internet-ferðsluni hjá føroyingum. Tíbetur hevur Føroya Tele onnur sambond at dúva uppá, og einki bendir á, at breiðbandið hevur stórvegis nervað, nú Shefa hevur verið sløktur í ein mánað. Í síðstu viku [...] tikin í nýtslu í 2007. Í miðal hava verið eini tvey kaðalslit um árið, og tað er alt ov nógv. Tí hevur verið arbeitt við einari ætlan at leggja kaðalin av nýggjum á pørtum, har hann er mest útsettur. [...] eina leið. Tí verður neyðugt at gera eina operatión aftrat. Haraftrat er onkur teinur, har tað ikki hevur eydnast nóg væl at verja kaðalin, og tí skal nú eftirmetast, um eyka arbeiði skal gerast í tí strekkinum
men um urguna, sum hevur verið í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn síðani 2002 og áður í Ängelholms kyrka í Ängelholm í Skåne í Svøríki. Tað er Wilhelm Hemmersam (1913-1991), sum hevur bygt urguna. Upprunaliga [...] við trimum manualum og pedal. Hon hevur 34 stemmur, og er hetta tí nú størsta urgan í landinum. Í sambandi við at urgan nú er sett upp í Gøtu, er hon høvuðsumvæld og hevur harumframt fingið nýmótans tøkni [...] at geva pípunum í somu stemmu einsljóðandi klang. Wilhelm Hemmersham er eisini kendur í Føroyum og hevur bygt fleiri urgur her á landi, eitt nú hana í gomlu Gøtu kirkju og gomlu urguna í Fuglafirði. Hann
hvør limur í Starvsmannafelagnum hevur havt illgruna um strongd tey seinastu trý árini. Umleið 5. hvør limur hevur verið hjá lækna við sínum illgruna og umleið 10. hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd [...] Hetta vísir nýggj kanning um strongd millum limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum fyritøkan Fegin hevur gjørt fyri Starvsmannafelagið og sum er almannakunngjørt í dag. Meiri enn 700 limir í Starvsmannafelagnum [...] kemst av at arbeiðsbyrðan er ov stór. Í kanningini eru sammetingar gjørdar við tøl frá Gallup, sum hevur spurt meiri enn 500 føroyingar um strongd. Niðurstøðan er, at tølini fyri limirnar í Starvsmannafelagnum
ein klaksvíksbólkur. - Nógv hevur verið ótrúliga gott so sum Marius og Sámal Ravnsfjall. Men besta konsertin var tó Byrta hóskvøldið, sigur Tummas Jóhan, sum sjálvur hevur gjørt nógv við elektroniskan [...] tónleik, har hann millum annað hevur spælt við elektrobólkinum The Plays. - Eg sigi sum Tummas Jóhan, at nógv hevur verið gott, men eg noyðist at velja Dynamit úr rúgvuni. Teir vóru festligir sum altíð [...] sang við til næstan allar sangirnar, sigur Sam. Hóast Tummas Jóhan og Sam eru ósamdir, hvør bólkur hevur verið best, eru teir samdir um, at føroysku nøvnini hava fyri sítt viðkomandi verið meira tiltalandi
Shepherd, var einki óført hjá løgregluni. Í meðan Sea Shepherd hevur verið í Føroyum, hevur einki verið óført hjá løgregluni, tí hon hevur verið her í alt summar við eyka manning frá donskum, hernaðarligum [...] Shepherd, hevði staðið væl til. Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. Nú Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um at banna Sea Shepherd í Føroyum, gjørdi Bill Justinussen greitt, at hann undrast [...] krónu. - Rúsevni snýr seg um mannalagnur, men Sea Shepherd snýr seg ”bara” um tvøst og spik. Og hvat hevur størri týdning, at vit verja okkara ungu ímóti rúsevnum, enn at forða fyri, at vit verða órógvað eitt
ógegnig at viðgera málið. Tí hevur løgmaður avgjørt at viðgera málið sjálvur og taka støðu til spurningin um veiðiloyvið hjá Anitu skal takast aftur. - Tá løgmaður hevur tikið avgerð í málinum fæst at [...] Tað ger Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, greitt. Gunvør Balle, tingkvinna hevur sett honum fleiri spurningar um Anitu í kjalarvørrinum á sorgarleikinum, tá ið skipið misti ein mann [...] hálvan annan mánað og fiskur varð tveittur í havið. Jacob Vestergaard sigur, at í hesum sambandi hevur Vørn tikið mál upp um at taka aftur veiðiloyvi, og harvið øll fiskirættindini hjá Anitu. Vanliga er
framleiddi filmurin hevur vunnið, er høvuðprísurin á “Baku International Tourism Film Festival” í Aserbadjan. - Vit eru sjálvandi errin av, at filmurin og konseptið tríggjar ferðir hevur vunnið fremsta heiður [...] Nýggja ferðavinnubrandið og filmurin, sum varð gjørdur fyri Føroyar, hevur higartil í ár vunnið gull á trimum altjóða filmsfestivalum. Filmin hava Sansir gjørt saman við Kovboyfilm og donskum samstarvsfelag [...] heiður á altjóða filmsfestivalum. At fáa tílík herðaklapp í harðari kapping er avgjørt nakað sum hevur týdning. Serstakliga tá tað samstundis er okkara egna land, sum vinnur heiður og æru, og harvið verður
um, og ikki minst ”Tú tók mína hond” hevur verið eitt veruligt hitt í Føroyum. Sangurin varð eisini kostin Ársins sangur á Faroe Music Awards fyrr í ár. Døgg hevur havt ymsar framførslur, síðani hon fyri [...] solistur. Finnur hevur eina góða og eyðkenda rødd, sum kann syngja alt frá inniligum kærleikssangum til meira argandi vísur. Á Summar Festivalinum fer Finnur Koba at syngja sangir, sum hann hevur skrivað ella [...] fyri einum góðum ári síðani kom inn á føroyska tónleikapallin, og hon hevur eisini á palli víst, at hon er evnarík. Nú er stundin komin, at Døgg vitjar landsins størsta tónleikatiltak. Finnur Koba er sangari
hálvu, meðan Pól Jóhannus hevur skrivað undir til og við 2015, sigur Eyðstein Skipanes. Pól Jóhannus hevur spælt við í 17 dystum hjá EB/Streymi í ár, har hann fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum. Hann [...] Christian Høgni er fjøltáttaður spælari og kann røkja flest øll tey framrættaðu plássini. Hóast hann hevur havt lesnaðin í fremstu røð seinnu tíðina, so er ítróttarstjórin bjartskygdur. - Christian Høgni sær [...] til at vera væl fyri, og nú hann er heima í lestrarørindum, ynskti hann at spæla við okkum. Hann hevur altíð verið góður fyri NSÍ, og vit vóna sjálvandi, at hann verður tað aftur hesaferð, sigur Eyðstein
Í fleiri ár hevur verið ført fram, at raksturin hjá føroyska heimaflotanum hongur ikki saman. Flestu skipabólkar, sum royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi, geva hall. Soleiðis hevur gongdin eisini [...] undir einum. Líggjas Johannesen, skipari á Klakki, sigur, at hjá teimum hevur tað hinvegin verið undantakið, at raksturin ikki hevur hingið saman, tá árið er lokið. - Eg haldi meg minnast eitt ár av 20, [...] hevði sína framløgu um gongdina í fiskiskipaflotanum, var søgan um línuflotan lík henni, sum hon hevur verið tey seinnu árini. - Línuskipini hava framhaldandi havt nøkur vánalig ár, og fíggjarstøðan hjá