Spennandi ár í Grønlandi

Tíðindaskriv

 

Jógvan Arge hevur givið út sættu bókina "Teir tóku land". Bókin snýr seg um føroyskan útróður og fiskiskap í Grønlandi í sekstiárunum og ger burtur úr fleiri dramatiskum hendingum.

Størsti sorgardagurin í Føroyingahavnini nakrantíð var 25. juni 1963, tá ein týskur trolari gekk burtur á veg út úr havnini. 27 mans av trolaranum "Munchen" sjólótust og 24 stóðu undir børu í Føroyingahavnini samstundis. Nógvar gitingar vóru um, hvat var týskarunum at meini.

40 føroyingar vóru í álvarsomum vanda, tá hol kom á farmaskipið "Blik" í ísinum suðuri við Kappan. "Blikur" var á veg til ta nýggju útróðrarhavnina á Eggersoy við útgerð til menninir, sum høvdu tikið land har, og alt fólkið noyddist í bátarnar, teirra millum tvær konur og ein landsstýrismaður.

Skonnartin "Tinganes" sakk inni millum oyggjarnar á Kappanum. Hon skuldi fiska har suðuri tann seinasta partin av túrinum, men sigldi á ein flúr og fór til botns eftir tveimum tímum. Alt fólkið varð bjargað.

Janus Petersen av Miðgerði kom sjálvur annar úr Noregi við línubátinum "Eiriki Jalli". Norska vaktartænastan leitaði eftir honum, men fann hann ikki í mjørkanum. Í Grønlandi kom Janus mestsum í skotbardaga við týska "Kap Farvel", sum fór avstað við línuni.

Í Føroyingahavnini spenti Nordafar seg út við nýggjum flakavirki, har nógv fólk úr Føroyum arbeiddu. Har avreiddu stundum fleiri enn 50 bátar. Tórstein í Skálavík fór at gera um seg við 10-mannafarinum "Grindafossi", og aðrir bygdu upp aftur størri grønlandsbátar.

Prestasonurin Svend Thulesen tók í 1960 við sum stjóri. Hann legði alstóran dent á at effektivisera raksturin, sum bæði fevndi um handil við útgerðarvørum og flakaframleiðslu. Menn tjentu góðar pengar í Føroyingahavnini.

Nýggj útróðrarhavn varð loksins grundað í Grátufjørðinum sunnanfyri Føroyingahavnina, og farið varð at føra fisk úr Ravnsoynni til Føroyingahavnina. Menn settu seg eisini niður á Eggersoy, sum sjálvur Kappin er á, og øll søgan um útróðurin úr Eggersoy frá 1963 til 1966 er at lesa í bókini.

Teir tóku land kostar 299 krónur. Hestprent hevur havt prentingina um hendur, og Anker Eli Petersen hevur teknað permu og kort. Forlagið Tjarnardeild gevur út.