørt tað sama, um eg hevði ábyrgdina av liðnum, sigur Allan Simonsen, sum í sama andadrátti undirstrikar, at Jákup Mikkelsen á ongan hátt hevur spælt seg av landsliðnum.

Men er tú ikki bangin fyri, at hugsanin um framtíðina fer at darva Jákupi í hesum báðum landsdystunum?

? Eg plagi at siga við spælararnar, at teir skula savna seg fullkomuliga um dystin, sum stendur fyri framman, og at teir einki skulu hugsa um møguleikarnar fyri at verða seldir. Um teimum gongst væl á landsliðnum, so er tað upplagt, at feløg aðra staðni fáa eyguni upp fyri teimum. Soleiðis rokni eg støðuna at vera undan hesum dystinum, og hon er ikki minst soleiðis hjá Jákupi Mikkelsen.

Jákup Mikkelsen sigur, at hann tekur tað róliga. Hann sigur seg vera fegnan um tað, sum hann hevur upplivað í Herfølge, men hann heldur framvegis, at hann ikki hevur nakra framtíð í felagnum, sum hann fyri einum ári síðani var við til at vinna DM fyri.

? Í løtuni sær tað út til, at vit fara at flyta heim, men eg eri opin fyri øllum. Vit vera í Danmark í nakrar vikur afturat, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður.