sjálvur Kappin er á, og øll søgan um útróðurin úr Eggersoy frá 1963 til 1966 er at lesa í bókini. Teir tóku land kostar 299 krónur. Hestprent hevur havt prentingina um hendur, og Anker Eli Petersen hevur [...] hevur givið út sættu bókina "Teir tóku land". Bókin snýr seg um føroyskan útróður og fiskiskap í Grønlandi í sekstiárunum og ger burtur úr fleiri dramatiskum hendingum. Størsti sorgardagurin í Føroyingahavnini [...] útróðrarhavnina á Eggersoy við útgerð til menninir, sum høvdu tikið land har, og alt fólkið noyddist í bátarnar, teirra millum tvær konur og ein landsstýrismaður. Skonnartin "Tinganes" sakk inni millum oyggjarnar
fáa hendur slíkum, sum svimur og rekur í sjónum. Tey hava sett ymsar støðir upp skipinum, sum næmingarnir verða fluttir framvið, meðan fólk frá skipinum greiðir frá, hvat alt verður brútk til, og hvørji [...] eisini við. Og eyðsæð er, at hesum dámar næmingunum væl at hyggja at og fáa at vita, hvørjir hesir fiskarni eru. Men tað krevst eisini annað enn bara royndirnar sjálvar, fyri at fáa skipið at sigla og finna [...] síggja skipið og hoyra, hvat gjørt verður umborð á einum rannsóknarskipi. Tey fylgja við áhuga við tí, sagt verður, meðan fiskifrøðingurin vísir teimum, hvussu ein fiskur verður vigaður og máldur. Innvølurin
uppruna og orsøk til, at yrkjarin varð hugkveiktur til at seta seg við penninum. Malin, sum sjálv hevur smíðað løg og tekstir, er 26 ára gomul og ættað úr Svøríki. Familjan flutti til Føroya í 1988, og síðani [...] Teg...eg elski Hann...vit rópa Jesus...vit lyfta hendur upp...Eg vil vera Tín...Guð, nem við meg nú...Tú gav Títt lív...«, vísa á eina óspilta, fulla og treytaleysa trúgv, ið vísir seg í skaldsligum góðvarni [...] ímóti Guði, standa í hansara kærleika, kenna dýr hansara ímóti sær og takka Honum fyri tað, hann hevur gjørt fyri okkum, sigur hon, og ljóðar eins fró, sum andlitsbrá hennara bendir á. Nú Guð verður takkaður
m ella hjálparfólkum, og tey skulu ikki ávirka normeringina á nakran hátt - men tey kundu komið inn sum ein eyka hjálp hjá starvsfólkinum - og sum ein eyka gleði fyri børnini og tey gomlu. So kundu okkara [...] ungu lúkað, málað og gjørt ymist lætt, fyrifallandi arbeiði í kommununi. Tað er væl hugsandi, at tey, sum hava verið við í Ung í arbeiði, hava munandi størri virðing fyri grønu økjunum og ognunum hjá kommununi [...] okkara ungu tjent sær nøkur oyru, samstundis sum tey fingu royndir og innlit í hesi týðandi størvini - og samstundis, sum tey kundu verið ein hjálp á stovnunum í gerandisdegnum. Tey kundu eitt nú prátað
tá til, og skjótt verður áfast millum brøðurnar báðar. Endin er, at yngri beiggin verður skumpaður um koll og síðani sparkar eldri beiggin hann fleiri ferðir í høvdið. Unga kvinnan ógvast við og kennir [...] spark í gronina og nøsin brotnar í tveimum støðum. Eldri beiggin sigur seg ikki minnast stórvegis frá kvøldinum og als einki um nakran bardaga. Yngri beiggin minnist, at teir hava skeldast og skumpa hvønn [...] vitni, ið kundi geva eina nøkunlunda frágreiðing um, hvat var hent og hennara frágreiðing varð stuðlað av einum triðja persóni, sum kom til og ringdi eftir løgregluni. - Hetta er enn eitt dømi um, at tá alkoholið
num, og tí fáa vit ikki selt atgongumerkir á netinum. Í staðin er tað Visit Tórshavn, ið tekur sær av sølini, og har er tað fyrst til kassa, sigur Birgir Djurhuus, ið er ein av framleiðarunum og fíggjarleiðari [...] fólki. Ommur, abbar, pápar, mammur og børn vilja øll síggja hann. So meðan ein mamma, pápi og eitt barn fara til ein vanligan leik, so fara ommur, abbar, pápi, mamma og trý børn at hyggja eftir hesum. Hetta [...] Havnar Sjónleikafelag fer at framføra leikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum. Í tveimum umførum hevur Visit Tórshavn sett atgongumerkir til sølu, og báðar ferðirnar hava fólk staðið í langari bíðirøð
megna at taka søkina í egnar hendur og avgera, tá ið tað ríður um snarið. Umframt hesar báðar er Gert Hansen eitt annað dømi um lyklaspælara. Nú er hann vongverji í høgru, og liðið hjá okkum er avgjørt ikki [...] tvær vikur. Tá ið Finnur Justinussen fyrr í ár flutti úr Keypmannahavn og til Gøtu, varð Philip Djordjevic fluttur í høgra borð, og Finnur varð settur í fremstu ódnina. Tí hevði tað verið upplagt at flutt [...] plássið. Men Philip er í Keypmannahavn av privatum orsøkum, og tað er ikki heilt víst, at hann verður tøkur. Tá ið lyklaspælararnir Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus orsaka av leikbannum ikki eru tøkir
bert fyri at fáa fleiri og betri sømdir fyri tey lesandi í tí føroyska samfelagnum. Ætlanin er eisini at fáa tey lesandi at luttaka aktivt í MFS, við m.a. at vera við á tiltøkum, og siga sína hugsan um ymisk [...] varð stovnað í Keypmannahavn, og hevur altíð havt eitt kontór í Føroyahúsinum, ið hevur verið høvuðskontórið hjá felagnum. Av tí at tað, seinastu árini, hava verið fleiri og fleiri lesandi heima í Føroyum [...] Keypmannanevndin hjá MFS er tann nevndin í MFS, ið er mest virkin, og hóast skrivistovan hjá MFS er flutt heim til Føroyar, so hendur nógv niðri í Keypmannahavn, sigur Marjun Lindarstein, forkvinna í
Hetta órógvar nábúgvar og náttarfriðin, og tíanverri eru summi so ónøgd við at verða koyrd út, at tey fara til hendurs. Tá er tað nógv betur fyri øll, at tey eru í tryggum hondum og fara heim pø á pø, tá [...] nýttárinum, tá eru fólk heima og hugna sær og koma seint oman í býin at dansa. Tá tey so verða grýtt á dyrð kl. 04, eru tey slett ikki liðug við at vera í býnum. Tey eru glað og vilja dansa. Tí enda nógv av [...] borgaran. Tí ætli eg sjálvandi broyta hana. Eg havi tosa við hini dansistøðini, politistar og umboð í loyvisnevndini, og vilji er fyri at broyta upplatingartíðirnar. So nú mugu vit gera nakað við hetta. Tað
Margarinfabrikkini í Havn og skipaði fyri tiltøkum sum asfalt og Náttin er ung. Hon sær Kvinna sum arbeiðspláss sum nakað heilt serligt, tí Kvinna er einasta kvinnublað í Føroyum og røkkur út til eina stóra [...] vildi tó ikki fara, fyrr enn hon visti, at blaðið fór í góðar hendur. Tí setti hon seg í samband við Siri Hansen, sum arbeiddi í Danmark, og Siri Hansen var beinanvegin fús. - Hetta er mítt dreymastarv [...] pedagogisk útbútbúgving sosiologi, og hon hevur arbeitt sum verkætlanarleiðari við ungum fólkum við sosialum trupulleikum. Slík størv hevur hon havt bæði í Valby og í Ishøj í Danmark. Áðrenn tað arbeiddi