Champions League: Bayern fyri sættu ferð

Kingsley Coman søkti landsmennirnar úr Paris í Champions League finaluni

Bayern Munchen hevur í kvøld vunnið Champions League fyri sættu ferð. Tað endaði við at Kingsley Coman bleiv avgerandi við sínum máli í seinna hálvleiki, og søkti landsmenninar úr Fraklandi.

Tað gekk javnt á í fyrri hálvleiki. Eina løtu var Bayern omaná og tóktist koma til fleiri góðar støður. Aðrar løtur var PSG omaná. Millum annað tá Neymar var um reppið at skora, tá hann bleiv spældur leysur í vinstru. Beint fyri hálvleik vildi Bayern hava brotsspark, tá Kingsley Coman fór umkoll, men dóamrin segði nei.

Í seinna hálvleiki gekk eisini javnt á, men nú var longri millum álopini hjá PSG. Tá ein tími var spældur bragdaði hjá Bayern, tá Kingsley Coman stútaði eitt innlegg í mál. Fraklendingurin í Bayern Munchen stóð við aftara økið og sendi bóltin upp á tvør av málinum og í netið.

Seinni hálvleikur var merktur av nervum, og dómarin mátti seks ferðir í lumman eftir gula kortinum. Í fleiri førum blivu menn óðir. PSG hevði onkran møguleika, men Bayern vísti stryki og liðið bleiv ikki veikari av útskiftingum. 

Champions League finalan:

Paris Saint Germain – Bayern Munchen 0-1 (0-0)

0-1 Kingsley Coman, 59