Tað sást ikki, at talan var um eitt oddalið og eitt botnlið, tá bestu mansliðini hjá StÍF og KÍF brustu saman í høllini á Skála leygardagin. KÍF, sum er næstniðast í deildini við trimum stigum, hevði nøsina framman fyri allan fyrra hálvleik og var eisini betra liðið fyrru helvt av dystinum. Verjan hjá strandingum riggaði ikki í fyrra hálvleiki, men tá Artur Johansen eisini fór at spæla í verjuni í seinna hálvleiki, gekk betur.
Í seinna hálvleiki gekk lættari hjá StÍF at fáa mál, og skjótt sást, hvønn veg tað gekk, men ikki fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar kundu strandingar kenna seg tryggar.
Ofta eru dystirnir millum tey bæði »heimaliðini« á Skála harðir, men so var ikki hesaferð. Kollfirðingar eru ofta ágangandi í sínum álopsspæli og søkja inn í verjuna hjá mótstøðuliðnum, men leygardagin royndu teir seg meira útifrá. Tað riggaði væl í fyrra hálvleiki, men helt ikki í seinna, tá StÍF fekk skil upp á verjuna.
StÍF-KÍF 29-23 (14-14)
StÍF: Artur Johansen 10, Sveinbjørn Poulsen 6, Alexander Johansen 5, Pauli Hansen 2, Poli Hansen 2, Agnar Højgaard 2, Jónleif Sólsker 2.
KÍF: Petur M. Johansen 7, Eddi Joensen 6, Jónálvur Johannesen 4, Jóan P. Olsen 3, Vagnur Johannesen 1, Petur M. Poulsen 1.
Útvísingar: StÍF 4, KÍF 3.