Fjarðarvegi, sum er høvuðsvegurin. Løgreglan sigur, at bilførarin á persónbilinum varð førdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann varð útskrivaður aftur. Løgreglan heldur, at hetta var ótrúliga væl [...] væl sloppið, tí stoyturin var so harður, at bilurin hjá honum fór í pulvur. Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið sína treytaleysu víkiskyldu og tískil er væntandi, at hann
Løgreglan leitar eftir eini 15 ára gamlari gentu í Havn, sum hevur verið saknað í meiri enn eitt samdøgur. Seinast nakar sá hana, var stutt eftir midnátt mikukvøldið og tí eru tey bangin um hana. Gentan [...] og piercing í yvirvørrini. Hon er í einum svørtum jakka og lillalitaðar buksur, sum á myndini. Løgreglan sigur, at tey hava onga hóming av, hvar hon kann vera, men tey royna at leita hjá fólki, sum hon [...] Um tit vita nakað um Rebekku, vera tit biðin um at ringja til Føroya Politi á tlf. 114, sigur løgreglan
Tað var leygarmorgunin klokkan 04.30, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein persónur hevði hótt ein mann í Klaksvík við knívi. Løgreglan vildi ikki siga stórvegis um málið í gjár, men í morgun visti [...] avhoyrdur og leyslatin aftur, men er framvegis skuldsettur fyri hóttanir, herverk og fyri húsaófrið. Tá løgreglan kom á staðið leygarmorgunin, var friður beinanvegin. Vaktleiðarin helt fyri, at tað, at persónurin
Javnan hoyra vit, at løgreglan tekur bilførarar, sum koyra ávirkaðir við øðrum enn rúsdrekka. Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun er hetta hent tíggju ferðir higartil í ár. - Hetta ljóðar [...] vaktleiðarin fyri uttan at hava neyv tøl fyri onnur ár við hondina. Eftir midnátt í gjárkvøldið hevði løgreglan eisini eitt slíkt mál, og her var tað á leiðini við Skipaneskrossin í Eysturoy. - Her varð enn ein [...] tikin, sum nú verður skuldsettur fyri at vera rúsaður við øðrum enn rúsdrekka, sigur vaktleiðarin. Løgreglan leggur aftrat, at í slíkum føri missir viðkomandi koyrikortið treytaleyst í tvey ár.
morgun klokkan 07.20 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein rútur er brotin í løgtingshúsunum. - Um rúturin er brotin í morgun ella í nátt, vita vit ikki beint í løtuni, sigur løgreglan. Tá vit høvdu vaktleiðaran [...] aftrat, at tað vita tey helst nærri um eitt sindur seinni. Dagføring: Stutt eftir klokkan 08 visti løgreglan at siga, at ein persónur nú er handtikin í málinum. Viðkomandi hevði kastað ein stein gjøgnum rútin
skrivað, segði vaktleiðarin í morgun. Lagt verður aftrat, at løgreglan eisini var sjónlig í náttarlívinum í Havn í nátt, og her hevði løgreglan eitt mál um brot á skilhaldsreglurnar. [...] Í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna í Eysturoy, Havn og í Sandoynni, og her hevur ikki verið nógv at sett fingurin á. - Í Eysturoy steðgaðu vit einum bili, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður
Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum harðskapsmáli, har tann, ið løgreglan heldur hevur framt harðskapin, í løtuni situr í brummuni. Talan er um eitt mál, sum fór fram á einum skeinkistaði í Havn sunnunáttina [...] hava kanningar víst, at talan er um ein álopsmann. Hesin varð handtikin í gjár, og nú arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvussu hetta málið skal loysast. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at lø
fyri nýggju ítróttahøllina í Kollafirði. Løgreglan kom á staðið og koyrdi ein ungan mann til hús. Eftir hetta var friður. Klokkan fýra sunnumorgunin fekk løgreglan hendur á ein støkkknív. Drongurin, ið átti [...] løgregluna og segði, at hann varð provokeraður í heilum. Um tað helt fram, fór hann at nýta knívin. Løgreglan tók sjálvandi knívin frá dreinginum beinanvegin, tí tað er ikki loyvi at hava støkkknívar uppi á
Fríggjadagin fekk løgreglan fleiri fráboðanir um herverk á bilar í sama grannalagi Fríggjadagin var tað ikki stuttligt at vera bileigari í Vesturbýnum í Havn. Tá ið fleiri bileigarar komu til bilarnar [...] bilarnar, máttu teir sanna, at onkur hevði gjørt herverk á teir. Løgreglan í Havn sigur, at tilsamans hava tey fingið fráboðanir um herverk á átta bilar í Slættalíð, á Fugloyarvegi og í Dalatúni, sum alt eru vegir [...] vegir í sama grannalgi í vesturbýnum. Av tí, at talan er um sama grannalag, hevur løgreglan illgruna um, at talan er um somu gerningsmenn. Tað, teir hava gjørt við bilarnar, er at teir hava brotið spegl
Løgreglan fekk illgruna um, at bilførarin koyrdi ávirkaður, og tí vildu teir steðga honum. Men bilførarin aktaði ikki boðunum frá løgregluni, og hann helt tí undan við nógvari ferð. Av tí at ferðin var [...] var so nógv, og maðurin ikki var koyriførur, valdi løgreglan ikki at leggja ov nógv fyri í royndini at fáa bilin aftur. Teir koyrdu aftaná bilinum, men hildu eina ávísa fjarstøðu, so at bilførarin ikki skuldi [...] lættliga enda við eini vanlukku. Men alt fær ein enda, og tað fekk henda biljagstranin eisini, tá ið løgreglan at enda fekk fatur á manninum norðuri í Svínáum.