t. Vit sigldu gjøgnum Pentland Firth í nátt og tá var nógvur vindur. Í Pentland Firth rekur rættiliga hart. Tá ið harðast rekur upp í 15 míl, sum er av tí mesta í heiminum, greiddi stýrimaðurin Meinhard [...] frágreiðing um, hvussu gerast skal, um nú eldur kemur í ella um bumbuhóttan verður í London, t.d. frá Green Peace. Bátur varð so loraður út á skipssíðuna, so vit sóu hvat var í honum. Hesin báturin tók eini 60 [...] sleppa í land. Annars verður rundtúrur, sightseeing, klokkan 14.30. Nú klokkan er 10.50 verður sagt í hátalaranum, at vit fáa shore-pass. Tað er ætlanin at sleppa í land og spáka sær ein túr niðan í býin
brøgdini ? í vísindum, í týðing og í øðrum við, sum lítið verður sagt um og einki verður viðgjørt í hesum greinastubbanum. Eitt bragdið var tað, at hann á ellisárum megnaði at taka upp nýggjan tátt í síni [...] var hon prentað fyrr enn í Varðanum 1962. Í 1960 verður yrkingin Morgun í Havn til. Annars tekur hesin tátturin í skaldskapi Kristjans seg ikki upp av álvara fyrr enn fyrst í nítjanhundraðogsjútiárunum [...] megintilveruyrkingar í skaldskapi sínum. Tær eru ikki so øgiliga mangar í tali og rúgva ikki heldur tað heilt nógva, yrkingarnar hjá Kristjani Matras. Hann var vandin í síni yrking sum í øðrum arbeiði. Tað
Manskórið í Fuglafirði. Frásøgn frá aerbeiðinum hjá Bláa Krossi í India. Kl. 22 Ungdómstiltak Sunnudagin kl. 12 Altargangsgudstænasta í Sjóvar Kirkju v/ Sverra Steinhólm. Kl. 15 Familjutiltak í Bygdarhúsinum [...] Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardagin kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudagin kl. hámessa v/Michael Bradley, prestur í Mariukirkjuni. Sunnudagsskúli kl. 14. www.katolsk.fo [...] Bólkaarbeiði aftaná Sunnudagin kl. 17 Møti v/ Sigga Skoradal Sunnudagsskúli í kjallarinum Aglow møti verður í Missiónshúsinum í Oyndarfirði Týskvøldið 20. apríl kl. 19.30 Vælkomnar allar gentur og kvinnur
sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði [...] at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað [...] vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stórbóndi og livdi undir napoleonskríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til
bók, sum tá eg ein kaldan várdag í fjør, í einum bókakassa frá einum donskum skipi í Hamborg, fekk bókina ?Maðurin á oynni? eftir gæliska íran Tomás Ó Criomhtains upp í hendurnar. Eg hevði als ikki hoyrt [...] Rithøvundurin er føddur í 1854, og bókin lýsir eitt samfelag so primitivt, at ein hevur ilt við at skilja í dag, at fólk hava verið so tilafturskomin í Vesturheiminum so seint í søguni. Málið á oynni var [...] »Ongin veit, hvussu nógv-ir róku á land.,« segði Tomás. » Í einum húsi í Fearann sókn saltaðu tey upp í 12 tunnur,« segði hann. »Eg haldi, at vit her í okkara oyggj fingu minst,« segði pápi. »Ja,« segði hann
burtur undir Føroyum. Ein slík skonnart rendi á land í Norðradali, og hon fór í sor í briminum. Allir umborð druknaðu. Ein partur av vrakgóðsinum rak á land í Norðradali, og hetta seldi eg á uppboði. Eg hevði [...] lívbjargaði sær í 17 dagar á Lítlu Dímun, til ein bátur av Tvøroyri ansaði eftir teimum, og teir vórðu bjargaðar. Eg var við til sjóforhoyrið í Havn. [Henda hending er lýst í Miðvikuni í samband við ta [...] búgva hjá bóndanum í bygdini. Hann var sera blíður, og hann setti fleiri skerpikjógv umframt skinsakjøt og annað gott á borðið. Sum vanligt var, ótu vit í glasstovuni, meðan húsfólkið át í roykstovuni. Annar
sum annars skriva í bløðini, so tað kundi gjørt tað sama. Í 2. Tim. 2, 16-18 ávarar Paulus Timoteus, og biður hann halda seg burtur frá vanheiløgum tómum tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð [...] at nakað menniskja hevur uppiborið at fara í eldsjógvin. Men ta er tí, at tú sært ikki tað álvarsama í at synda (uppreistur ímóti Gud). Vit hava revsireglar í Føroyum. Hvussu hørð straffin er, veldst um [...] uppá, finnur tú í Bíbliuni. Og tað er bara ein, sum kann opna eyguni, so vit skilja tað, vit lesa, tað er Heilagi Andin. Hann tekur bústað í teimum, ið trúgva, og knýtir tey øll saman í eitt likam, Kristi
Og annars, sum tann, ið legði í vaðið at halda fundir í Bretlandi um støðuna í Congo. Sigast kann, at her var Daniel í góðum selskapi. Millum teir mest kendu sameindu í hesum stríði vóru høvundarnir Mark [...] páskum í bygdahúsunum, sum vit leigaðu. Her komu nógv og áhugin var stórur. Okkara sangir vóru sungnir og murraðir á gøtum og í heimum. Eg ivist ikki í, at evangeliski boðskapurin, sum sáddur varð í mong [...] nú í andarisi. Tað kennist gott at vera í lívd, eins og vit hava eina signaða lívd í Krisusi. Nú er árliga fiskiveiðan av, og tað hevur gingist hampiliga væl. Teir báðir brøðurnir, sum eg nevndi í seinasta
eitt framúr fitt fólk. Minningarhaldið Í 1999 var nevndin í fiskimannafelagnum í Íslandi, og í hesum sambandi var hildið minningarhald í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík fyri teir føroysku fiskimenninar [...] Jacob í Ólastovu er deyður, Hans Jacob yviri í Geil er deyður, Poli á Tarafløtti er deyður og gamli Djóni er deyður. Eldur hevur verið umborð í Acorn”. Tað vóru eini forferdilig tíðindi. Boðini koma í Ólastovu [...] Føroyar í august mánaði í fyrsta umfari eftir at hava ligið á katólska hospitalinum í Reykjavík. Fyrst kom hann á hospitalið í Havn. Jógvan Sofus, maður mín, vitjaði hann saman við pápa sínum Jóhan í Blásastovu
búsettust í Múla. Í 1958 flyta tey til Klaksvíkar. Tey fingu átta børn, og tey eru: 1. Sunneva, f. 1933. Gift í 1953 við Frits Olsen í Klaksvík. Eigur trý børn. 2. Jana, f. 1934, gift í 1954 við Andrias [...] fyrsta Lützen í Føroyum. Hon hevur fingið niðurskrivað sína søgu, eisini sum prestakona á Viðareiði. Her er ein sera áhugaverd lýsing av lívinum í prestagarðinum. Søgan stóð í FF-blaðnum í 2003. Johannes [...] 1948 í Klaksvík, 80 ára gomul. Tey fingu níggju børn: 1. Else Malene f. 1895, gift í 1932 við Sámal Jákup Olsen f. 1893 í Skúvoy, har tey búsettust og fingu 2 børn. 2. Jóan Heine f. 1897, giftist í 1929