kom á staðið og royndi at fáa skil á menninar. Men tað eydnaðist ikki so væl, tí teir vóru sera druknir, og annar teirra var eisini sera illur í sær. Tað endaði við, at løgreglan tók báðar menninar við sær [...] sær á støðini, og hava teir sovið í brummuni í nátt. Annar teirra, tann sum var so illur í sær, fær eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Annars hevur samdøgri verið friðarligt hjá løgregluni [...] løgregluni – tó so, tann dagliga fráboðanin úr Trongisvági um seyð, sum gongur millum húsini og inni í urtagørðum og etur blómur, kom klokkan 15.55 í gjár.
fyri sættu ferð. Tað endaði við at Kingsley Coman bleiv avgerandi við sínum máli í seinna hálvleiki, og søkti landsmenninar úr Fraklandi. Tað gekk javnt á í fyrri hálvleiki. Eina løtu var Bayern omaná og [...] umkoll, men dóamrin segði nei. Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men nú var longri millum álopini hjá PSG. Tá ein tími var spældur bragdaði hjá Bayern, tá Kingsley Coman stútaði eitt innlegg í mál. [...] og tóktist koma til fleiri góðar støður. Aðrar løtur var PSG omaná. Millum annað tá Neymar var um reppið at skora, tá hann bleiv spældur leysur í vinstru. Beint fyri hálvleik vildi Bayern hava brotsspark
onnur eisini. - Eg má bara siga, at eg var sera bilsin av, hvussu væl hesir nýggju bólkarnir spældi. Eg var nærum tikin á bóli av teimum. - Eg haldi tí at tað var stórt spell, at ikki fleiri fólk vóru her [...] andaligum felagsskapi. Og at tað so kostaði 100 kr. at sleppa inn, tað hugsar eingin um, tá góður tónleikur er á skránni eitt heilt kvøld og til langt út á náttina. Umframt konsertina var eisini møguleiki hjá [...] høvið at vísa fram nakað av tí tilfarinum, tey liggja inni við. Fleiri av teimum nýggjaru og kanska eisini ókendu bólkunum vóru at byrja við. Men tað sum teir framførdu kom rættiliga óvart á Eyðun Jacobsen
Fólkaháskúli og MBF skipa fyri, og eydnast hetta væl, so verður kanska roynt aftur, møguliga við longri skeiðum. Skeiðið hevur rúm fyri 20 menningartarnaðum, og/ella sálarliga veikum. 10 uttan brek fáa [...] úr Noreg Íbla´sturin til at skipa fyri slíkum integreraðum skeiði er íkomin, tí ein arbeiðsbólkaur var settur, har Noreg, Svøríki, Estland og føroyar í felag kunnaðu seg um slík viðurskifti, eittnú skú [...] ni har, tí tey har hava slíkt integrerað skeið, ið tekur eitt ár. Nakað, ið hon legði til merkis, var, at menningartarnað har tóktust vera á høgum støði, um ein hugsar um teirra støðu. T.d. høvdu tey eitt
abbasynum, børnum, verbørnum, verforeldrum og konuni. Tað sigur Karlot Hergeirsson, sum hevur síni ættarbond í Nólsoy. Hvat var tað besta, sum hendi í 2023? - Tað er trupult nú í eini knappheit at taka nakað úr [...] at tað gagnar Føroyum uppá longri sikt. Gevur tú eitt nýggjárslyfti? - Nei, ikki sum so, men tað hevði verið gott, at mist nøkur pund og rørt seg meira. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024? - At tað gongur [...] heiður fyri meg. Tað er eisini ein framíhjárættur at hava kunnað verið við til at avlevera og endað stóru verkætlanina við Eystur-Sandoyartunlum - uttan nakran álvarsligan mannskaða. Hvat var tað keðiligasta
summir strangir. Hann byrjaði at ganga í haga saman við skilamonnum, tá ið hann var seks ára gamal. Í dag er hann 52, og tað var júst á føðingardegnum, vit seinnapartin mánadagin vitjaðu hann og hjálparmann [...] har út við 100 seyðir standa inni og fara at lemba. Hetta er seyður úr einum av teimum seks hagapørtunum í Funningi, nevniliga úr Heimara parti Inni í Haga, teir rópa. Tað eru eigarar úr hesum hagaparti [...] glarfiti, brundar glarfiti. Tí er tað ógvuliga umráðandi at velja út røttu brundarnar, eins og tað er umráðandi at kenna ærnar, ið skulu bera lombini. Petur Skeel sigur, at hóast tað er ógvuliga tíðarkrevjandi
saman. Lesið eisini: Fara nú at varðveita kioskina hjá Astu Í 1940 var kioskin útbygd. Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði útbyggingina, og tað er soleiðis vit síggja hana í dag. Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur [...] til ta upprunaligu lítlu kioskina átti H.C.W. Tórgarð, meðan tað var Rasmus hjá Funnings Jóannes (Thomsen) í Bøgøtu, sum smíðaði hana inni í stovuni hjá Jens Næss á Hoydalsvegnum. Síðan varð hon flutt [...] Tað var Jacob Danielsen, vanliga nevndur Jakke – ella bara G – føddur 4. juni 1887, sum við umsókn um byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig til at byggja kioskina. Hon læt tó ikki upp fyrr enn á ólavsøku 1935
Johansen, fyrireikari. Í kvøld var tað seinasta sett upp, og alt uttan tað allarseinasta sá út til at vera klárt. Onkur bólkur var og vandi inni í Kelduni, seinasta hond var løgd á húsvognaøkið, tjøldini [...] tjøldini vóru komin upp og gott lag var á fólki. Útlendsku nøvnini eru ikki komin til landið enn, men tað verður ikki nakar trupulleiki at fáa tey at lenda. - Tað verður ongin mjørki í morgin, slær Vinjard Johansen
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin, har prátað var við Petur Asbjørn Lervig úr Leirvík, sum er nýggi maðurin í ítróttartoyminum hjá Rás2 [...] fyri upptaktssamrøðunum, sum verða at hoyra ein tíma undan hvørjum effodeildarumførunum, sum verða tað sum eftir er av kappingarárinum. Klokkan 14 til 15 sunnudagin verða fleiri upptaktssamrøður, sum Petur [...] beinleiðis hava eitt høvið at hoyra samrøðurnar. Á hesari ljóðfíluni hoyra vit ein part av einari longri upptaktssamrøðu, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við næstformannin í ÍF, Leif André Eliasen
Vegna tær serligu umstøðurnar í samfelagnum verður mett, at setanartilgongdin tekur longri tíð enn vanligt. Ætlanin var, at komandi sóknarpresturin í Fuglafjarðar prestagjaldi skuldi taka við kallinum 1 [...] Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjald var úti á middegi í dag, hósdagin 30. apríl 2020. Tveir umsøkjarar vístu kallinum áhuga. Umstøðurnar eru serligar vegna Covid 19 [...] tænastu prestsins í sama rúmi samstundis, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, á folkakirkjan.fo.. Tað er fyrst og fremst í nærleika, at presturin skal møta sóknarbørnunum og viðskiftafólki kirkjunnar.