eisini fyri, at einasta privatlívið var ein gardina at koyra fyri koyggjuna. Í fyrstani hevði hon eitt sindur av sjóverki, men tað lagaði seg skjótt. - Eg hevði roknað við, at tað fór at verða nokkso ringt [...] segði við meg, at hann helt tað vera nógv stuttligari at vera á vakt, tá ongar kvinnur vóru á vaktini, tí tá kundi mann tosa, sum mann vildi. Men ein annar segði, at honum dámdi væl, at menn ansaðu betur [...] er ikki lætt at standa inni í einari brúsu á einum vátum gólvi, so tað minkar eisini um hugin at fara í bað, sigur hon. Tað merktist eisini umborð, at menninir ikki vóru so ofta í bað. - At tað luktaði
gjørdu tey av, at tey einki tílíkt bera út uttan so, at navn stendur undir. Búi hótti við at stevna meg fyri at siga, at lortaspannin var hansara. Tað gjørdi hann ikki, tíverri. Tí eg giti, at hann hevði tapt [...] Eg greiddi honum frá, at í einum rættarsamfelag kann ábyrgdin ikki hvørva. At hvítvaska stolnar pengar er líka ringt sum at stjala teir. At selja stolnar vørur er líka ringt sum at stjala vørurnar. Búi [...] Talufrælsi skal vera vítt. Problemið var, at eingin fekk at vita, hvør hevði skrivað faldaran og rindað fyri at bera hann út. Onkur brúkti altso rættiliga nógvar pengar til at karaktermyrða m.a. meg – men viðkomandi
Gjøgnumførdur ordan, og her vóru genturnar óførar at minna dreingirnar á ordansreglurnar. Óluva dugdi so væl at skipa seg í øllum, hon hevði við at gera hesi skúlaárini, handliga sum verkliga. Búgvin [...] síni umrøddi hon so fittliga, at tað var næstan, sum eg kendi tey. Og enn minnist eg nøvnini á teimum. Besta stað á jørð er úti á Frælsinum, í Norðurrás 17, plagdi hon at taka til við sínum eitt sindur [...] líðandi fjaraði burtur vónirnar um, at Óluva fekk nakrar førleikar aftur. Fyrimyndarliga familjan skipaði so sera samvitskufult fyri, at karmarnir heima vóru soleiðis, at hon kom í fremstu røð í tí sera truplu
skína, at líðirnar grønkast, og alt verður gott? Bíðar tú eftir at dagarnir blíðkast, at knútarnir loysna, at kærleikin kemur í nátt? Tú eigur eina víða verð at liva í Tað finst onki stað á jørð at bíða [...] bíða í. Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar, at tey gomlu yngjast, og at børn koma til? Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna, at fløkjurnar greiðast, tá ið tú veitst tað, ið tú vil? 15 bygdir eru í Runavíkar [...] til hugs. Útrásin byrjaði væl fyri at teljingartólið á Ellis oynni fekk virknað, og tað merkisverda er, at Føroyar fylla lítið í hagtølunum. Vanliga verður roknað við, at útrásin gongur í trimum bylgjum,
og hvussu lívið hjá Farideh brádliga broyttist. Um, at Farideh stríddist fyri javnrættindum og frælsi, men at tað førdi við sær, at hon varð noydd at flýggja úr heimlandinum. Heini í Skorini ger samrøðuna [...] verður eitt ár síðan, at Jina Mahsa Amini doyði av løstunum, hon fekk, tá siðalagsløgreglan í Teheran bardi hana av, tí turriklæðið ikki sat, sum tað skuldi. Farideh og Aydin fara at greiða frá um uppreisturin
kundi komið við í viðgerðina. Hetta er ein orsøk til, at eg haldi, at málið eigur at verða tikið uppaftur. Vit kunnu ikki hava sitandi á okkum, at ein so týðandi avgerð varð tikin á skeivum grundarlagi [...] eigur at endurskoðast. Fleiri viðurskifti eru komin fram, sum vísa, at upprunaliga viðgerðin var ikki fullgóð. Málið kann ikki fara aftur við borðinum. - Harafturat vísir málið um staðsetingina, at fólk [...] tað er ein av orsøkunum til, at fríøkið við Sandá má og skal varðveitast. Hatta økið - saman við Sandagerði - er so fantastiskt, at har má ikki byggjast. Eg rokni ikki við, at málið endar væl, um ikki ein
fleiri herðar at bera. Og tá Ketty fekk júst fyrispurning frá Eghild, um hon hevði áhuga at gerast deknur her, so svaraði hon játtandi: - Ja, tað vil siga, at eg tordi ikki ordiliga at siga nei, nú tað var [...] Kunoy: Tað er sunnudagur, og klokkan er farin at nærkast 12. Klokkarin er farin niðan í tornið at ringja til gudstænastu, og deknurin ger seg til reiðar at lesa inngangsbønina, tá organisturin er liðugur [...] hjá dekninum at finna fram ein hóskandi lestur til dagsins prædikutekst. Hetta hevur Ketty roynt ofta. Hon hevur verið deknur her í eini 10 ár, og minnist væl aftur á dagarnar frammanundan at hon skuldi
Einaræðið í Norðurkorea váttar, at landið í dag hevur havt eina venjing, ið snúði seg um at raka mál í Suðurkorea við kjarnorkubumbum. Tað veit tíðindastovan Reuters at siga, sum vísir til statsrikna tíðindastovu [...] tíðindastovu í Norðurkorea, sum verður stýrt við einaræði. Umframt at simulera, at landið skeyt kjarnorkubumbur eftir Suðurkorea, sendi einaræðið í simuleringini eisini tvær bumbur eftir USA. - Bumburnar [...] økinum, leggur norðurkoreanska tíðindastovan aftrat. Vit kunnu leggja aftrat, at lesur tú um Norðurkorea, verður sagt, at stjórnarskipanin er afturlatið einaræði. Landsins leiðari, Kim Jong-un, er abbasonur
meining, sum so tann einstaki kann velja at lurta og hyggja at! Tað er tað, ein kann siga er verulig og viðkomandi list, sum fer inn í dagsins veruleika og fær okkum at steðga á og taka til okkum. Hann er ikki [...] meistarliga hetta við at seta orðini og litirnar har teir skulu, sum vit hava so ómetaliga nógv dømi um. Eg havi fylgt Vestmonnum upp gjøgnum alt mítt tónleikalív, men eg tori at siga, at teir høvdu ikki havt [...] inn á, at tað er júst í tí ikki so kompliseraða, eg kenni Martin best, men at tað er henda sera hepna setingin í tekstum og akkordum, sum gevur mær eina heilt serliga uppliving! Eg má siga, at øll tey
prestin sum hon minnist best til, var Johan Weihe. Effie er helst ikki tann einasta, sum við takksemi minnist hansara tænastu í høvuðsstaðnum. - Johan Weihe hevði nógv at siga fyri okkum, sum tá vóru ung. [...] segði: ”Eg hoyri summi siga, at tit ganga bara av vana í kirkju. Men hvat verður sagt um okkara Frelsara, Jesus Kristus?”. - Zacharias svaraði sjálvur spurninginum og segði, at Hann, altso Jesus kom til [...] upp, og at hann, sum siður hansara var, fór hvíludagin inn í samkomuhúsið.” - Sært tú: Jesus gjørdi tað av vana. Er tað nakað, sum er gott at leggja seg eftir frá ungum árum av, so er tað hetta, at fáa sær