Hevur játtað seg sekan í máli um hóttan við knívi

- Persónurin, sum varð handtikin, er avhoyrdur og leyslatin aftur, men er framvegis skuldsettur fyri hóttanir, herverk og fyri húsaófrið, sigur løgreglan.

Tað var leygarmorgunin klokkan 04.30, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein persónur hevði hótt ein mann í Klaksvík við knívi.

 

Løgreglan vildi ikki siga stórvegis um málið í gjár, men í morgun visti vaktleiðarin at siga, at persónurin hevur játtað seg sekan í øllum, sum vaktleiðarin málbar seg.

 

- Persónurin, sum varð handtikin, er avhoyrdur og leyslatin aftur, men er framvegis skuldsettur fyri hóttanir, herverk og fyri húsaófrið. 

 

Tá løgreglan kom á staðið leygarmorgunin, var friður beinanvegin.

 

Vaktleiðarin helt fyri, at tað, at persónurin hevur játtað seg sekan í øllum og ikki er varðhaldsfongslaður, sigur, at málið kanska ikki er so ógvusligt, sum talan kundi verið um.