UPPTAKT Inntil fyri tveimum vikum síðani var NSÍ oddalið. Um tað hevði havt gingið eftir vild hjá teimum, so hevði dysturin ímóti B68 í morgin verið næstsíðsta stigið ímóti fyrsta FM heitinum. Soleiðis [...] um reppið, at NSÍ fekk øll stigini. Men B68 málverjin bjargaði brotssparkinum hjá Sjúrði Jacobsen. Hevði NSÍ havt fingið mál uppá brotssparkið, so høvdu teir nú havt eins nógv stig sum oddaliðið HB! Sum [...] VB, so kunnu teir avgjørt ikki metast at vera favorittar hesa ferð. Seinnu árini hevur tað verið torført hjá B68 í Runavík, og NSÍ avrikini síðani summarsteðgin hava verið væl betri enn tey hjá B68. Hjá
murri enn syngi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Altíð, men tað er ótrúliga torført at liva av tí. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? ? Tónleikur er sum luft. Uttan tónleik er onki [...] tín yndisfløga? ? Tær eru so nógvar. Men fleiri av Beatles útgávunum eru høgt í metum. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? ? »Tað besta frá Gjallarhorninum«. Hvør sangur [...] sum tú eigur? ? Tað mær ikki dámar, havi eg koyrt vekk, so eg haldi ikki, har er nøkur! Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? ? »Long and winding road« hjá Lennon/McCartney. Hvat er tann
nøgdir við eitt stig, tá ið teir fóru av Eiðismøl leygardagin. Heimaliðið hevði havt betri tak á spælinum, og heimaliðið hevði havt nógv teir flestu møguleikarnar. Men kortini iðraðu teir í VB seg um málið [...] vágbingar frøddust. Men bara í eina lítla løtu. Tí linjuverjin veittraði og segði, at VB málverjin hevði verið ov frammarlaga staddur, tá ið brotssparkið varð skotið. Umaftur, segði dómarin, og so sat bólturin [...] hekk tað ikki saman hjá okkum. Vit vóru ov aftarlaga, og ov ofta varð miðjan lopin um, so tað var torført hjá teimum báðum fremstu, Birgiri Jørgensen og Predrag Zivkovic. Í 2. hálvleiki fór Zivkovic longri
fekk ein omma eini skelkandi boð. Eitt av ommubørnum hennara var blivið krenkað av pápa sínum. Hon hevði ilt við at skilja, hvat ið hent var, og í heiminum tosaðu tey ikki um tað, ið farið var fram. - [...] liva eitt vanligt lív. - Eg hugsaði ongantíð, at eg hevði skyldu at boða barnaverndini frá. Um eg visti, at lógin áleggur einum at fráboða, so hevði eg sjálvandi gjørt tað. Tað eri eg vís í, greiðir omman [...] hvat hent var, men heldur ikki hon gjørdi nakað við málið. - Mamman, sum er mín góða vinkona, bað meg endiliga ikki siga tað fyri nøkrum, og tí roknaði eg við, at hon sjálv tók sær av málinum, fortelur
revsast við 60 daga fongsulsrevsing. Hon vísti á, at unga kvinnan hevði viðgingið, at maðurin ikki hevði skumpað seg við vilja í fyrsta umfari, og tí varð tað kvinnan, sum hevði byrjað stríðið. Verjin heitti [...] at umstøðunum og síggja hendingarnar í ljósinum av, at kvinnan var ill um, at maðurin hevði elvt til, at hon hevði stoytt Irish Coffee niður á blusuna. Dómarin fylgdi áheitanini frá ákæranum, men gjørdi [...] segði seg ikki hava kastað glasið móti manninum, so mátti hon skilt, at hon fór at raka mannin og at hann kundi fáa skaða av glasinum, tá hon kastaði tað. Hinvegin vísti dómarin á, at hetta hendi í einum
sum hevði búð har frammanundan og hevði nógv av sínum frammanundan standandi har, fór at pilka út lutir, sum hon ætlaði at taka við sær. Tann skuldsetti hevði sagt, at hon skuldi taka alt, sum hon átti [...] harinni. Hann hevði kastað við einum barnastóli, men hevði ikki kastað eftir henni, segði tann skuldsetti. Øll narkomanar Hann vildi vera við, at hon var so upp og niður, tí hon eins og hini hevði tikið amfetamnin [...] var, at hon ofta kom lort í býin. Út móti morgni hevði hann boðið vinkonuni og tveimum heim í íbúðina hjá sær, greiddi hann frá í rættinum. Illstøða kom í, og tann skuldsetti viðgekk, at hann hevði tveitt
sandoyingarnir tóku røttu loysnina á spælihálvuni hjá heimaliðnum. B71 hevði pláss at spæla á, serliga í seinna hálvleiki. Símin Hansen hevði heilt víst bøtt um skaðan. Hann hevur evnini at spæla frísendingar [...] uttan í heilum. Í gjár kundi liðformaðurin væl gjørt munin á Svangaskarði. Stríddust fyri tí B68 hevði ikki stórvegis at bjóða á heimavøllinum í gjár. Toftamenn vóru nógv á bóltinum, men so skjótt sum [...] mótstøðuleikara, fór í einum boga upp um Predrag Markovic. Jóhan Dávur Højgaard sigur seg vita, hví B68 hevði ongantíð tamarhald á dystinum. - Vit duga ov illa at skapa dystin. Avrikið hjá okkum er ikki nøktandi
so við sum settið leið, hevði SÍ meira og meira trupult við at fáa nakað annað enn spælið mitt fyri, at virka, og trilvandi spæl, merkt av at ov nógvir nervar vóru at hóma, hevði við sær, at ungu sørvá [...] orsakað góðu løtuni í øðrum setti, og kanska kombinerað við sannroyndini um at triðja sett altíð er torført at vinna, er ilt at siga, men hvussu er og ikki, so komu SÍ væl betur við í triðja setti, men tað [...] men í triðja setti komu SÍ væl betur inn í dystin, men konstantu villurnar høvdu við sær, at ÍF hevði ein lættan dyst, tá alt kom til stykkis. Royndu til fánýtis SÍ royndu gamaní at kempa seg inn í dystin
Kenslurnar tóku yvir, og loksins fór hon at gráta. Eg tútbrølaði. Bæði hart og longi. Alt skuldi bara út, og eg hevði ilt við at steðga aftur, greiðir hon frá. Hon hevði gingið einsamøll við øllum tonkunum [...] fyrr enn hon skuldi siga farvæl við hann á kapellinum. Saman við familju og avvarðandi fór hon á kapellið at síggja Per, áðrenn lokið varð lagt á kistuna. Hon bleiv rættiliga kløkk, tá hon sá hann. Hann [...] vildi eg ikki minnast hann, greiðir Erla álvarsom frá. Hon hevði ilt við at standa inni í kapellinum og hevði allatíðina hug at fara út. Men hon varð verandi, og so við og við gekk ræðuligi veruleikin
og varð spurd um, hvussu hon hevði sett leikin upp. So skuldi hon koma við tekningum og hugskotum til klæðir, pallmynd o.t. Hon legði fram og fekk beinanvegin munnligt ja. Hon slapp inn uppá standandi [...] pensjonerast, sigur Elisa og flennir. Hon sigur víðari, at enn er hon tó ongan veg komin av tí, sum hon ætlar sær. Um hon arbeiðir hart í eini 10 ár afturat, so kann hon kanska, um alt gongur væl, seta fleiri [...] sniðgevi, tá hon verður spurd um, hví hon júst hevur valt at búseta seg í London. Aftaná eitt ár sum servetrisa, søkti hon inn á ein sniðgevaraskúla í London. Umsóknin var eitt projekt, har hon fekk eitt