fara upp í Evropasamveldið. Sum tjóð eiga teir at kenna seg fullkomiliga sannførdar um, at tað er tað rætta, áðrenn avgerðin verður tikin, og teir eiga at lata ES skilja, at teir vilja sleppa upp í samveldið [...] í einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Reykjavík í gjár. Hon segði, at tað ber ikki til at fara upp í ES fyri at loysa sínar búskapartrupulleikar og vísti í hesum viðfangi á, hvussu ES hevur viðgjørt
Tesla Model S hevur 292 hk el-motor, koyrir frá 0-100 km/t upp á 6 sekund, og kann koyra 480 km upp á eina løðing. Battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir.
Framsýningarhølini er býtt upp í tveir partar. Ein partur er til framsýningar hjá einum ávísum listafólki, meðan í hinum partinum eru listaverk hjá ymiskum listafólkum. Listagluggin letur upp við eini stórari [...] Í morgin, hósdagin 27. august kl. 16 letur Listagluggin upp í nýggjum hølum í Dr. Jacobsensgøtu 15 í Havn. Listagluggin flytur úr N. Finsensgøtu 25, har hann hevur hildið til, síðan hann var settur á stovn
taka ímóti gestum. Fríggjakvøldið letur upp kl.17.00 og opið er til 04.00. Dansur byrjar kl.23.00 við Jens Marna, Paula og Henningi. Leygardagin letur bryggjan upp kl.15.00 til 04.00. Har verður víst FA [...] Chelsea og Portsmouth og um kvøldið spæla Hjalmar, Neil og Dagfinn til dans. Sunnudagin letur Bryggjan upp kl. 18.00. Eisini verður køkurin opin allar dagarnar, har til ber at keypa pizza.
suðuri í Spania. Har fóru hitamátararnir upp um 35 stig seinnapartin í gjár, sum er heilt óvanligt so tíðliga á árinum. DMI sigur, at hitin fer at breiða seg upp ígjøgnum Miðevropa teir næstu dagarnar. [...] óvanliga heitur í útsynningspartinum av Evropa. Nógvastaðni í Spania og Portugal fóru hitamátararnir upp um 30 stig, og tað er óvanliga heitt hesa tíðina á árinum. Danska veðurstovan skrivar, at tann nógvi
stilla upp til tey lokalu shura-ráðini, og at kvinnur eisini skulu sleppa at velja. Shura-ráðini eru ráðgevandi. -Hetta kemur í gildi frá næsta valskeiði. Tá sleppa kvinnurnar eisini at stilla upp sum valevni [...] sigur kongur í kunngerðini. Kommunuval er í Saudiarabia hósdagin, men kvinnurnar kunnu hvørki stilla upp ella velja hesaferð. Meiri enn 5.000 menn eru uppstillaðir til helvtina av teimum 285 sessunum í k
Hedvig Jóhansdóttir og Magna á Lakjuni upp í Smiðjuni í Lítluvík. Evnið á framsýningini er ?frælsi?. At tora, at síggja, at liva, at vera. Frælsi til at tora at hyggja upp og møta veruleikanum sum hann er. [...] bláar og grønar litir, og Hedvig nýtir m.a. strussin og kolasjur í síni myndatalu. Framsýningin letur upp í dag kl 16.30 og heldur fram til týsdagin kl 18.
eina ársløn upp á góðar 150 milliónir krónur, hevur framherjin úr Kamerun valt at royna eydnuna í Russlandi. Danska ekstrablaðið vísur millum annað á, at Cristiano Ronaldo hevur eina ársløn upp á 90 milliónir [...] milliónir krónur og at Lionel Messi hevur eina ársløn upp á 80 milliónir krónur.
heitti eisini á Aksel V. Johannesen, formann, um at taka málið upp við starvsnevndina og mæla til, at starvsnevndin stillar tríggjar kvinnur upp afturat á listanum til fólkatingsvalið. Listin skal verða endaliga [...] endaliga avgreiddur sunnudagin tann 4. september. Einasta navnið, Portalurin veit við vissu stillar upp fyri Javnaðarflokkin, er Sjúrður Skaale.
at seta hesar pelarnar upp, og síðani skuldu fólk frá landsverki seta plátur á pelarnar. Í dag er støðan hon, sambært heimasíðuni hjá Landsverki at allir pelarnir eru settir upp og at bilverjuplátur er [...] Í ár ætla teir hjá landsverki at seta upp nærum 5 kilometrar av bilverju kring oyggjarnar. Her er talan um at endurnýggja verandi bilverju, og at gera bilverju á støðum, sum higartil ikki hava havt eina