G! Festival boðar á heimasíðu sínari frá, at eitt navn á skránni verður kunngjört mánadagin. Festivalurin upplýsir at bólkurin er úr USA, og at hann hevur m.a. vunnið ikki færri enn 5 Grammy® Awards. Bólkurin [...] country bólkin, The Tennessee Mafia Jug Band, úr USA; og sving/hiphop bólkin, Movits!, úr Svöríki. G! Festival 2011 verður dagarnar 14., 15., 16. juli.
Summar Festivalurin byrjaði við einum braki hóskvøldið, og fyrireikararnir rokna við nógvum fólki bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið Summar Festivalurin fekk eina sera góða byrjan hóskvøldið. Veðrið [...] konsertina á Summar Festivalinum. Summar Festivalurin heldur fram fríggjakvøldið og leygardagin. Fríggjakvøldið fara nøvn sum Melanie C, Páll Finnur Páll, Faroe 5 og Hanus G. Johansen at spæla.
sum hevur verið í summar. Í dag er eitt sindur kaldari, men tó turt og fínt føroyskt veður. G! festivalurin byrjaði í dag longu klokkan 12, tá amerikanskir gospelsangir frá 50unum blivu spældir av Meinhardi
19 ár. - Legendariskur málmur í heimsflokki! At The Gates á G! verður uttan iva ársins hæddarpunkt fyri føroysk málmshøvd! Skriva tey frá G! Festivalinum. Føroyskt-íslendskt íkast Bólkurin, Kiasmos er [...] í heimsflokki, sum rúnabindur við leitandi techno, dragandi synthum og fangandi bassi, sigur G! festivalurin. Umframt tey omanfyrinevndu, so verður fólkakæri, føroyski Teitur Lassen millum teirra, sum trína [...] Í morgun vóru trý nøvn kunngjørd til G! Festivalin komandi summar, og talan er um norðurlendskar stjørnur. Talan verður um svenska málmsbólkin, At The Gates, íslendsk-føroyska bólkin Kiasmos umframt Teitur
Ai Ai. -Á G! eru vit glað at fáa høvið at seta grønlendskan tónleik á skránna. Nanook er einans annar bólkurin úr Grønlandi, sum spælir á G!. Fyrstu ferð ein grønlendskur bólkur var á G!, var í fjør [...] fjør, tá Nive Nielsen and the Deer Children vitjaðu festivalin, skrivar G! Festivalurin á heimasíðuni. [...] Ein av best dámdu bólkunum í Grønlandi júst nú, Nanook, verða at hoyra á G! í ár. Nanook góvu sína fyrstu fløgu út í 2009, men longu í 2005 vóru lunnar lagdir undir bólkin, tá brøðurnir Christian og Frederik
G! Festival boðar seinnapartin frá at íslendski úrmælingurin Mugison verður partur av skránni. Mugison var á G! í 2006. Tá gekk teldan hjá honum fyri, og valdu hann og bólkurin í eini knappari vending [...] kemur við á G!, so mikið er greitt. -Møguliga hevur hann aðrar tónleikarar við eisini, møguliga ikki. Tað er ikki til at vita, táið tú hevur við Mugison at gera, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G! Mugison [...] oddball musical genius and heir to his nation´s musical kingdom? - Clash Magazine Hesum boðar G! festivalurin frá í dag.
G!Festivalurin er farin á húsagang. Felagið varð í gjár til konkursviðgerð, og sum skilt liggur skuldin hjá felagnum oman fyri milliónina Herfyri kom fram, at fíggjarstøðan hjá G!Festivalinum var so vánalig [...] -Spf G! Music hevur verið undir trotabúðarviðgerð, og úrskurðurin var, at felagið ikki megnar at skaffa tann peningin, ið restar í, og at tað tí skal strikast av skrásetingini. Felagið handan G! festivalin [...] felagið kundi halda fram. Í gjár var málið fyri í skiftirættinum, og úrskurðurin var, at felagið handan G! varð tvangsupployst. Peter Flugge, sum starvast sum fulltrúði í skiftirættinum, sigur, at tá feløg
Í tíðindaskrivi í morgun boðar G! festivalurin frá, at í dag er seinasti dagurin, sum er sjálvt hápunktið á G!-festivalinum. Tað man uttan iva gera arbeiðið hjá fyrireikarunum lættari, at øll tey útlendsku [...] Eivør, Teitur og Konfekt og øðrum kendum songkvinnum og -monnum. Tilsamans vera eini 20 framførslur á G! Festivalinum í dag. Umframt tónleik er eisini ein ørgrynna av øðrum tiltøkum í samband við festivalin [...] koma á festival frá kl 12 til kl 16. Eftir kl 16 krevst armband. Børn fáa armbond ókeypis, skrivar G! at enda í tíðindaskrivinum.
Summar Festivalurin kunnger í dag skránna til festivalin, sum verður hildin í døgunum 7. til 9. august Skráin til ársins Summar Festival er prentað í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag. Harvið er greitt [...] greitt, hvussu teir umleið 30 bólkarnir fara at spæla á festivalinum. Festivalurin byrjar hóskvøldið, og tá fara eitt nú Smokie, Húskallar og Linda Andrews at spæla. Fríggjakvøldið verður stóra konsertin [...] konsertin við Spice Girls stjørnuni Melanie C, og hetta kvøldið ber eisini til at uppliva eitt nú Hanus G. Johansen, Páll Finnur Páll, Dynamit, Faroe 5 og songrøddina Onnu Nygaard. Leygardagurin er sum vanligt
G! Festivalurin kunnger í dag, at gospelsangarin Russ Taff trínur á pall á Gøtusandi í summar. Russ Taff hevur útgivið 11 útgávur sum solistur og 12 saman við The Imperials, samstundis sum hann hevur verið [...] í Føroyum saman við The Imperials fyrst í nítiárunum og vitjaði aftur á G! Festivalinum í 2004. So væl umtókt var konsertin á G!, at hann árið eftir varð boðin aftur til Føroyar, og spældi hann tá fleiri [...] til konsertirnar saman við Lyndu Randle og aftur í summar á G! - Vit, hansara gomlu gospelvinir, gleða okkum at heilsa uppá Russ Taff aftur á G! Festivalinum 2009, sigur Jón Tyril, fyriskipari