ongantíð verið arbeiðsleysur, og havi eg heilsuna, so er nóg mikið at takast við. Jógvan Ingvard Olsen hevur altíð havt áhuga fyri og verið uppi í tí, sum hevur við fiskarí og fiskivinnu í breiðum týdningi [...] kom í gildi, og nú hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum teirra, sum møguleiki verður at velja á løgtingsvalinum. ? Eg havi umhugsað spurningin síðani síðsta løgtingsval, og nú er tað nakað [...] í Nes kommunu til fundar. Umleið tríati fólk savnaðust í skúlanum, og har hoyrdu tey sambandstingmannin, sum hevur umboðað Toftir og sambandsflokkin í Eysturoyar valdømi í løgtinginum síðani 1970, boða
bankabjargingina. Tí so skulu vit hava 2,7 milliardir frá dønum. Men so eiga danir eisini bankan. Og so mugu vit vóna, at teir vilja selja okkum hann aftur. Og tað er ikki ein sannlík leið at ganga. Hann [...] samráðingunum, ímillum føroyskar og danskar myndugleikar, tá ið kreppan brádliga rakti okkum sum eitt hamarslag við fallinum hjá Sjóvinnubankanum í oktober í 1992. Og hóast hann síðani er farin úr politikki [...] vit ikki tað, hevur alt hetta verið til fánýtis. Heimastýrislógin og ríkisfelagsskapurin hava so dyggiliga víst, at tey er óbrúkilig og taka vit ikki fulla ábyrgd av okkum sjálvum, koma vit ongantíð fyri
kannað, hvat tað var, sum fór fram millum norskar og føroyskar myndugleikar í vetur í samband við at norðmenn noktaðu Sverra Ólason fiskiloyvi. Tann 7. oktober 1997 sendi Fiskivinnudeildin í Tinganesi [...] : »Fartøyet eies nå av et færøysk selskap med færøysk kapital og er tildelt del av de færøyske rettighetene, som Færøyene har i Svalbard og ellers har forhandlet seg til gjennom fiskeriavtaler med andre [...] hondum. Hetta finna norðmenn tú út av, og teir kunnu nú vísa til enn eina avtalu, sum kann halda Stakfell uttanfyri norsk øki: FAO-avtalan um altjóða verndar- og umsitingartiltøk á opnum havi - sokallaða
num, egnarum og øðrum. Á skránni verður ymiskt til álvara og gaman. Vælkomin! Hvalvíkar Missiónshús Missiónsvikan heldur fram í kvøld kl. 20 v/ Sámal P. í Grund og Teir 4 í Havn syngja og enda. Innsavnan [...] avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir Leygardagin kl. 17 og 22.30 Sunnudagin kl. 11 og Kl. 20?21.30 AA-evnisfundur í Tórsgøtu 5 [...] febr. kl. 19 og er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Kom og Dansa byrjaði skeið aftur mánadagin 26. jan. Seks mánadagar fram. Fótatraðk byrjaði aftur sunnukvøldið 18. jan. kl. 19.30 og dansa annaðhvørt
koyrt teir, sigur hann. ? Tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingarnar - og so tað faktum, at bilurin við sínum 7.000 cm3 og 350 hestakreftum, tað sama sum ein lítil flúgvari, bert koyrir 2 km upp á liturin [...] Elvis og JFK í sama slag bili. Ja, sjálvt Bill Clinton sigst at hava ein, men hann er úti í einari so keðiligar gølu beint nú, at eg helst ikki vil snakka um hann, sigur Johan og bítur á kampi og setur [...] Søeborg úr donskum og lisið hana inn. Hon liggur á CD í Barnaútvarpinum hjá ÚF og bíðar eftir at verða send. 2.? Í september 1997 arbeiddi eg í ein mánað hjá B&U hjá Sjónvarpi Føroya og skrivaði eitt manuskript
Spinoza, Hobbes og Leibniz. Teimum á baki koma síðani empiristarnir Locke, Hume og Berkeley. Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur [...] mótsetnings- og komplementerviðurskiftir« millum realismu og romantikk, og í eini grein um Edinburgh endar hann við hesum orðum: »Í okkara døgum er romantikkin illa kend og er fyri háð og spott frá ikki [...] hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og hvørs filosofi er støði undir »Barbu og harra Pál«. Renesansa og upplýsingartíð Undir renesansuni veksur áhugin fyri humanistiskum sjónarmiðum og somuleiðis ansurin fyri n
var arbeiðsloysið 23% tað ringasta árið í 1994. Síðani erarbeiðslysið støðugt minkað, og nú er tað millum 5 og 10%. Men hetta skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí lítið er at ivast í, at nógv [...] Eins og hjá teimum flestu í samfelagnum, høvdu vit eisini eina ávísa framgongd í fjør. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag tóktist hampiliga væl nøgdur tá ið hann á árliga aðalfundinum [...] 957.000 krónur. Hetta svarar til eina samlaða lønarinntøku hjá arbeiðsmonnum í Havn uppá góðar 95,7 milliónir. Í 1996 var samlaða inntøkan 92.950.000 krónur. Sostatt er talan um ein vøkstur uppá eini
Finnlandi og í oktober í EM í Hollandi. Mett varð, at størri dentur skuldi leggjast á at fáa U-16 leikarunum fleiri avbjóðingar og miðvísari venjing og uppfylging av hesum. Men hóast fleiri avbjóðingar og størri [...] EM-undankappingini í Týskalandi, leikt varð móti Estlandi og Týskalandi. Móti Estlandi eydnaðist av fáa javnleik, men móti Týskalandi taptu vit 7-0, sum heild ein rímiliga góð ítróttarlig luttøka.« U-16 [...] størri orku frá FSF, hevur støðan ongantíð verið verri enn í 1997, og tá verður serstakliga hugsað um venjingarstøðið hjá leikarunum og uppfylging av hesum í sambandi við tvær tær seinnu kappingarnar«, var
skutu langt úti frá og fingu mál so at siga hvørjaferð. Tað var langt ímillum skjótálopini hjá Kyndli, og tað sást lítið til nakað skipað spæl. Áki G. Olsen vardi Bárð Johannesen og gjørdi tað væl. Bárður [...] hótta VÍF. Leygardagin 21. februar spæla StÍF og VÍF á Skála, og tá kann ein greiðari mynd fáast av, hvussu spennandi landskappingin hjá monnum verður í ár. Og um minni enn tvær vikur skal Kyndil spæla s [...] Eina ferð vóru dystirnir millum VÍF og Kyndil javnir og spennandi, men tann tíðin er fyribils farin. Leygardagin var tað bert VÍF, sum var spennandi. Vestmenningar vunnu 33-18 eftir at hava verið á odda
Tað sást ikki, at talan var um eitt oddalið og eitt botnlið, tá bestu mansliðini hjá StÍF og KÍF brustu saman í høllini á Skála leygardagin. KÍF, sum er næstniðast í deildini við trimum stigum, hevði nøsina [...] nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og var eisini betra liðið fyrru helvt av dystinum. Verjan hjá strandingum riggaði ikki í fyrra hálvleiki, men tá Artur Johansen eisini fór at spæla í verjuni í [...] í seinna hálvleiki, gekk betur. Í seinna hálvleiki gekk lættari hjá StÍF at fáa mál, og skjótt sást, hvønn veg tað gekk, men ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar kundu strandingar kenna seg tryggar