á Noregi. Eri her í arbeiðsørindum, saman við lesandi frá Landbúnaðarháskúlanum, umframt nøkrum øðrum sum eisini fáast við gransking av aldum fiski. Kanningin vit fáast við, sigst hava stóran áhuga fyri [...] fyri norsku alivinnuna. Hugsaði tí, at eg í stuttum kundi greiða frá, hvat hon snýr seg um. Kanningin, ið er fíggjað av ?Norges Forskningsråd", røkkur yvir fleiri ár, og hevur sum høvuðsendamál at greina góðsku [...] norðmenn sum fáast við aling, ella haggreiðing av aldum laksi, síggja vinning í at flekja laksin beint eftir tøku, heldur enn at bíða við flekingini til fiskurin ikki er deyðstívur longur (post-rigor) -tvs.
sólin sær, og í jørðini kennist lív. Veturin hevur verið drúgvur her í Eystrasalti við nógvum frosti, men veðrið hevur verið gott. Faktisk er hetta einasti veturin vit ikki hava havt illveður í teir skjótt [...] brúkast til mangt annað. Millum annað til at lesa. Havi brúkt nógv kvøld til at lesa. Mær dámar serliga væl at lesa svenskar krimisøgur. Sviar hava traditión við Sjøwal og Walhlø. Í seinastuni havi eg [...] egnaður til at hoyra tónleik, hyggja í sjónvarp og royna at gerast eittt sindur klókari og meira vitandi. Stóru spurningarnir í tilveruni kunnu vendast, og júst í vetur hevur verið eitt serstakt høvi.
eina náttina í oktober vórðu vakt av telefonini. Tað var ein kvikur tíðindamaður í ÚF, sum ringdi at spyrja okkum um eina yvirgangshóttan um at spreingja fleiri stórar brúgvar í Kaliforniu í luftina. Hann [...] og vóru farin at leggja okkum. Í løtuni hava vit vitjan heiman. Tað er fitta guðdóttirin úr Hoyvik, Lív, sum er komin higar at ganga á málskúla. Hon gongur í 10. flokki í Havn, og meðan hon er her, skal [...] aEftir fýra ár í Kaliforniu, har heimlongsulin ofta hevur gjørt vart við seg, hevur ein uggi altíð verið at lurta eftir føroyskum tónleiki og sangi. Tá ein býr í Los Angeles, sum jú er heimsins miðstøð
kirkju ella eini strond í caribiska havinum. Hjartað í tí heila ? Control Center ? líktist mest av øllum eini rúmdarstøð. Rættiliga imponerandi. Fríggjadagur er í dag, og øll bíða í spenningi eftir, hvussu [...] er tað so Irak. Hetta er eitt sindur í kontrast til, at ein kanning júst hevur víst, at fleiri og fleiri amerikanarar liva í fátækradømi. Samanborið við í síðsta ár er talið hækkað frá 11,3 til 11,7 prosent [...] Fundir eru í dag og morgin, og boðað er frá, at mótmælisfólkini fara at avbyrgja allar høvuðsvegirnar í býnum, fyri at steðga ferðsluni. Politiið hevur mælt fólki frá at koyra inn í býin í dag, men hóast
kastaði seg yvir onkra gamla kommodu og gamlar cowboybuksur og hosur fuku um oyruni. Í ár gav loppumarknaðurin 317.000 kr. í kassan hjá hornorkestrinum. Hetta var enn eitt nýtt met. Eisini fyri Frelsunnarherin [...] Støðugt færri rottu- og hestahalar í teim norsku skúlagørðunum bera boð um, at heystið er gamalt. Í Noregi er lúsin vorðin ein sonn landaplága, og heystið er hásesongin fyri hesum óboðnu, ópopuleru og [...] standa fyri øllum arbeiðinum í samband við loppumarknaðin, og tað er ein sjálvfylgja, at bæði mammur, pápar og systkin luttaka. Ommur og abbar at hornblásandi børnum eru eisini við í arbeiðnum, men tey eru
kongaríkið fall ikki fyrr enn í 1492, tá Isabella og Ferdinand tóku Granada, sum tá hevði verið muslimskt í 800 ár. Tann arabiska innrásin hevur í stóran mun merkt Spanska søgu heilt til í dag. Arabarar-nir megnaðu [...] onkustaðni í Spania, er kanska ringt at síggja, at Spania er so øðrvísi, ja sjálvt inni í landinum tekur tað tíð áðrenn man sær, at her er bæði hugsunarháttur og liviháttur øðrvísi. 16 ár í EF megna ikki [...] hundrað ár av øðrvísi hugsunarhátti út. Tað sum fyrst og fremst ger spanska søgu so áhugaverda, er tann arabiska innrásin ár 711 okkara tíðarrokning. Hetta var ikki bara ein lítil innrás í nøkur fá ár, nei
Ikki so, at fólk eru farin at leggjast sjúk í stórum tali, men ymsar leysasøgur hava gingið um at fleiri tilburðir eru staðfestir í Chinatown í Boston og í New York, og hetta ávirkar handilslívið. Hesi [...] sína gongd í býnum. Manhattan tykist at draga fólk úr øllum ættum, ið liva við adrenalini í blóðinum, og sum stórtrívast í øllum rokinum. Newyorkbúgvar tykjast flyta seg skjótari enn nakað annað fólk á klótini [...] yviri stórvegis, men trygdartiltøkini siga nakað annað. Lungnasjúkan SARS hevur eisini givið amerikumonnum okkurt annað at hugsa um í hesum krígstíðum. Í fjølmiðlunum megnar hon meira enn so at stjala nøkur
Tvey skip komu eystaneftir - annað eitt kinesiskt skip ? bulk carrier ? við góðum 66.000 tonsum av kunsttøðum umbord. Hitt, eitt bingjuskip á veg úr Gdynia í Póllandi til Hull í Onglandi. Skipið er skrásett [...] eru lærdar, men hesaferð var ikki nóg mikið. Tað er ikki kravt at hava loðs á slíkum skipum, og tað er ikki kravt, at skrokkurin skal hava tvey skinn. Nú eru helst mong aftur, sum siga sína meining um hvat [...] hvat skal gerast. Men hvør kann verja seg fyri, at tvey skip sigla á hvørt annað í besta veðri og besta sýni?
hevði verið í Noregi. Konan svaraði, at hann hevur verið her í skjótt tólv ár. Nú skilti dáman einki, og mátti spyrja: - Hvussu hevur hann fingið uppihalds- og arbeiðsloyvi í Noregi í so nógv ár? Tá hugsaði [...] brøðratjóðir. Ein og hvør, sum hevur búleikast í Danmark í styttri ella longri tíð veit, at tey vita sera lítið um veruleikarnar í øllum pørtum av kongaríkinum. Her í Noregi er støðan als ikki betri. Norðmenn [...] kenningin". Í limablaðnum hjá Norrøna felagnum, Norden Nytt, ið eisini verður sent limunum í føroyska Norrøna felagnum kundu vit í heyst lesa um eina ferð hjá einum bólki úr Tróndheimi, m.a. í vinarbýnum
smuldra gerina í saman við safran og sukrinum. Rør so alt saman uttan hveitimjølið í fyrsta umfari. Koyr síðani mjølið í og elt deiggið væl. Lat síðani deiggið ganga í 45 min. Forma so bollarnar í ymiskar formar [...] føroyingar hava av dønum, nevniliga, at traditiónir ikki hava nakran týdning fyri teir. Mótsett okkum føroyingum, sum jú elska at ganga oman og niðan eftir Vaglinum eina ferð um árið í búna. Men sum í so nógvum [...] Tað kennist í hvussu er sum at sviar í Skåne ganga høgt upp í onkrar av sínum traditiónum. Ein av teimum stóru jólatraditiónunum her er Lucia, sum verður hildin tann trettanda desember. Bæði í Danmark og