Johan og M.C., sum sita yvir av mær í nýggju Loungini við Áarvegin. Uppvaksnir í hotelvinnuni og mestsum føroyska ímyndin av slíkari. At Hotel Hafnia varð til tað, sum tað í dag er, komst meira ella minni av [...] var til ymisk handilslig endamál, greiðir Johan frá. Tíðirnar vóru ikki so støðugar tá. Vit vóru ikki so langt frá seinna veraldarbardaga, og verðin var ikki heilt komin aftur í rættlag. Í Føroyum hendu [...] tey 50 árini í gjár, og í dag verður móttøka á hotellinum. Brøðurnir Johan og M.C. hava tikið yvir eftir pápan Christian, sum stovnaði Hotel Hafnia, og triðja ættarliðið er útbúgvið og komið í starv á hotellinum
nevnd E-nummar yvirlit. Slík yvirlit finnast ikki í Føroyum, og noyðast vit brúkarar tí at halda okkum til útlendsku tilráðingarnar hesum viðvíkjandi. Í grannalondunum finnast eisini greiðar reglur um nær [...] E'ir - væl í gagnist! Flestu leskidrykkir á marknaðinum eru kemiskar bumbur, sum, umframt at taka matarlystin frá børnunum, eru ringir fyri heilsunna og tennirnar. Øll sum hava við børn at gera, í skúlum og [...] talið á børnum við ovurviðkvæmi er støðugt vaksandi og talar tað í sjálvum sær fyri at velja dygd fram um nøgd. Stórur munur er á leskidrykkjum Í grannalondum okkara finnast yvirlit yvir góðkend tilsetingarevni
ið í Føroyum er sett til sølu. Og við hesi sølu er vandi fyri, at tekniska trygdin fyri, at stór útlendsk nøvn kunnu koma til Føroya at spæla, er burtur. Orsøkin er, at eingin keypari er áhugaður í at [...] hon seld í pørtum til ymiskar keyparar. Hetta fer at gera tað trupult, at hava eitt stórt og gott ljóðannlegg tøkt til konsertir í Føroyum. Útlendskir bólkar krevja nógv av teknisku útgerðini til konsertir [...] útgerðina samlaða, men hetta hevur ikki eydnast. Tí verður útgerðin sett til sølu frá 3. desember, og tá ber til at ogna sær alskyns útgerð í hesi teknisku jólasøluni uttan sín líka.
Færø og John í Skemmuni verður í bygdarhúsinum í Miðvági fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnudagin kl. 16.00. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18.30-21.15 Alpha-skeið í Unitum í Kollafirði [...] hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 [...] eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Frá felagnum Pinkubarnadeyði Vit hittast 2. leygardag í hvørjum mánað í Jákupsstovu í J. Patursonargøtu 24 í Havn. Nærri
sleppa at draga hann frá í rakstrinum. Um keypt veðru til brúks í fleiri ár, skal upphæddin avskrivast yvir líka nógv ár. Hetta uppskotið er beint í Fíggjarnevndina, har tað nú er til viðgerðar, sigur Vilhelm [...] svarar. Hann vísir á, at tað er í stríð við lógina um vinnuliga fiskiskap frá 1994, at tað skal bera til at selja, ella sum løgmaður sigur, flyta í móti gjaldi, loyvi til at gera nýtslu av ogn Føroya fólks [...] kortini. Men tað er í stríð við lógina um vinnuliga fiskiskap, sigur tingmaður, sum heftir seg við, at í teirri lógini stendur, at fiskiloyvini eru ogn Føroya fólks. Og tað ber ikki til at skatta ein reiðara
ólóglig evni til landið við tí fyri eyga at selja tey víðari í Føroyum. Kendi ikki til hassjið Rættarfundurin vardi í heilar seks tímar, hóast einki vitni varð innkallað. Eftir at hava hugsað seg um í nakrar [...] funnin sekur í ákæruni, og hann skal inn at sita í eitt ár. Kvinnan varð funnin ósek í ákæruni og kann fara heim beinanvegin. Maðurin vildi vera við, at hann einki kendi til hassjið, ið varð goymt í eykahjólinum [...] bilinum, ið varð leigaður í Danmark. Dómarin metti, at frágreiðingin hjá manninum varð óálítandi, at hann í veruleikanum visti um rúsevnini í hjólinum, og at hann hevði sølu fyri eyga. Tí varð hann funnin
partar av nýggja fyribyrgingar myndugleikanum í Føroyum. Fyribyrgingarráðið hevur nú virkað í eitt ár, men fer veruliga undir sítt virksemi frá fyrsta degi í komandi ári. Eins og við Rúsdrekka- og narko [...] Hin fyrsta dagin í komandi árið, 2002, er tað einki, sum eitur Rúsdrekka- og narkotikaráðið longur. Orsøkin til hetta er, at landsins myndugleikar hava valt at skipa soleiðis fyri, at tað í framtíðini verður [...] narkotikaráðið varð sett á stovn í 1990 av Olaf Olsen, sum var landsstýrismaður um hetta mundið. Frá fyrsta degi av hevur rúsdrekka- og narkotikaráðið verið virkið í Føroyum. Men nú hetta harrans ár gongur
sær hjálp, uttan at fara í rættin og tað er í flestu førum alt ov trupult, drúgt og kostnaðarmikið. Hetta er orsøkin til, at javnaðarflokkurin nú tekur stig til at seta lógir í gildi, sum skulu tryggja [...] avgerðirnar í mest møguligan mun koma at liggja uppat tí, ein rættaravgerð hevði komið til. Lagt verður politiskt upp til, at vinnan sjálv loysir trætumál síni við brúkararnar, og verður tí í lógini eisini [...] skotið upp at gera lóg um eina brúkarakærunevnd at viðgera kærur frá brúkaranum í dagligum viðurskiftum í sambandi við keyp og sølu av vørum og tænastum og øðrum avtalum. Nevndin skal virka óheft av landsstýrinum
prísleguna í Føroyum. Í Danmark fáast ofta bæði 3-4 fløskur á tilboði fyri 100 krónur, samstundis sum ein nøkurlunda góð vínfløska kostar einar 70 krónur í Føroyum. Ein pilsnari fæst fyri 3-4 krónur í Danmark [...] ølinum. Evnið varð nevnt í Sosialinum í gjár í eini frásøgn frá Restorffs Bryggjaríi, sum hevur sent ein nýggjan pilsnara á marknaðinum. Útvarpið hevur harafturat havt evnið frammi í tíðindainnsløgum seinastu [...] nógv lægri í Týsklandi. Hetta ger, at danir keypa vín og øl í stórum nøgdum sunnan fyri markið. Og tá Danmark lækkar, má Svøríki fylgja við, boðar svenska stjórnin frá. Føroyingar, sum ferðast í Danmark,
evnum til Føroyar, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini. Á middegi í gjár framdi løgreglan í Føroyum tað størsta átakið móti narkotikasmugling nakrantíð. Einir 40 løgreglumenn vóru við í átakinum [...] Løgreglan í Havn hevði ikki nóg mikið av fólki og mátti tí fáa hjálp úr Danmark. Fimm av monnunum vóru til grundlógaravhoyring í Føroyar Rætti fyrrapartin hósdagin. Teir eru í aldrinum 27 til 35 ára gamlir [...] avhoyringini enn. Høvuðsmenn Løgreglan hevur í longri tíð arbeitt við at fanga høvuðsmenninar aftanfyri smuglingina í Føroyum. Nógv tíð og orka er sett av til hetta arbeiðið, og nú sæst úrslitið. Løgreglan