Føroya Forngripafelag, heldur ikki, at tað er nøkur loysn at taka SEV tornið í Øravík niður. ? Vit kunnu ikki bara ríva alt niður, hvørja ferð vit fáa ein trupulleika. SEV tornið í Øravík hevur annars elvt [...] byggjast tá ið tíðini, varð farið til Danmarkar eftir fólki, tí her á landi var ongin kunnleiki á hesum økinum. Í Danmark bygdu tey slík torn av tigulsteini og tí var sami máti eisini brúktur í Føroyum
millum annað Klaksvíkar í 1933, har hon bygdi vevskúlan. Tann partin av søguni um Ainu Cederblom kunnu vit lesa um í søgubókum. Hin partin – tann um, hvussu tað kendist hjá Ainu at sita einsamøll í sínum [...] einsamøll í ódnarveðri í einum lítlum báti onkustaðni úti á viðopnum havi, men vit gera so eina roynd í hesum leiknum, greiðir sjónleikarin Eyð Matras frá. - Eg má viðganga, at eg havi eitt sindur ilt við at [...] hennara eginleika at seta sær eitt mál og váða alt fyri at røkka tí. Eisini heldur Eyð, at tað er í hesum sambandi, at søgan um Ainu Cederblom hevur nakað serligt at serligt at siga okkum í dag. - Eg eri
var koyrandi eftir Vestmannavegnum fyri kava. Sjálvandi eru tað tó nakrir dagar, har koyrilíkindini kunnu vera ivasom. Lat meg beinanvegin undirstrika, at eg als einki havi ímóti, at vestmenningar fáa ein [...] Vestmannatunnilin. Einum nýtist ikki at vera klókasta høvdið í flokkinum fyri at duga at skyna á, hvør av hesum báðum tunlunum hevur størstan skund í mun til ferðsluna og størstan búskaparligan týdning. Uppskotið
fyri at staðfesta, at einki er at fara eftir. Og um so er hvussu og hvar teirra boriforpliktilsi tá kunnu setast í verk. Tað er greitt, at føroyskir myndugleikar, tó at teir vilja lurta eftir oljufeløgunum [...] harvið at minka um váðan, har tað verður neyðugt at gera nógv størri íløgur í ein djúpri brunn t.d. Í hesum sambandi verður sera áhugavert at frætta um úrslitið hjá Shell og BP á Ben Nevis prospektinum har
verkætlan. Ætlanin mátti fyrst góðkennast av einum ráði í bygdini, og fundur var tí fyrst við tey. Í hesum ráð sótu bara eldri menn, og teir fingu sum ráð at velja yngri fólk í hetta ráðið fyri lættari at [...] hava havt skúlarenning í Danmark, og felagsskapurin teknar limir, sum gjalda limagjald. Aftur fyri kunnu limirnir fara til økið og gista í smáttum, sum gjørdar eru til gestir. Hjálp til sjálvhjálp Oluf Mortensen
uttan at hon ger seg inn á náttúruna og tey fólkini, sum búgva í bygdunum á hesum nógv eftirspurdu plássum. Í øllum hesum eru góðir karmar, samskipan og greiðar leiðreglur lykilin til tær bestu loysnirnar [...] Ferðavinnutilboðini í økinum eru nógv og tey eru fjølbroytt. Tey kunnu vera á landi, til fjals, í fjøru, á sjógvi, í bjørgum o.s.fr., tey kunnu vera innan landbúnað og veiðu, mentan, list, tónleik, sang, kvøðing [...] kundi verið ein munagóð loysn á teimum størstu trupulleikunum, sum í dag standast av ferðavinnu í hesum øki, eina mest tá talan er um bygdina Kirkjubø. Við einum vitjanarmiðdepli við Gomlurætt hevði væl
ævintýrskaldsøgurnar um Heimin Forna. Hví hevur tú ikki skrivað fleiri øll hesi árini? Bara orðabøkur við hesum gávunum? Hasum spurninginum er lætt at svara. Bøkurnar um Heimin Forna komu út í 2000. Konan og eg [...] Vanligi lesarin vil helst lesa spennandi og undirhaldandi bøkur, sum eru lættar at lesa, og tær kunnu vera góðar kortini. Vit eiga, snøgt sagt, ov fáar slíkar bøkur. Tá ið eg arbeiddi á Landsbókasavninum
langur. Tí hevur eitt slíkt skip eisini ein verkstað við neyðugum amboðum, so uppgávur, ið kunnu standast, eisini kunnu loysast, meðan skipið er til fiskiskap. Fýra maskinmenn eru við, harav tveir eru á vakt [...] Martin Jacobsen. Nýggi Nataarnaq er 83,5 metrar langur og 18 metrar breiður. Skipið, sum var undan hesum, var 68 metrar langt og 14 metrar breitt. Hetta er triði Nataarnaq í røðini. Á dekkinum eru fýra trolbanar
kirkjan – Havnar kirkja – varð bygd uttan fyri býin í 1788. Á skránni Mentanarnáttina er ein túrur í hesum lítla partinum av gomlu Havnini, og verður tað Eirikur Lindenskov, sum fer at greiða eitt sindur frá [...] frá um húsini, um umhvørvið, um fólk, ið hava búð har – og eisini gloppar hann dyrnar, so fólk kunnu síggja heimið hjá Beintu – ella Barbaru, sum Jørgen-Frantz Jacobsen kallaði hana í skaldsøguni. Tann
hendan vegin. Men timingin er vánalig. Tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og forsætisráðharrin at sæð. Og gera teir ikki tað, kann hetta meira [...] Forsætisráðharrin avger jú kortini einsamallur, hvussu nógv álvara skal leggjast í fundirnar, og kunnu teir tí nýtast sum skálkaskjól fyri mangt og hvat. Vitjanin ávirkar bankakanningina Eina góða viku [...] Avlýsing Nyrups mai 1995 Nyrup avlýsti sína seinast ætlaðu ferð til Føroya. Tað var í mai mánaði 1995. Í hesum sambandi kann tað vera áhugavert at umrøða onkrar av umstøðunum í sambandi við avlýsingina. Spurningurin