Tey seinastu árini havi eg verið búsitandi í Noreg. Eg havi hitt fleiri norrmenn bæði á bygd og í bý, og eg má ásanna, at fleiri eru lík og tó - tá tey tosa, hoyrir tú, at her er talan um ymisk bygdamál og á tjóðardegnum 17. mai sært tú ymiskar búnar og tú sært, at tey halda dagin á ymiskan hátt alt eftir, hvat dentur verður lagt á. Eitt eyðkenni við tjóðardegnum er, at dagurin í stóran mun er fyri børnunum.
Í øllum hesum er eitt afturvendandi stríð, stríðið millum tey, sum tosa nýnorskt og tey, sum tosa bókmál. Sum gongdin er, bendir alt á, at við tíðini vinnur bókmálið alt meira fram. Bókmálið er ógvuliga líkt donskum máli, meðan nýnorskt er í ætt við norrønt.
Vilt tú kenna Noreg og norrmenn eigur tú at vitja landið, men »skoða ikki hundin á hárunum«, tí aloftast eru tað okkara fordómar, sum í stóran mun mynda okkara fatan av okkara medmenniskjum. Við øðrum orðum, tey sum eru norsk eru ikki eina um at skapa tað norska. Alt, sum er øðrvísi, kann síggjast og metast um í mun til tað, tað víkir frá. Lata vit okkum stýra ov nógv av fordómum er vandi fyri, at vit døma onnur út frá skeivum grundarlagi. Er tað ikki møti millum ymsar mentanir innan landamørk, sum er størsta avbjóðingin fyri øll fólkasløg, meðan globaliseringin er størsta hóttanin?
Eg verði mangan spurdur, hvat eg haldi sermerkir mentanina í Noreg, men hvat er spurningurin annað enn ein roynd at staðfesta eitthvørt, ivi er um!
Er eitt nú hugsjónin um, hvat føroysk mentan er annað enn ein mýta, um nøkur fólk, sum viðurkenna, at tey hava upplivað okkurt saman, har hugtakið samleiki er heiti á viðurskiftum, sum eru knýtt at: tíð, rúmi og málburði? Har tíð hevur við søgu at gera, rúmið er hetta at hoyra saman, og málið hevur við mentan at gera.
Flestu fólk í Noreg meina eisini at »heimið er tað besta stað á jørð«. Men hóast tað, so hevur fólkaflytingin frá útjaðaraøkjum til býirnar hildið fram síðani Noreg gjørdist eitt ídnaðarsamfelag. Feskastu tíðindi í Noreg vilja verða við, at fyri fyrstu ferð í meira enn hundrað ár er nýtt rák ávegis.
Tað vísir seg, at fólk ferðast meira í fjøllunum, við strandaøki og »úti á landinum«. M. a. verða frítíðarhús brúkt til skrivstovu, og fólk eru farin at seta meira pening í frítíðarhús enn í sethús.
Í vikuni hevði TV2 kjaksending um tað fína lívið í fjøllunum á skránni.
...Farið er um trettanda... jólavættrarnar í grannalandi tínum Noreg takka fyri tað farna...
From: Jógvan Andrias Joensen
Date: Thursday, January 11, 2001 8:49
TO: birgir@post.olivant.fo