ikki við honum at nakað bilti. Tað er Johan Olsen, sum hevur smíðað nýggja Suðuroying. Tað er sami maður, sum smíðaði Naddodd. ? Hesin báturin hevur meiri botn enn vanligir kappróðrarbátar og er tí eitt [...] skuldi verið betri, tí nú hevur manningin havt stundir at finna tað rætta róðrarlagið og tað røttu rútmuna til bátin. Teir hava eisini gjørt nógv við venjingina. ? Men har hevur ein trupulleiki verið, at [...] komu í vørrin frá honum. Men tað heldur Torfinnur Hammer ikki er øll frágreiðingin, tí so vítt, hann hevur fingið upplýst, stimaði báturin tvørturum róðrarøkið so allir bátarnir komu í vørrin. ? Heldur mundi
fingu innivist í gomlum døgum. Tað er Gestabúðin, ið heldur til í svørtu húsunum. Sigrun Albinus hevur síðani 1991 rikið Gestabúðina. Har er ymiskt at fáa. Heimavirkið! Hetta kemur einum til hugs, tá ein
jóansøkur verið á Tvøroyri og mangur stevnugestur hevur notið ein bita í Grillvogninum. Hanna Johansen sigur, at nógv fólk vitjar innar, tá stevna er. Men veðrið hevur nógv at siga. Er veðrið gott, og nógv fólk [...] Dagfinn Olsen Í samfull 22 ár hevur Hanna Johansen havt Grillvognin á Tvøroyri. Og líka so væl, sum bygdarfólkið telist millum gestirnar, so man Grillvognurin eisini hava komið væl við hjá mongum svongum
John Johannessen Wild Child fer á pallin í heimbygdini um jóansøkuna. Bólkurin hevur heimstað á Tvøroyri, sum er vertur fyri jóansøkuni í ár. Wild Child var í vár í studio Pegasus í Klaksvík. Har tóku
øllum vælkomin á jóansøku við ørindinum: Guð gleðir tann, ið glaður er, hann er av Gudi kér, hann hevur ongar óndar tankar, meðan hans hjarta lér. Góða Jóansøku Páll Vang
til at kanna møguleikarnar fyri einari farleið til Noregs, hevur felagið heldur valt at fylgja rakstararrópinum »learning by doing«. Felagið hevur valt at royna seg við einum túri til Stavanger um vikuna [...] fyri at røkja fast flogsamband til øll okkara grannalond er ikki nóg mikið við einum flogfari. Tí hevur Atlantsflog leigað sær flogfør frá svenska felagnum Malmö Aviation. Talan er um eitt British Aerospace [...] ellivu árum síðani vóru tey ikki mong, ið væntaðu, at flogfelagið fór at menna seg eins nógv og tað hevur gjørt seinastu árini. Nú hava fólk tó fingið prógv fyri, at tað ber til at hava eitt føroyskt flogfelag
Niclas, sum tó hevur fingið fleiri dystir kortini. ? Mansunglingalandsliðið hevur spælt nakrar dystir móti okkum, og tí hava vit fingið leikvenjing eisini. Manslandsliðið er sera væl fyri, og hevur givið okkum [...] framtíðina, so er tað kortini ikki uttan grund, at venjarin er so bjartskygdur. Føroyska kvinnulandsliðið hevur nevniliga gjørt tað til eina traditión at fáa heiðursmerki á oyggjaleikunum. Seinast endaði liðið [...] at vera so væl fyri til hesar leikirnar sum gjørligt Kappingin hørð Flogbóltskappingin á leikunum hevur altíð verið ógvuliga jøvn og spennandi, og tekin eru um, at kappingin í ár ikki verður nakað undantak
Tennis hevur ongantíð verið tann stóra ítróttargreinin í Føroyum ? tí forðar m.a. veðrið fyri ? men føroysku tennisspælararnir hava verið raskir at luttikið á oyggjaleikunum kortini. Aftur í ár eru fýra [...] er nýggjur. Hann er komin fyri Martin N. Simonsen, ið er farin av landinum í lestrarørinum og ikki hevur gjørt nakað við tennis í seinastuni. Føroysku tennisspælararnir hava neyvan vónir um heiðursmerki
spæla við á liðnum. Klæmint er ein av okkara royndastu leikarum og hevur spælt í bestu donsku deildini í fleiri ár. Hvørjar vónir hevur hann so til hesa kappingina. ? Málið hjá okkum er at fáa gull, men [...] aftur fær heiðursmerki á oyggjaleikunum. ? Vit hava vant sera miðvíst í umleið hálvtannað ár, og tað hevur alt verið við hesum oyggjaleikunum fyri eyga.. Í fjør spældu vit landsdyst móti íslendingum og vit [...] at síggja. Eg vænti mær nógv av Sigmundi av Teigum til dømis. Hann er ein stak góður leikari, og hevur í landskappingini víst, at dugur er í honum. Tað er eisini góð framtíð í Rúna Weihe, men eg haldi
hetta var uttan iva ein av høvuðsorsøkunum til, at úrslitið ikki gjørdist so gott, sum tað so mangan hevur verið. Nú eru fleiri av teimum royndaru svimjarunum við aftur, samstundis sum nógvir av hinum svimjarunum [...] verður at fylgja Ásbjørn Hansen, sum til dagligt býr í Danmark, har hann svimur í donskum felag og hevur vunnið fleiri kappingar við teimum. Manningin á føroyska svimjilandsliðnum telur 16 fólk, og saman [...] føroysku svimjararnir vanliga hava staðið seg sera væl og hava vunnið fleiri heiðursmerki. Neyvan hevur nøkur onnur ítróttargrein vunnið føroyingum so nógvan heiður á oyggjaleikunum sum júst svimjingin