Vitleysa dreymaferðin til Klaksvíkar

Leikurin ”Sjóvevur”, um djørvu ferðina hjá Ainu Cederblom til Klaksvíkar, er ein heiður til øll tey, ið tora at fylgja sínum dreymum

 


”Hvar fert tú í hasi jolluni?”

Drongurin við tráðuni hyggur grunandi at Ainu Cederblom, sum sjónleikarin Eyð Matras leggur kropp og rødd til

”Eg fari allan vegin um Atlantshavið”, svarar Aina og syftir ein bensindunk umborð á Rospiggen II.

”Við hasum lítla bátinum? Hann koppar heilt sikkurt!”

Uttan at vita tað, verður drongurin á seiðabergi ímyndin av øllum tí, Aina Cederblom var uppi ímóti í royndini at fylgja sínum dreymi. Dreyminum um at sigla úr Svøríki einsamøll í opnum báti tvørtur um Atlantshavið.

Langa ferðin førdi Ainu til millum annað Klaksvíkar í 1933, har hon bygdi vevskúlan. Tann partin av søguni um Ainu Cederblom kunnu vit lesa um í søgubókum. Hin partin – tann um, hvussu tað kendist hjá Ainu at sita einsamøll í sínum báti á opnum havi og vita, at øll hildu hana vera óða í høvdinum, hava vit ikki hoyrt fyrr.

Ikki fyrr enn nú, ið sjónleikarin Eyð Matras og leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir fara aftur um søguna um Ainu Cederblom í einkvinnuleikinum ”Sjóvevur”, sum verður frumsýndur hósdagin. 



Heiður til tey, ið tora

Sjálvandi kann ongin vita, hvussu Aina Cederblom veruliga kendi tað at sita rennvát og einsamøll í ódnarveðri í einum lítlum báti onkustaðni úti á viðopnum havi, men vit gera so eina roynd í hesum leiknum, greiðir sjónleikarin Eyð Matras frá.

- Eg má viðganga, at eg havi eitt sindur ilt við at síggja støðuna hjá Ainu fyri mær. Mín máti at royna at koma inn undir húðina á henni er heldur at ímynda mær, hvat hon hugsaði – ikki minst, tá allar ávaringarnar aftur og aftur spøktu í høvdinum á henni, sigur Eyð Matras.

Hon er serliga er hugtikin av ómetaliga sterka viljanum hjá Ainu Cederblom at fylgja sínum dreymi - hennara eginleika at seta sær eitt mál og váða alt fyri at røkka tí. Eisini heldur Eyð, at tað er í hesum sambandi, at søgan um Ainu Cederblom hevur nakað serligt at serligt at siga okkum í dag.

- Eg eri vís í, at øll menniskju ganga runt við einum dreymi, sum skal broyta okkurt í teirra lívi. Men av onkari orsøk renna tey seg í forðingar – ofta kanska forðingar, sum tey skapa sjálvi, hugleiðir Eyð Matras.

Hesum er íslendski leikstjórin, Sigrun Valbergsdóttir, samd í.

- Vit eru alt ov skjót at sleppa okkara dreymum og bara fylgja við streyminum. Alt skal helst vera so ’behagiligt’ sum møguligt, og helst skal onkur annar taka um endan, um trupulleikar stinga seg upp, sigur Sigrun Valbergsdóttir.

Sigrun greiðir frá, at sum leikstjóri skalt tú helst kunna savna søguna í leikinum í einum orði, áðrenn tú fert til verka. Fyri hana var tað ongantíð nakar ivi um, hvat orð best kundi taka saman um søguna um ferðina hjá Ainu Cederblom til Føroyar.

- Tað var orðið ”dirvi”, sigur Sigrun Valbergsdóttir avgjørd og leggur afturat, at eftir hennara tykki skal leikurin ”Sjóvevur” millum annað síggjast sum ein heiður til tey, ið tora at fylgja sínum dreymi. 



Einsamøll á palli

Venjingarnar til leikin byrjaðu fyri á leið fýra vikum síðani. Men sjálvt um bert ein vika er til sjálva frumframførsluna, er ongin stórvegis fjáltur at hóma á Eyð Matras. Avbjóðingin til hendan leikin er annars ein av teimum stóru. Eyð er ikki bara einsamøll um at fylla tann út við hálvan annan tíma, ið leikurin varðir. Eisini skal hon skifta ímillum ikki færri enn 35 smærri leiklutir umframt leiklutin sum Aina Cederblom.

- Tað er ikki soleiðis, at eg skal seta meg inn í og spæla so nógvar leiklutir. Smærru leiklutirnir eru meir ein máti at dríva søguna fram og lýsa Ainu Cederblom, sigur Eyð, sum viðgongur, at tað eru ávísir vansar við at vera einasti leikari.

- Vanliga er ferðin í einum leiki nógv tengd at samanspælinum við viðleikararnar. Slíkar havi eg ikki her, og tí má eg ansa eftir, at eg ikki skundi mær ov nógv, men lati persónarnar fáa tað pláss, teir skulu hava, sigur Eyð Matras.

Hesum ber leikstjórin tó ongan ótta fyri. Hon heldur tað nevniliga vera eitt privilegium at sleppa at arbeiða saman við ein so dugnaligum sjónleikara sum Eyð Matras. 



Tætt samstarv

Samstundis viðgongur Sigrun Valbergsdóttir, at hon ivast í, um hon hevði átikið sær eina slíka uppgávu saman við einum leikara, hon ikki kendi. Tað sigur seg sjálvt, at í einum einrøðuleiki sum hesum, arbeiða leikstjórin og leikarin óvanliga tætt saman. Tað er ikki pláss fyri at troyttast av hvørjum øðrum, tí ein tann mest týðandi uppgávan er nettup at geva hvørjum øðrum meir orku, greiðir Sigrun Valbergsdóttir frá.

- Tað er ófatiligt, at Eyð hevur tol við ein leikstjóra, sum ikki dugir føroyskt serliga væl, bendir annaðhvørt orð skeivt og javnan má steðga á fyri at finna rætta orðið, sum skal siga henni, hvat eg vil hava hana at gera, flennir íslendska Sigrun Valbergsdóttir.

Tí er hon sera fegin um, at Eyð Matras eftirhondini skilur heitt fitt av íslendskum. 




Fakta:

Íslendski leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir hevur skrivað handritið til leikin ”Sjóvevur”, ið byggir á bókina hjá Ainu Cederblom Som sjøluffarer på Atlanten.

Eyð Matras, sjónleikari, hevur týtt handritið til føroyskt.

Leikurin er liður í 100 ára hátíðarhaldinum hjá Kalksvíkar Kommunu

”Sjóvevur” verður frumsýndur 7. februar í Leikalund. 



Hugskot: Eyð Matras

Leikstjóri: Sigrun Valbergsdóttir

Leikari: Eyð Matras

Pallmynd: Edward Fuglø

Tónleikur: Magni Husgaard

Ljós: Árni Baldvinsson


Fá meir at vita um leikin á heimasíðuni www.eymaleik.com