endaliga farvæl til sama stríð. Men tað er nú kanska ikki heilt so vist kortini. Hoyvíkingar hava nevnliga kært tvær hendingar undir dystinum, og kravið frá teimum er, at felagið fær nýggjan dyst. - Í fyrra [...] sera avgerandi ávirkan á dystin, og vit duga ikki at síggja, hví hetta varð gjørt. - Tað er okkara áskoðan, at báðar hendingarnar hava sera avgerandi ávirkan á dystin, og tí hava vit kært, sigur Sunneva [...] fara í skjótálop, men tá ýlir klokkan hjá dómaraborðinum. Hetta tí eitt harpiks-lok var á vøllinum, og dómaraborðið vildi hava hetta burtur. - Her halda vit tað var skeivt av dómaraborðinum at steðga dystinum
Hann vil vaska talvuna reina og byrja av nýggjum Tobbi vil hava øll við – og tað er at kalla púra vist, at hann verður borgarstjóri aftur Einaferð í kvøld verður tað greitt, hvør verður borgarstjóri í [...] í Runavík hesi næstu fýra árini. Tórbjørn Jacobsen hevði eitt kanónval og fekk 461 atkvøður, og tað er hálvatriðju ferð meiri enn nakar annar fekk. Tað merkir samstundis, at Tórbjørn liggur væl fyri, at [...] borgarstjóran. Hinvegin hevur listin hjá Tórbjørn Jacobsen sjey býráðslimir, og sostatt hevur hann meirilutan einsamallur. Og hann fæst eisini til at siga, at tað vildi merkiligt, verður onkur annar valdur
Torkil Veyhe og teir úr Riwal Readynez. Hetta gjørdist dagurin, har teir mistu føraratroyggjuna, sum teir við Nicolai Brøchner annars vunnu sær á fyrsta teininum í gjár. SMS-dagbókin, sum in.fo og Torkil Veyhe [...] (tað vóru fýra avstað), og vit fingu samlað alt til endans fyri Brøchner (Nicolai Brøchner, red.). Tíverri eydnaðist tað ikki at vinna. Tann, sum bleiv nummar tvey í gjár, vann og fekk troyggjuna. Nú liggja [...] samanlagt, og so sleppa vit frá tí stóra arbeiðnum í morgin. In.fo: Súkkla tit fyri samlaða sigrinum, ella fara tit eftir teinunum? Torkil Veyhe: Ja, vit eru komnir fyri at vinna samanlagt, og nú mugu vit
hittast í næstu viku, og har fara vit at umrøða, hvussu leikur skal fara fram framyvir. Eg taki sjálvandi niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar, og vit fara at hittast og tosa um, hvussu Liljan [...] Jú, heilt vist ávirkaði tað, tá orrustan var, men eg haldi eisini, at hetta hevur víst, at Kringvarpið er ein sterk organisatión, har tað eisini valdaði friður beinanvegin eftir orrustuna, og at fólk gera [...] Grótinum vísir á, at Mentamálaráðið staðfestir, at Liljan Weihe ikki hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og at hon tí hevur sett trúvirðið hjá Kringvarpinum í váða. - Hetta grundgeva tey faktiskt við somu g
fangi hevði fingið fatur á dronuni og tikið hana inn í fongsulsklivan, sum var á fimtu hædd. Dronan hevði eina last upp á umleið eitt kilo. Umframt jarnsagablaðið og fartelfonina var eisini ein løðari [...] einum máli, har ein drona – altso ein fjarstýrdur mini-flúgvari – er brúkt at smugla eitt jarnsagablað og eina fartelefon inn í Nyborg Fængsel, skirvar TV2/Fyn. Um náttina 23. november í 2016 hoyrdu starvsfólk [...] løðari til telefonina, nakrir naglar, lím og eitt bit. Eftir at hava latið farmin, fleyg dronan avstaðaftur. Ein 29 ára gamal maður hevur nú fingið 40 daga treytaðan dóm fyri at hava flogið dronuna. Tann 30
Frí rúsdrekkasøla fer at avmarka úrvalið – Handlar skulu hava vinning og tí fara teir at hugsa mest um tað, sum fólk keypa mest av, og tí er vandi er fyri at úrvalið fer at versna. Hinvegin heldur Rógvi [...] Rúsan hevur nógvar stórrakstrarfyrimunir. – Vit keypa í stórum og tí fáa vit hampiliga góðar prísir. Samstundis verður farmur, handfaring og rakstrarútreiðslur, lutfalsliga minni, tí tað verður býtt javnt [...] keypt verður í stórum. Og verður ein serhandil í Havn, er eisini ein spurningur, hvussu tænastan verður til øll tey, sum búgva uttanfyri Havnina. – Skulu vit tosa um samhaldsfesti og at allir føroyingar skulu
instrumentborði og alu-look designi. Øll innrættingin er gjørd soleiðis, at bilførarin hevur eitt so gott og trygt arbeiðspláss sum gjørligt. Nógv er eisini gjørt burturúr kvalitetinum og ljóðdoyving. EcoDaily [...] meira enn eitt vist, als ikki sleppa at koyra. Í sambandi við G8-fundin í Italia fyrr í ár, har dálking og veðurlagsbroytingarnar vóru høvuðsevnið, vóru Iveco EcoDaily við elmotori sýndir fram og royndarkoyrdir [...] haldbaru og álítandi vørubilum á marknaðinum. Higartil eru meira enn tvær milliónir Daily seldir. Hesin nýggi EcoDaily sær heilt annarleiðis út enn forgangarin við størri kølaragittari, forlyktum og øðrum
Hvussu sært tú virksemið og leiklutin hja húsinum í framtíðini og í hesum sambandi, hvat kemur víðkanin av húsinum at týða? -Tann týdningur, sum Norðurlandahúsið hevur, fer púra vist at økjast, nú húsið megnar [...] at taka í móti fleiri og nógv størri ráðstevnum og tiltøkum. Eg kann minna á, at Norðurlandahúsið til dømis hevur hýst ráðstevnum, har ávikavist fyrrverandi forsetin Bill Clinton og Al Gore varaforseti hava [...] limur í stýrinum fyri Norðurlendska Mentanargrunnin og er sum nógv svenskir politikkarar sannur Føroyavinur. Spurdur, hvussu hann metir Norðurlandahúsið og leiklut tess í norðurlendska mentanarsamstarvinum
. Eitt humlunnar tempul av øli frá allari verðini og ein stór fjøld av fjepparum. Bæði danir og monopol-raktir føroyingar sóust at njóta leskiligar og spennandi bjór, eisini sterkari enn 5,8 % abv. Føroya [...] Eisini í ár var Føroya Bjór við og vísti fram síni sløg og greiddi annars frá um Føroyar sum góður ambassadørur. Øl-guru’in, Mikkel Bjergsø frá Mikkeller, var eisini við og tað munna vera nógv, ið fingu [...] 17 % alkoholi og óhugnaliga samansetta smakki. Heimsklassi! Og ikki at gloyma Beer Geek Brunch Weasel, ið er bjór tilsett vietnamesiska kaffi-slagið Ca Pe Chon, ið er rættiliga serligt og heimsins dýrasta
Virkið er stórt og hevur nógvar tilbygningar, og skal ein fara undir eina nýggja framleiðslu, so kemur tað at kosta. Roknast kann við, at tað kemur at kosta nógv. Tað er so heilt vist at tað verður ikki [...] stongt í sjey ár og í fjør leigaði Havsbrún virkið frá Føroya Banka til at frysta makrel og gullaks. Hetta gav nógv arbeiði á virkinum eina tíð. Virkið hevur sum nevnt ligið stilt í sjey ár og eingin hevur [...] men aftur at tí kemur so tað virksemi, sum Havsbrún skapar og tað er ikki so lítið. Tað umfatar m. a. arbeiði til smiðir og elektrikarar og annað gott.