Eitt dramatiskt lív fær enda

Daniel J. Danielsen hevur havt eitt sera dramatiskt lív. Heilsan er farin, og nú nærkast endanum. Hann fer niður at fáa viðgerð í 1916. Hann klárar júst heim aftur, tá ið hann slóknar. Men søgan hjá honum livir. Vit prenta seinasta partin av frásøgnunum í bretska missiónsblaðnum Echoes of Service. Vit hava eisini onkrar myndir afturat úr Congo

8. partur

 

 

Fiskiveiða eftir menniskjum

7. mai 1913

 

Tað er gott at síggja, hvussu náttúran fer úr frystu vetrarkápuni og letur seg í aðra í grasgrønum summarlitum. Trø og blómur eru veruliga sjáldsom her. Men kunnu vit ikki “undrast yvir liljuna á markini” kunnu vit tó undrast á grasið og takka Gudi fyri, at hansara trúfesti aldri svíkur.

Fiskiveiðan er ikki so góð, sum hon hevur verið, men okkara Gud nýtir ymsar mátar fyri at manna­børnini skulu síggja teirra hjálpar­loysi, so tey kunnu venda sær til Hansara, sum hevur mátt at geva teimum fisk, og sum leingist eftir at bjarga sálum teirra.

Mangar dyr eru opnar fyri evangellinum. Biðið saman við okkum til náðiríka Faðir okkara um, at Hann má hjálpa okkum at nýta teir møguleikar, sum eru.

Í Tórshavn doypti eg 9. februar fýra trúgvandi og fýra afturat sunnudagin eftir. Summi av hes­um hava verið umvend í longri tíð.

Seinnapartin í februar vóru vit á Viðareiði. Har er ein blómandi sam­­­koma við um 25 fólkum, sum savn­ast um orð Guds. Vit høvdu møti hvørt kvøld í 10 dagar og gledd­ust um at síggja úrslit av evangeliinum. Trý trúgvandi vórðu doypt.

Fyrra partin í mars høvdu vit nøkur evangelisk møti í Sørvági. Síðan fóru vit við Smiril til Klaks­víkar. Vit høvdu evangelisk møti á páskum í bygdahúsunum, sum vit leigaðu. Her komu nógv og áhugin var stórur.

Okkara sangir vóru sungnir og murraðir á gøtum og í heimum. Eg ivist ikki í, at evangeliski boðskapurin, sum sáddur varð í mong hjørtu, fer at hava týdning fyri ævinleikan.

Eitt kvøld, vit vóru har, komu tvær sluppir av Viðareiði inn, og skipararnir komu á møti við manningunum. Ellivu vitnisburðir vóru frambornir tað kvøldi um frelsandi og varðveitandi megina hjá okkara Harra og Frelsara.

Hóast skipararnir ikki høvdu fingið nakra serliga fiskiveiðu, so eydnaðist hendan veiðan kortini væl. Fýra av manningini vórðu umvendir umborð á øðrum skipinum og tveir umborð á hinum, síðani teir fóru út hendan túrin. Tað var rørandi at hoyra teirra erligu vitnisburðir, og nógv vórðu rørd til tár, tá ið hesir ungu fiskimenn søgdu frá, hvussu teir høvdu tikið í agnið á evangelliinum og vóru lendir trygt á klettinum. Gleðin og friðurin var teirra nú. Ja, mong sóu og skiltu, at tað er kraft í Kristi blóði.

Aftaná vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har tað búgva tvær systrar og ein bróðir. Tann seinni er ein nýliga umvendur drykkju­maður. Biðið fyri teimum. Tey uppliva ikki smávegis av atsókn. Vit høvdu eitt stórt útimøti har og vitjaðu nøkur hús. Á vegnum aftur til Havnar vitjaðu vit í Søldafirði.

Eg eri fegin um at kunna siga, at kæri Mr. Sloan hevur eina hampiliga heilsu, og hann er ofta við á møtunum. Vit hava framúr útimøti í Havn beint nú.

 

Eggjandi virksemi

17. oktober 1913

 

Sum eg skrivi er illveður, og hús­­ini ristast. Sjógvurin, sum fyri løtu síðani var spegilsblankur, er nú í andarisi.

Tað kennist gott at vera í lívd, eins og vit hava eina signaða lívd í Krisusi. Nú er árliga fiskiveiðan av, og tað hevur gingist hampiliga væl.

Teir báðir brøðurnir, sum eg nevndi í seinasta brævi mínum, eru heima. Á túrinum hava fýra á øðrum skipinum vitnað um sína umvending, og á hinum eru tað ikki færri enn níggju, sum gleðast í frelsuni. Teir kunnu ikki tiga, men mugu fortelja øðrum um teirra nýfunna Frelsara. Hetta er sanniliga gott fiskarí. Prísa Gudi saman við okkum. Vit siga altíð teimum trúgvandi, at tey eru frelst til at verða menniskjafiskimenn.

Okkara summararbeiði í evan­­geliseringini hevur verið sera eggjandi. Í juni vóru vit her á leiðini i Havn, og tað vóru stór útimøti. Í juli vitjaðu vit Vág og Porkeri, har vit býttu út trakt­at­ir og hildu nøkur møti. Fólkið hevði tó nógv um at vera uttandura. Seinast í mánaðinum vóru vit á Viðareiði, har vit høvdu lívgandi møtir saman við teim­um trúgvandi, og fýra vórðu doypt. Hetta vóru eini hjún og konur­nar hjá tveimum brøðrum í samkomuni.

Í august fekk eg møguleika at fara ein túr í Sandoynna, har eg vitjaði fimm bygdir við evangeliinum. Í tveimum bygdum fekk eg dansistovuna til møtir, og her var fitt av fólki. Her var vístur stórur áhugi og fleiri ynsktu bíbliur. Hesar havi eg altíð við mær. Síðan eg kom aftur, havi eg fingið signað brøv frá nøkrum persónum á Sandoynni. Eg vitjaði eisini Skúvoy, og fólk har bóðu okkum um at koma skjótt aftur.

Í september var eg aftur eina viku á Viðareiði, og haðani fór eg við maskinbáti til Kunoyar og Kalsoyar, har eg hevði góð møtir í roykstovum. Síðan fór eg umvegis Klaksvíkar til Fuglafjarðar, har eg hevði útimøti í átta kvøld, umframt at eg hevði heimamøtir fyri tey fáu trúgvandi har.

Tað hevur verið biðið nógv fyri einari gamlari konu, sum eigur tríggj­ar synir í samkomuni. Hon hevur funnið frið við Gud og játt­­ar Kristus alment. Hon hevur verið ein stórur andstøðingur til sannleikan.

Presturin varð sendur at tosa við hana, men hon segði, at fyrr hevði hon verið blind og livað í myrkri, men nú sá hon. Tað var ikki nógv at siga. Tað ber ikki til at avnokta lív, tað talar fyri seg sjálvt. Hesi nýumvendu kunnu rokna við forfylging. Biðið at tey mugu blíva hildin støðuføst, og at tey mugu lata seg leiða av Guds orði aleina.

 

Í Sandoynni, har Dollin vitjaði, eru tvær smáar samkomur í Skálavík og Sandi.

Tað sama er í Kalsoynni.

 

Jarðarferðin hjá Sloan

14. september 1914

 

Eg var staddur i Porkeri, og beint fyri morgunmøtið frætti eg, at okkara kæri bróðir Mr. Sloan var heimkallaður. Dagin eftir fór eg til Havnar við motorbáti, og seks brøður úr tveimum smáum samkomum í Suðuroy vóru við. Jarðarferðin var týsdagin, og veðrið var av tí besta. Brøður komu av Viðareiði og Sørvági at fylgja. Kistan var dagin fyri sett inn í salin Ebenezer, og mong havnarfólk komu inn at síggja hetta friðsæla andlitið eina ferð enn. Salurin fyltist skjótt, og mong stóðu uttanfyri.

Stundin var hátíðarlig. Øll kendu saknin av einum sonnum vini. Nakrir sangir, sum Sloan dámdi so væl, vórðu sungnir, og so høvdu Brend og eg ein stuttan evangeliskan boðskap. Síðan bóru átta brøður kistuna í kirkjugarðin. Fylgið var tað størsta, sum hevur verið í Havnini til jarðaferð. Prósturin var við í fylginum, somuleiðis tveir prestar og aðrir leiðandi menn. Her vóru høg og lág, religiøs og ikki-religi­øs vóru millum teirra, sum vildu æra okkara farna bróðir og fylgja honum til gravarbakkan.

Brend og eg søgdu nøkur orð á grøvini, meðan henda stóra mannfjøld við virðing stóð hjá.

Okkara bróðir er nú heima hjá Harra sínum eftir nógv ára tænastu á hesum einsamøllu oyggjum.

Tey fyrstu árini vóru merkt av andróðuri og royndum, og Sloan mátti mangan ígjøgnum forfylging. Samkoman í Føroyum hevur mist ein faðir, ein hirða og ein sera heiðurligan verkamann fyri evangeliinum. Í truplum tíðum hevði okkara bróður altíð vís ráð at geva, og alt grundaði hann á: “sum Harrin sjálvur segði”. Tá tað gekk væl, var hann tann glaðasti av okkum, og hansara størsta eydna var at hoyra um, at sálir vóru vunnar fyri meistaranum. Tá fólk kom frá fjarskotnum bygdum og segði frá onkrum, sum hevði játtað trúgv, lyfti hann hondina og segði: “Latið okkum saman takka Gudi fyri Hansara góðsku og biðja um, at enn størri ting skullu henda”.

Hansara arbeiði og lív talar framvegis, og minnið um hann verður ikki gloymt.

 

Fyrireika blaðútgávu

Í 1915 skrivar Echoes of Service:

 

Harra og frú Danielsen hava vitj­að nøkur fjarskotin pláss. Í Sørvági eru nøkur av børnunum hjá teimum trúgvandi eisini komin til Kristus.

Harra Brend og Harra Daniel­sen hava eftir inniliga bøn avgjørt at fara undir útgávu av einum evangeliskum blaði, sum skal eita Naade og Sandhed. Tað er longu heilt fitt av haldarum. Tað er stórur tørvur á einum slíkum tíðarriti í Føroyum. (Hetta var umrøtt í fyrsta parti). Danielsen biður okkum takka teimum vinum, sum hava sent honum Echoes.

 

Ein sesong av signingum

19. februar 1915

 

Skipaferðslan til og úr oyggjunum hevur verið sera órógvað undir krígnum, og avleiðingarnar hava verið álvarsamar fyri fólkið, tí allir prísir eru hækkaðir nógv. Vit eru tó sannførd um, at okkara alvísi Gud og elskandi faðir, sum ræður yvir øllum, ger alt tað besta fyri okkum.

Mong eru gjøgnum trupulleikar og mótgongd drigin til frelsarans føtur, og okkara evangeliska ar­beiði hevur verið stórliga signað.

Í desember vóru vit á eini vitjan í Norðoyggjum, har tað hetta seinasta árið eru fleiri kon­ur, sum eru blivnar einkjur og harvið eru eisini faðirleys børn, eftir at forsyrgjari teirra er farin á sjónum. Takkað verið stuðul frá vinum í London vegna minnis­grunn Alexander Grant’s (ein kina trúboðari), havi eg verið førur fyri at lata hesum einkjum hvør sína bíbliu, og tær eru móttiknar við tøkk.

Tað er kanska komið nakað av blandi í árstølini. Feigdarárið í Norðoyggjum, sum Dollin skrivar um, má hava verið 1913. Tá gekk húsa­skonnartin Marianna burt­ur við allari manningini. Ein bátur úr Svínoy gongur burtur 13. desember við 6 monnum. 23. desemb­er hvørva tríggir bátar úr Norð­oyggjum í einum illveðri við 19 monnum.

Ein av hesum var av Skarði og varð orsøkin til, at bygdin varð niðurløgd. Minst fimm menn fórust aðra staðni frá í Føroyum.

Tað var sera eggjandi fyri okk­um at síggja Guds fólk har norðuri hava heilagleika í lívinum, og at Harrin leggur afturat teimum, sum hava tikið ímóti frelsu.

Í januar hevði eg eina røð av møtum í Vágum. Tað kom nógvur áhugi til sjóndar, og vit sóu ávøkst fyri ævinleikan.

Eitt kvøldi aftan á møtið vóru fýra børn av kristnum foreldrum, sum grótu undir byrðini av synd­um sínum, og dagin eftir játtaðu tey, at tey høvdu litið á, at Kristus hevði borið syndir teirra.

Vit eru beint komin heim úr Suðuroy. Í Vági leigaðu vit ein almennan sal og høvdu seytjan møtir. Vit høvdu ta gleði at hoyra og síggja syndarar finna frið við Gud. Summi kvøld vitnaðu fólk um frelsandi og varandi kraftina frá Jesusi, og vit gleddust um at síggja fruktir av seinastu vitjanini hjá Brend á hesum plássi. Prátið í bygdini hevur mest verið um møtini og um tey, sum játta Jesus. Satan hevur nýtt øll síni vápn at forða fólki í at koma til møt­ini, so fólk, sum knúgva undir synda­byrði, hava verið forðað í at hoyra lívgevandi orðið. Biðið fyri slíkum.

Í húsunum, har vit gistu, vóru sjey børn. Ein drongur, sum er átta og eitt hálvt ár, var hjarta­sorgin hjá kristnu foreldrum hans­ara. Aftaná møtið eitt kvøldi eggjaði mamman honum til at taka ímóti Kristusi. Tíðliga næsta morgun sá pápi hansara hann liggja á knæ við songina. Í bønini eftir morgundrekka luttók drongurin fyrstu ferð takkandi Gudi fyri at hava givið Sín son at doyggja fyri hann.

Nógvar ferðir hendan veturin havi eg havt trupulleikar við heilsuni. Tað er eftir øllum at døma galið við hjartanum, men nú er tað eitt sindur betri. Biðið fyri mær. Kona mín hevur verið før fyri at vera við mær á øllum mínum ferðum í vetur og hevur soleiðis kunnað hjálpt mær.

Sum eg skrivi, havi eg fingið eitt bræv frá næsta plássinum, sum vit ætla at vitja, nevniliga Hvalba. Tey siga, at undir grinda­drápi eru tveir bátar koppaðu, og 14 mans lótu lív. (Hetta var skaða­grindin í Sandvík 13. febr­uar 1914). Um nakrar dagar vænta vit at vera millum tey, sum hava mist.

Brend er í løtuni í Kalsoy.

 

Tíðindi frá Brend

Sama ár skrivar Brend um sera góð møti gjøgnum summarið, og ser­liga á ólavsøku, tá møti verða hildin bæði innan- og uttan­dura. Á einum møti vóru 30 bygdir umboðaðar í salinum Eben­ezer. Tveir ungir menn tóku móti Kristusi, ein av teimum hevði leingi leitað eftir frelsu. Tíð­liga í juli vóru tvær systrar (gift­ar konur) doyptar. Blaðið hjá Brend og Danielsen hevur gott og væl 600 haldarar. 50 ella fleiri fáa blaðið ókeypis, meðan fleiri hundrað eintøk verða býtt út sum traktatir.

 

Andrew Sloan tekur við

Aftur sama ár skrivar Daniel:

 

Kona mín og eg eru beint komin aftur av ferð. Á Tvøroyri hava vit gjørt ein støðg, har vit býttu út bløð, vitjaðu hús, og funnu einslig trúgvandi, sum gingu Guds vegir. Í Hvalba og í Vági høvdu vit eina mennandi tíð, og vit høvdu so mong møtir, sum møguleiki var fyri.

Vit fóru síðan til Sandoyar, sum ikki hevur verið so nógv vitjað við evangeliinum. Fólkini vóru sera vinarlig, og vit vóru biðin um at fara til tær smærru bygdirnar, men vegurin var ikki opin. Vit støðg­aðu í trimum bygdum í oynni. Tað var í Skálavík, har ein kristin familja býr, á Sandi og í Skopun. Vit vóru hjartaliga móttikin av fólkinum. Teimum dámdi sera væl at hoyra konu mína syngja, og summi komu frá fjarum plássum fyri at fáa tannlæknahjálp og ráð. (Brend var tannlækni og man hava verið við). Hús vóru vitjað, og vit vóru biðin um at vitja sjúk fólk. Her vóru nógvir møguleikar at fortelja um Lamb Guds, og vit høvdu evangelisk møti, tá møguleiki var. Yngsti sonur Sloan (Andrew) hjálpir í samkomuni í Havn.

 

Familjur umvendar

27. januar 1916

 

Gjøgnum seinasta árið hava vit verið før fyri at boða evangeliið í ymiskum fjarskotnum oyggjum og bygdum. Sálir, sum eru tyngd­ar av synd, hava funnið frið við Gud ígjøgnum krossins verk, og trúgvandi hava fingið mót til at fylgja Frelsaranum í lýdni og heilagleika í lívi teirra. Men sálarfíggindin er meiri enn nakran­tíð farin at sáa ónda sá sítt av iva her og har og at geva teim svongu slíkt, sum ikki mettar.

Sjeynda dags adventistarnir spreiða teirra villeiðandi skriftir millum fólkið, og summi taka undir við tí. Vit onnur royna at spreiða Guds heilaga orð, sum er einasta sanna mótvekt móti villeiðingum, og sum leiðir sannleikans veg.

Í Søldafirði hevur Gud signað orð sítt til nógvar sálir. Ein bóndi, kona hansara og seks børn, ein annar bóndi, kona hansara og fýra børn og fýra børn hjá tí størsta andstøðumanninum í bygdini eru við í samkomuni.

Victor Danielsen, tann ungi skúlalærarin í hesi bygdini, var fyri kortum umvendur til Gud. Hann gavst sum lærari, tí hann varð noyddur at geva børnunum skeiva læru. Hann byrjaði at geva fólkinum, bæði skrivliga og munnliga, sín persónliga vitnisburð um frelsaran. Tað hevur líkað Gudi at brúka hann, og nógv fleiri eru leidd til Kristus. Pápi hansara, ein fyri aldur frá­­farð­in sýslumaður, hevur í nógv ár verið ein kristin, og hann var ein góður vinur hjá okkara farna bróðuri Sloan, sum ofta var her fyrru árini, og fortaldi tey góðu tíðindi. Seinnu árini havi eg ofta havt møtir her. Seinasta desember høvdu vit eina signaða tíð í bygdini. Tað var eggjandi at hoyra ung í Kristusi tosa um Hann. Tann gamli sýslumaðurin var sera fegin um at síggja nøkur av sínum børnum og bygdarfólk vunnin fyri Frelsaran. Hann hevur leingi biðið og bíðað eftir hesum, og vit kundu gleðast saman.

Evangeliska blaðið Naade og Sandhed, sum Brend og eg hava givið út síðan januar 1915, er blivið signað av Gudi. Vit hava meira enn 700 gjaldandi haldarar, meðan fátæk fólk fáa tað ókeypis. Blaðið er á donskum, og vit hava enntá haldarar í Danmark og Noregi. Vit fáa brøv við tøkk og vitnisburðum um, at blaðið hevur verið til signing fyri manga sál og hevur lýst upp mangt hjarta og heim í Føroyum. Nógv eru í hesum royndar døgum, sum leingjast eftir tí friði, sum heimurin ikki kann geva, og tað er stórur áhugi fyri evangeliinum.

Dópur í Søldafirði

Nú skrivar Daniel J. Danielsen ikki meira. Hann er sera sjúkur og er farin til Danmarkar at fáa sjúkraviðgerð. Men í september 1916 skrivar Echoes:

 

Áðrenn hann fór til Danmarkar at fáa læknaviðgerð, hevði Mr. Danielsen ta gleði at doypa tey fyrstu seks trúgvandi í nýggju samkomuni í Søldafirði. Millum hesi er ungi lærarin (VD), sum Gud hevur brúkt so nógv á hesum plássi, og eina eldri kvinna, sum var 72 ár.

Ein ung einkja hevur eisini verið doypt av honum í Havn. Hon kom heilt úr Suðuroy til tað sama.

Eftir at hava verið sjúkur í mán­aðir hevur Danielsen ikki verið førur fyri at takka vinum fyri teirra gávur. Hann hevur trupul­leikar við hjartanum og er farin á sjúkrahús í Keyp­mannahavn at fáa stráluviðgerð. Læknarnir geva vón um bata, men hann er sera veikur.

Tað ber til at skriva til hans­­­ara c/o Hans Hendrik Hans­en, Randersgade 16-4, Keypmanna­havn, har kona hansara býr.

Her kann verða skoytt uppí, at Hans Hendrik var ættaður av Eiði og sigldi sum skipari í Danmark. Kona hansara var Elspa Frederikka ættað frá Neyst í Hvalba. Tey kunnu saktans verið komin at kennast frá ferðunum hjá Dollanum til Hvalbiar. Ein dóttir teirra er Lydia Arge í Havn.

Í november sigur blaðið, at frú Danielsen skrivar, at fleiri ferðir hevur maður hennara tykst at draga sín seinasta andadrátt, men sum bønarsvar er hann hvørja ferð ernaður nakað. Læknarnir mæla til, at hann fer heim aftur, tí tað ikki kann gerast meira. Tey væntast at fara úr Keypmannahavn tíðliga í oktober.

 

Sovnaður

So koma deyðsboðini og Echoes of Service hevur sína seinastu grein um Dollan. Hon er soljóðandi:

 

16. oktober sovnaði D. J. Daniel­sen í Havn, 45 ára gamal. Hann var føroyingur, men virkaði nøkur ár fyri Congo Balolo Miss­ion sum maskinmeistari. Mr. og Mrs. Guiness (leiðarar í miss­ión­ini) mettu hann sera høgt, men serligar umstøður gjørdu, at hann fór aftur til Føroyar í 1904, eftir at hann var giftur. Hesa tíðina vóru ongar samkomur av trúgvandi uttan í Havn, sjálvt um sáið hevur verið sáað í langa tíð av okkara bróðir Sloan. Danielsen nýtti hereftir alla orku til evangeliskt arbeiði í heimlandi sínum.

Hann leið av fepuri í Afrika, og hetta tykist at hava verið orsøkin til hansara sjúku. Hann hevði ringt hjarta, og hann fór saman við konu síni til Danmarkar at fáa viðgerð. Hann var nærum deyður á sjúkrahúsinum, men til undran fyri øll, eisini læknarnar, ernaðist hann aftur. Teir ráddu honum til at fara heim aftur, tí ikki kundi gerast meira, og hetta var eisini tað, Danielsen ynskti mest av øllum. Ferðin heim tók 11 dagar. Veðrið var ringt, og hann versnaði nógv á ferðini. Skiparin og yvirmenninir gjørdu alt, teir kundu fyri hann, og ein føroyskur bróður, (hetta var sum okkum er upplýst Aksel Jensen, beiggi Jens av Reyni), sum var við sama farti, var um hann dag og nátt á allari ferðini.

Tá tey komu á Havnina, varð hann fluttur til hús, og fyrsta seinna­­partin tyktist hann at vera betri fyri og kundi práta. Um kvøld­ið gjørdist hann aftur verri og kundi bert siga onkur orð. Morgun­in eftir segði hann: ”Tak mína hond, tí nú eri eg til reiðar.” Eina løtu seinni sigur hann: ”Hygg, hann kemur!” Hann lyfti upp eygu síni og varð burtur.

Ein stórur hópur av vinum bæði av bygd og bý fylgdu honum til grav­­ar. 24 mans skiftust um at bera kistuna. Sjey brøður bóru við grøv­ina vitnisburð um hansara arbeiði og trúskap móti Gudi, og boð­skapurin varð prædikaður fyri teimum fleiri hundrað, sum vóru til staðar. Frú Danielsen varð undur­fult styrkt av Gudi, men vit mugu minnist hana í bønum okkara.

 

 

_________________________________________________________

 

 

Lýsing av Daniel Danielsen av øðrum

Tað er eyðvitað, at tað hava verið ymiskar hugsanir um virksemið hjá Daniel.

Í Varðanum skrivar ein undir dulnevninum Høgni Nev ein søgu um Símun. Her lýsir hann eisini eitt møti við Daniel, soleiðis sum hann eftir øllum at døma hevur upplivað tað. Tað er neyvan ivi um, at her er talan um Daniel og kann saktans vera av Viðareiði

Nú sat Símun í salinum, eitt lítið hús, sum eingin búði í, og lurtaði hugagóður eftir einum longum, guldæmdum trúboðara, sum nú var høvuðs­prestur í sekt­ini. Hesin fremm­andi maður tal­aði føroykt, eitt margháttligt føroyskt, sum ein útlendingur. Hann sang orðini út og segði ”Gúd”og ”keru vinir” í øðrum hvørjum orði. Tað var skilligt, at Guds eldur var inni í honum, og tað kendist, sum hesin eldur hevði brent seg gjøgnum hold og húð og hevði givið honum hetta dæmið.

Her var ein manandi og vekj­andi tala hildin av einum fremm­andsligum manni. Hann talaði um stutta lívið, um hvussu vit spiltu tað burtur, so at aftanfyri deyðan stóð helviti og gapaði eftir okkum. Enn var ikki ov seint, men í morgin kundu allar dyr vera læstar, so vit fingu ikki umvent okkum. ”Tí, keri vinur, kom í kvøld, kom í kvøld!”

Nógv táraðu og kendu seg lítil. Tað fremmanda og óttin fyri dóminum hevði sovorðið vald á mongum, at tey máttu ”standa upp” og viðganga sínar syndir.

 

Dópur

Christian Matras var av Viða­­­­reiði, og var ungur hesa tíð­­­ina. Hann fer av Brekkumørk niðan til Garðs at síggja, hvat fer fram har uppi, tí nú skuldi verða dópur. Hann tekur soleið­is til í eini yrking:

Ein langan Congo-dæmdan prest eg sá

at dýva gamlan mann í byrgda á

- har stóð hin gamli kavstroyddur og skalv

og nam við skjálvtran himins eld og alv.

 

Kirkjan

Tað er ikki løgið, um ein so annarleiðis boðskapur fær mótstøðu av tí ”etableraðu” trúnni. Ikki minst, tá ið hann verður framborin so harðliga sum av Daniel, serliga fyrstu tíðina.

Hetta merktist eisini á Viðareiði, sum er prestabygd. Prestur 1905-1915 var Christian Faulenborg. Hann ger í 1911 alment álop á brøðurnar vegna teirra dópslæru. Hetta førir til skriving fyri og ímóti. Samb. Gerhard Hansen verður orðaskiftið meira haturkent sum frá leið.

Her skal bert nevnast ein hending: Arthur Brend, sum var samstarvsfelagi hjá D. J. Danielsen, spyr eina ferð Faulenborg, hví hann ikki hevur tikið við einum tilboði, hann hevði fingið tveir mánaðir framm­an­­undan um at møtast til ein sak­ligan kjakfund um teirra stríðs­mál. Um presturin vildi taka av, vildi hann steðga, so eingin skuldi siga um hann og Mr. Danielsen, at teir rýmdu av Viðareiði vegna blaðgreinir hjá presti.

Faulenborg svarar aftur, at hóast teir vistu fullvæl, at hann ikki var heima og vegna veður ikki slapp til Viðareiðis, fóru Brend og Danielsen til Klaks­víkar við motorbáti, beinan­vegin teir høvdu handað brævið.

 

___________________________________________________________

 

 

 

Hetta var søgan um Dollan

Nú eru vit komin til endan av hesi røð um Daniel J. Danielsen. Hon gjørdist nógv longri enn roknað varð við. Men tað kom so nógv tilfar, og vit hildu, at tað skuldi takast við fyri at geva eina heildarmynd av manninum. Kemur nakað nýtt undan kavi, verður tað tikið við seinni. Annars finst meira tilfar, men hetta er meira ”reint” andaligt tilfar, sum hoyrir heima í einum samkomublaði. Her er millum annað talan um vitnisburðir hjá teimum báðum, Linu og Daniel, sum hava staðið í ”Naade og Sandhed”, og sum eisini hevur verið okkara kelda í ítøkiligum spurningum.

Hendan søgan er sermerkt á tann hátt, at tað er sera lítið vit vita um lívið hjá Daniel uttan fyri Føroyar. Tað, sum vit vita, og sum hevur verið høvuðsinnihaldið í hesi greinarøð, snýr seg um nakrar heilt fáar mánaðir, nevniliga seinna hálvár 1903.

Hendan søgan hevur bæði skurkar og hetjur. Størsti skurk­urin er Leopold kongur í Belgia og hansara handlangarar. Hetjurnar eru teir, sum stríddust ímóti honum. Her er talan um nokk so nógvar. Men í hesum tíðarskeiðnum er tað fyrst og fremst Roger Casement og Edmund Morel. Daniel J. Daniel­sen spældi ein avgerandi leiklut saman við teimum báðum nevnda stutta tíðarskeið. Fyrst sum næsti maður hjá Casement á hansara kanningarferð eftir Congoánni. Og annars, sum tann, ið legði í vaðið at halda fundir í Bretlandi um støðuna í Congo.

Sigast kann, at her var Daniel í góðum selskapi. Millum teir mest kendu sameindu í hesum stríði vóru høvundarnir Mark Twain og Conan Doyle, maðurin aftan fyri Sherlock Holmes bøkurnar.

Men skjótt verða menn gloymd­ir. Verður hugt í eitt leksikon, enntá einum enskum, er Morel als ikki nevndur. Casement verður júst nevndur, men sera lítið um hansara leiklut í Congo. Tað kann vera nevnt, at Séamas Ó. Síocháin, sum hevur verið høvuðkelda til frásøgnina um Daniel í Congo, hevur beint givið út eina ævisøgu um Casement. Her er Daniel eisini nevndur. Eg var sum ein av fimm norðurlendingum boðin at vera við til framløguna í Dublin, men hetta lá ikki fyri.

Daniel var eisini mestsum gloymdur. Men nú er roynt at bøta um hetta. Møguleiki er fyri at geva tilfarið út í bók, og tað er eisini áhugi fyri tilfarinum á enskarum. Tað vil í hvussu er varðveita minnið um Daniel. Hetta hevur hann uppiborðið, uttan mun til hvat fólk hildu um hansara andaligu sannføring.