lærdu skjótt uttanat. Var barnafilmur í Atlantis bio sunnudag seinnapart, ja, so sótu vit har. Ikki tí, vit gingu eisini í sunnudagsskúla og kirkju og gingu trúliga til jólatræ bæði í Emmaus og [...] Tað skerdi gleðina, at húspápin, Rudolf Joensen, ið hevði installatørvirki í bygdini, jóladag í 1949 doyði á Hospitalinum í Havn einans 38 ára gamal. Tað er ógjørligt at seta seg inn í støðuna [...] Familjan búði í erva. Smeitin kann eingin seta seg inn í. Jóhanna man hava verið sterk og hyggin sum nakar, tí virkið helt fram við dúgligum starvsfólkum á tí tekniska økinum, og sjálv stýrdi
hatta, sigur Regin Petersen, stjóri í HTV, sum eigur felagið, sum eigur húsið. Tað er sama felag, sum í síðstu viku seldi Tórshavnar býráð Kondittaríið – og sum skal byggja ein nýggjan bygning, har gamla [...] stendur Remy á Kamarinum við einum leigusáttmála, sum er galdandi til 2029. Ein sáttmála, sum útleigarin hevur fingið við í keypinum, tá hann keypti ognina, men sum hann eftir øllum at døma ikki ætlar sær at [...] niður, áðrenn ein avgerð er falliln, so tað líka vítt sum sítt hjá Remy á Kamarinum og skkeinkistaðnum Taboo, sum soleiðis orðsins rætta týdningi í dag hevur fingið seymin í hurðina – ella rættari, man brúkar
koma, at eiga eina genturødd, sum eitur Gunn og eina dreingjarødd, sum eitur Geir. Vónandi verður barnarøddin væl móttikin og brúkt í teimum mongu hjálparforritum, sum í dag eru í brúk – eisini innan skúlans [...] mannfólkarødd, sum møguleiki hevur verið at valt ímillum. Grunnurin Talutøkni hevur leingi havt ynski um, at fáa gjørt føroyskar barna-teldurøddir. Hetta hevur verið ynski frá børnum, sum av onkrari orsøk [...] fyri fíggingini, Sjúrður Gullbein fyri tí málsliga og samskipan av ljóðupptøkunum. Tað tekniska hevur sama svenska fyritøkan Acapela staðið fyri. Teldutalan er gjørd meira livandi í upplestrinum, hetta er
Men tað varð tónleikurin, sum frá barnaárunum hevði mest at siga fyri hann. Hann plagdi sum smádrongur at lurta eftir ommu síni, tá ið hon sæt við orglið og spældi úr Føroya Fólka Sangbók sunnudagar, og [...] útikonsertir í havanum hjá ommu hansara komu eisini á skránna. ##med4## Sum 15-ára gamal spældi hann fyrstu ferð alment. Tað hendi i Atlantis Bio í Klaksvík. Hann spældi saman við millum annað gamla ge [...] og skjótt hevði hann hug at blanda seg upp í. Hann fór sjálvur at spæla, og so skjótt sum hann hevði fingið tamarhald á orglinum fór hann eisini at skriva sín egna tónleik. Fyrst vóru tað smærri stykki
Vestur, sum sunnudagin megnaði málleysan javnleik í Sarpugerði. NSÍ helt fram í sama lagi sum sunnukvøldið, hóast málmunurin ikki var so stórur, sum hann var síðst. Serliga var Klæmint A. Olsen, sum vísti [...] og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað miðvallarin Emil Weihe Joensen, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. Í minuttinum, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, eydnaðist tað 07 Vestur at minka um [...] leikloki staðfesti NSÍ 4-1 heimasigurin. Aftur var tað Klæmint A. Olsen, sum var málskjútti, og aftur var tað Petur Knudsen, sum átti uppleggið. Næsti dystur hjá 07 Vestur í landskappingini verður annan
spurdur, hví Grønland ikki er eitt punkt á skránni í dag. - Tað hevði undrað meg, um Arktis ikki varð tikið upp sum evni á fundinum millum tey sameindu í dag. Tað er ein trupulleiki, og tað er ikki bara Danmark [...] upp viðvíkjandi sambandinum við USA. - Eg haldi, at tað eru nógv ting, sum ein kanska hevur hug at kjakast um á hesum fundinum, sum snúgva seg um okkara viðurskifti við USA og hugsanina hjá nýggju stjórnini [...] týdningarmikið, at vit royna at halda okkum eitt sindur fokuserað á hendan fundin í dag. - Tað er ein NATO-fundur, sum vit eru á, segði Løkke. Umframt uppgávubýtið millum NATO-limirnar, fara uttanríkis
at taka seg burtur úr ICC, koma sama morgun, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, kom til Budapest á almenna vitjan í morgun. ICC hevur ongar heimildir, sum kunnu brúkast til at tvinga limalond [...] Ungarn fer eftir øllum at døma at taka seg burtur úr ICC, sum er altjóða revsirættardómstólurin í Haag, og henda tilgongd byrjar longu í dag, nú eftirlýsti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu [...] revsirættardómstólinum, og stjórnin fer í dag at byrja hesa tilgongd innan rammurnar av grundlógini og altjóða lógum, sigur stápsleiðarin hjá Viktor Orban, sum kallast Gergely Gulyas. Og Viktor Orban er
heimin í mun til sama ársfjórðing í fjør, vísa tøl, sum vóru kunngjørd fyrr í dag. Og í Danmark fór sølan av Tesla-bilum meira enn niður í helvt fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í 2024 [...] frá sær sum ráðgevi hjá amerikansku stjórnini komandi vikurnar. Tað siga tríggjar dulnevndar keldur, sum eru nær Donald Trump, forseta, við Politico. Tað er eftir øllum at døma Trump sjálvur, sum hevur boðað [...] ført til, at USAID, sum er heimsins størsti menningarhjálparstovnur, er stongdur. Eftir at Musk gjørdist partur av amerikansku stjórnini, hevur tað gingið niðureftir hjá Tesla, sum hann eigur 12 prosent
ikki um vón. Avgerðin hjá landsstýrinum í dag, 2. apríl 2025, er at meta sum eitt grovt álop á miðlafólk í Føroyum. Landsstýrið noktar miðlafólki at skipa seg sum yrkisbólk við egnum sáttmála og tvíheldur [...] áhaldandi fyri rættinum hjá miðlafólki í Føroyum at skipa seg sum yrki og samráðast um egnan sáttmála vegna limirnar. Við stevningini, sum nú verður latin Føroya Rætti, krevur felagið, at landsstýrið verður [...] trýstast inn í ein sáttmála, sum vit ikki eru partur av og onga ávirkan hava á. Síðan tá hava samráðingar verið beinleiðis við Aksel V. Johannesen, løgmann og verja hjá fjølmiðlunum, sum hevur havt landsstýriskvinnuna
familju, vinir, grannar og øll onnur, sum hava hjálpt til, sent heilsur, deilt vøkur orð, ella á annan hátt víst okkum stuðul. Takk til tey sum hjálptu tá vanlukkan hendi, til løgreglu- og heilsustarvsfólk [...] samkenslu, sum vit hava fingið í hesi sváru tíð, eftir okkara høgt elskaði maður og pápi, Hans Jacob, so bráddliga bleiv tikin frá okkum. Vit eru sera rørdar av tí vøkru og virðiligu jarðarferðini, sum so mong [...] Takk fyri kransar, blómur og gávur. Takk til Vágs Kommunu fyri stóru hjálpina, øll sum hjálptu til við Ervinum og tykkum sum góvu køkur og annað gott. Tað hevur verið ein troyst at vita, at vit ikki standa