Eg spýði av møði tá vaktin var liðug

Annbjørg Abrahamsen skrásetti møði hjá fiskimonnum umborð á línuskipum, garnaskipum og trolbátum í meira enn 200 dagar. Onkrar túrar mátti hon arbeiða sum kokkur og dekkari  og fekk tá at merkja á egnum kroppi, hvussu stravið lívið umborð á smærru skipunum er.  

- Tú kanst sleppa við, men tað verður einki við at fara í brúsu hvønn dag. Vatntangin skal røkka til allan túrin, og vit ætla okkum ikki inn, tí vit mangla vatn.

 

Tað vóru boðini frá einum skipara á línuskipi, tá Annbjørg Abrahamsen spurdi, um hon kundi sleppa ein túr við teimum fyri at máta, hvussu móðir fiskimenninir vóru, meðan teir vóru úti.

 

Hon takkaði fyri og lovaði at vaska sær sum minst. Skiparin segði so, at hon kanska kundi sleppa í brúsu eina ferð um vikuna.

 

Annbjørg fór til frisør og klipti sær stutt, so tað skuldi vera skjótari at vaska hárið, og hon pakkað eina rúgvu av vátserviettum og turrvaski, so hon kundi vaska sær uttan at brúka ov nógv av tí dýrabara vatninum í tanganum.

 

Sunnukvøldið á norðoyastevnu í 2017 fór hon sín fyrsta túr við einum línuskipi. Umframt vátserviettar og heit klæðir hevði hon eina rúgvu av spurnabløðum og mátitólum við sær, sum skuldu skráseta dátur um heilsustøðuna hjá monnunum umborð.

 

##med2##

 

202 dagar á sjónum

 

Í meira enn eitt ár – frá norðoyastevnu 2017 til ólavsøkudag 2018 - savnaði Annbjørg dátur um heilsustøðuna hjá fiskimonnum. Hon var tilsamans 202 dagar á sjónum við 16 ymiskum línuskipum, garnaskipum og trolbátum.

 

- Upprunaliga var ætlanin at hava ein buss standandi á keiini, so eg kundi kanna menninar, áðrenn teir fóru umborð, og tá teir komu í land aftur. Men tað hevði ikki givið nóg góð úrslit, tí eg vildi eisini hava mátingar, meðan teir eru til arbeiðis, og eftir síðstu vakt, áðrenn teir sigldu heim. Eg gjørdi tí av, at eg skuldi sjálv fara við, sigur hon.

 

Annbjørg hevði ongantíð sett sín fót umborð á eitt fiskifar, men hon var kortini ikki heilt óroynd við sjólívið. Hon hevði siglt við Norrønu, og har hevði hon arbeitt 70 tímar um vikuna.

 

- Tá ið eg las arbeiðssálarfrøði á universitetinum, varð nógv tosað um, at tað skuldi vera ósunt at arbeiða langar dagar og í skiftivaktum. Tað helt eg mátti vera nakað fjas, tí eg var von við slíkt arbeiði bæði við Norrønu og á flakavirki, og tað dámdi mær væl.

 

Við at gjøgnumganga aðrar kanningar, ið vóru gjørdar av óregluligum arbeiði, kom hon tó skjótt eftir, at tað helst kortini ikki var so gott at arbeiða leingi og óregluligt.

 

- Allar kanningar peikaðu sama veg, so mínar hugsanir vístu seg ikki at vera rættar. Tað er kanska eisini tað góða við gransking, at mann kann hava sínar egnu fatanir, men tølini vísa eina aðra mynd.

 

- Kanningarnar vístu, at tað heilsuliga, sosialt og trygdarliga eru fleiri vansar enn fyrimunir við óregluligum arbeiði. Serliga tá tú verður eitt sindur eldri, tí tá verður kropsrútman minni fleksibul, og tú hevur sum oftast meira at hugsa um við at fáa alt at hanga saman við familju og øðrum, sigur hon.

 

Ein kanning varð gjørd í 2003 av strongd hjá manningum við føroyskum langfarafiskiskipum, men eingin hevði kannað møði hjá føroyskum fiskimonnum við skipum, ið gera styttri túrar.

 

- Strongd er ikki tað sama sum møði. Tú kanst vera troyttur uttan at vera strongdur, men møði er kortini ein hóttan fyri arbeiðstrygdina, tí vit virka ikki nóg væl, tá vit eru troytt. Fiskimenn hava langar arbeiðsdagar, og skipabólkarnir, sum vit valdu, hava bert eina manning. Teir taka frí onkrar túrar, men hjá summum skipabólkum kann inntøkan vera lág, og menninir kunnu tí ikki hava serliga nógva frítíð, sigur hon.  

##med3##

 

Lokkaði við pannukøkum

 

Flestu túrarnir hjá Annbjørg vóru við ísfiskalínuskipum, ið vóru upp ímóti 60 ára gomul. Teir túrarnir lógu um tvær vikur. Hon var eisini ein túr við einum frystilínuskipi, sum vardi 39 dagar.  Harumframt var hon fleiri túrar við garnabátum og trolbátum, ið vóru úti í umleið fimm dagar. Tilsamans vóru túrarnir 18 í tali, og 157 menn luttóku í kanningunum hjá henni.

 

Tann yngsti av monnunum var 16 ár, tann elsti var 74 ár. Miðalaldurin var 42 ár.  Miðal starvsaldurin á sjónum var 19,5 ár.

 

Umframt at fylla út spurnabløð um arbeiðssøgu, arbeiðstímar og sálarliga og likamliga heilsu skuldu fiskimenninir, ið luttóku í kanningunum, skráseta svøvn og tyngd í dagbókum, sum vórðu førdar allan túrin, og skráseta tíðina, tá ið teir løgdu seg at sova, og tá ið teir vaknaðu.

 

Teir høvdu eisini eitt ur á hondini við innbygdum sensorum, sum skráseta rørslu og svøvn.

 

Fyrst á túrinum og aftur síðst á túrinum skuldu menninir gera nakrar testir á teldu, millum annað av reaktiónstíð, talminni og árvakni, fyri at staðfesta møguligar broytingar frá byrjanini til endan av túrinum.  

 

Annbjørg mátaði larmin umborð og skrásetti eisini veður, fiskiskap og rull.

 

- Teir flestu menninir vóru við uppá at gera kanningarnar, og tað virkaði eisini, sum um teir settu eitt sindur prís uppá, at onkur hevði áhuga fyri teirra umstøðum.

 

- Nakrir vildu ikki vera við í fyrstani, tí teir  hildu, at spurnablaðið var ov stórt, og teir tímdu ikki at fáast við pappírir. Men fleiri, sum fyrst ikki vildu luttaka, gjørdu tað kortini, um eg kundi vera skrivari og útfylla spurnabløðini saman við teimum, sigur hon.  

 

Fyri at fáa so nógvar sum gjørligt at luttaka, bjóðaði Annbjørg sær til at gera teimum pannukøkur afturfyri. Tað gekk ikki serliga væl við tí á tí fyrsta túrinum, sum var ein grønlandstúrur, ið vardi 19 dagar.

 

- Tað var meira ella minni stormur, men eg fór í holt við at gera pannukøkur, og tað bleiv eitt øðiligt fantilsi. Bollarnir koppaðu, og deiggið fór um alla messuna. Menninir høvdu allarhelst bara bíðað eftir, at tað fór at henda, og stuttleikaðu sær óført. Teir fingu pannukøkur, men tað bleiv eitt sindur seinni, sigur hon.

 

Annbjørg ivast ikki í, at tað hevði stóran týdning fyri kanningarnar, at hon var við umborð.

 

- Eg fekk eitt heilt annað innlit í teirra lív við at vera við umborð, og undirtøkan gjørdist ivaleyst eisini  hægri, tí eg var har saman við teimum. Eg royndi eisini at minna teir á at skráseta, tá vaktirnar vóru lidnar, sigur hon.

##med4##

 

Einasta kvinna umborð

 

Bert eina ferð var ein onnur kvinna við skipinum. Annars var Annbjørg altíð einasta kvinna umborð. Maðurin var ikki so fegin um hetta og gav henni  eina sjálvverjubók, áðrenn hon fór umborð.

 

- Henni  fekk hon ikki brúk fyri. Eg var ikki bangin fyri at verða álopin. Eg hugsaði bara, at sjálvt um tað kundi vera onkur keðiligur ímillum, so eru flestu fólk fitt. Um ein hevði gjørt mær okkurt, so høvdu allir hinir nokk støðga honum, sigur hon.

 

Onkrir menn vóru tó ikki so fegnir um, at ein kvinna var umborð, tí tað kundi hava óeydnu við sær. Men tað varð skjótt gloymt og eisini avprógvað, tí summir av túrunum, gjørdust  bestu túrar á árinum.

 

Annbjørg fekk ofta kamarið hjá skiparanum, sum so legði seg onkra aðrastaðni. Men tað kom eisini fyri, at einasta privatlívið var ein gardina at koyra fyri koyggjuna.

 

Í fyrstani hevði hon eitt sindur av sjóverki, men tað lagaði seg skjótt.

 

- Eg hevði roknað við, at tað fór at verða nokkso ringt, men eg spýði bara eina ferð tann fyrsta túrin. Tíbetur havi eg tað gott, líka til eg spýggi, og aftaná kann eg bara arbeiða víðari.

 

Prátið umborð á fiskiskipi kann vera rættiliga grovt, men menninir royndu at vanda sær eitt sindur um orðini, tá Annbjørg var í nánd.  

 

- Málbrúkið er grovari umborð enn tað er á arbeiðsplássum við kvinnum, og eg hoyrdi eisini ymiskt, tá teir hildu, at eg ikki var har. Ein segði við meg, at hann helt tað vera nógv stuttligari at vera á vakt, tá ongar kvinnur vóru á vaktini, tí tá kundi mann tosa, sum mann vildi. Men ein annar segði, at honum dámdi væl, at menn ansaðu betur eftir, hvat teir søgdu, tá ein kvinna var umborð, sigur hon.

##med5##

 

Svóvu í arbeiðsklæðum

 

Umborð á summum skipum høvdu teir vatngerara, og tá kundi Annbjørg fara í brúsu, um hon vildi. Men tað gjørdi hon minni enn so altíð kortini. 

 

- Tá tað rullar illa, er ikki lætt at standa inni í einari brúsu á einum vátum gólvi, so tað minkar eisini um hugin at fara í bað, sigur hon.

 

Tað merktist eisini umborð, at menninir ikki vóru so ofta í bað.

 

- At tað luktaði av fiski umborð, hevði eg væntað, men við avmarkaðari atgongd til at vaska sær blíva kropsluktirnir eisini sterkari. Men tað venist mann eisini við, sigur hon.

 

Eina ferð bað kokkurin Annbjørg fara at útpurra fyri seg. Tá sá hon, at onkrir menn lógu og svóvu í arbeiðsklæðum oman á dýnuni.

 

- Tað helt eg vera rættiliga ótespiligt, men teir hildu tað vera lættari, tí so kundu teir fara beint upp til arbeiðis og soleiðis fáa eyka tíð í koyggjuni, minnist hon.

 

Eina ferð mátti Annbjørg mynstra sum kokkur fyri at sleppa við einum garnabáti, og tá fekk hon av álvara at merkja, hvussu tungt og stravið tað kundi vera at arbeiða umborð á fiskibáti.

 

- Kokkurin skuldi eisini hjálpa til á dekkinum. Kahúttirnar vóru rættiliga kaldar, og arbeiðsdagarnir vóru øðiliga langir. Tann longsti arbeiðsdagurin hjá mær var 21 tímar. Tá lá eg eisini og svav í klæðum, so eg kundi fara skjótari upp til arbeiðis. Eg hevði tó skift í rein arbeiðsklæðir, áðrenn eg legði meg at sova, sigur hon.

##med6##

 

Tungt og stravið lív

 

Annbjørg mátti eisini eina aðru ferð mynstra sum dekkari fyri at sleppa við einum skipi. Hon arbeiddi 12 tímar og hevði frí í 12, so hon eisini kundi fáa tíð at savna dátur.  

 

- Tað var ræðuliga hart. Eg spýði, so skjótt eg kom av vakt, og tað var av møði og ikki av sjóverki.

 

- Men tað gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar, og eg kom øðiliga tætt uppá manningina og prátið í skúrinum. Tað var ordiliga gagnligt fyri mítt arbeiði við innsavningini av dátum, sigur hon.

 

Arbeiðið umborð er serliga stravið á línu- og garnaskipum. 

 

- Menninir arbeiða alla tíðina, eisini tá teir einki fáa. Teir standa við línuna ella gørnini uttan mun til, um nakað er í. Tá fiskur er, er meiri at gera, men tá er tað eisini hugaligari, og lagið umborð er nógv betur, tí tá verður lønin hægri, sigur hon.

 

Lønin er tengd at, hvussu nógv skipini fáa, og við onkrum bátum vóru færri menn við enn vanligt, so eitt sindur meira kundi blíva í part til hvønn.   

 

Vanlukkur hendu javnan umborð.  Á einum túri sigldu tey inn við einum manni, sum var sjúkur. Á einum øðrum túri  datt kokkurin og fekk hol á høvdið, sum stýrimaðurin seymaði aftur við nøkrum pentum. Á tveimum túrum skræddu menn sær fingurin upp tíðliga á túrinum av einum húki ella knívi og kundu ikki arbeiða restina av túrinum.

 

- At onkur krøkir seg ella sker seg er sera vanligt og verður bert skrásett, um tørvur er á sjúkramelding eftir túrin, sigur hon.

 

Teir flestu menninir høvdu havt onkran skaða, og nógvir av teimum eldru monnunum vóru ógvuliga slitnir og høvdu pínu í lendunum, akslum og knøum. Onkrir tóku pínulinnandi heilivág hvønn dag fyri at klára arbeiðið.

 

Eisini sálarliga kann lívið sum fiskimaður vera hart.

 

- Lutfalsliga nógvir eru stakir menn. Tá teir hava frítúrar, kann tað gerast rættiliga einsamalt, tí teir kunnu ikki luttaka í ítrótti og øðrum sosialum lívi, har tað verður væntað, at mann møtir upp hvørja ferð. Hjá summum verður tað so til drekkarí, tá teir hava frí.

 

- Summi halda, at allir línumenn drekka illa. Tað er ikki satt, tí tað eru fleiri familjumenn umborð, sum ikki drekka, og sum brúka sína tíð saman við familjuni, tá ið teir heima.

 

- Men eg meti, at hesin lívsstílurin við nógvum samanhangandi frídøgum og avmarkaðum møguleikum fyri sosialum virksemi í frítíðini, økir um vandan fyri yvirnýtslu av alkoholi samanborið við størv á landi, sigurr Annbjørg.

 

Móti endanum á túrunum kendi hon næstan alla lívssøguna hjá nógvum av monnunum.

 

– Eg visti kanska meira um teir enn teir menninir, teir høvdu siglt saman við í 15-20 ár. Tað er helst lættari hjá teimum at tosa við eina kvinnu um ymiskt, sum teir ikki høvdu tosað við ein mann um. Tað hevði kanska verið gott fyri heilsuna hjá monnunum, um fleiri kvinnur vóru á sjónum, sigur hon.

 

Virðing fyri sjómonnum

 

Túrarnir við fiskiskipunum hava gjørt, at Annbjørg hevur fingið enn størri virðing fyri fiskimonnum.

 

- Vit vita ikki, hvussu stravið teir í veruleikanum hava tað. Onkuntíð haldi eg, at vit hava ov lítla virðing fyri teimum. Tá eg gekk í fólkaskúla, varð tað brúkt sum ein ræðusøga, at mann kundi enda sum sjómaður, um mann ikki gjørdi skúlating. Tað var ikki sæð sum eitt val, men sum nakað, mann gjørdi, tí mann ikki kundi nakað annað.

 

- Men teir eru jú okkara høvuðsvinna, og sjálvt um tað ikki krevur eina skúlagongd at vera dekkari, so er øðiliga nógv vitan í fakinum, sum eg haldi, at mann skal hava nógva virðing fyri. Tað er ein lívsins skúli í staðin fyri ein teoretiskur skúli. Eg kundi jú ikki á nakran hátt viga upp ímóti teirra arbeiði, tá eg royndi meg sum dekkari, sigur Annbjørg.  

##med7##

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med8##