krossurin skal setast. Ymiskt er, hvussu valevni hava ført seg fram, og ymiskt er, hvussu flokkarnir hava raðfest, soleiðis at so nógv valevni sum gjørligt eru sloppin til orðanna. Tó má sigast, at frægasta [...] uppá, er við at greiða frá, hvønn politikk tú sjálvur ætlar at føra. Tað hjálpir so lítið at deila hini og skjóta teimum ivingarsom motiv í skógvarnar. Eitt solidariskt samfelag Politikkur er at vilja [...] Palme. Hesi orð eiga vit, sum bjóða okkum fram at taka við landsins leiðslu, at taka til eftirtektar. Og broytingarnar til tað betra eru nógvar, sum vit kunnu fremja í føroyskum politikki. Hesar broytingar
tryggari og betri røktar - og íbúðartilboð hjá teimum eldru ein betri skúla, ið lýkur øll nútíðarkrøv, stuðul til øll, ið fara at útbúgva seg, líka frá byrjan av miðnámsskúla ongar privatiseringar, men nýggjar [...] Tað er eitt váðaverk at geva teimum høgravendu møguleikan. Nei, fylkist um javnaðarflokkin, flokkin hjá øllum løntakarum, fiski -og sjómonnum, pensjónistum, lesandi, hjá tí vanliga fólkinum. Vilt tú eina [...] ímillum kommunu -og landsuppgávur styrktan kommunubúskap ígjøgnum ein styrktan kommunugrunn arbeiði til allar vinnuførar hendur eitt meiningsfult og trygt lív hjá brekaðum og óarbeiðsførum eina byrjandi
Fólkaflokkurin er ein vandamikil flokkur fyri Suðuroy og serliga fyri Tvøroyri, ein atkvøða til henda flokk førir við sær eina niðurgerð av tí, sum er framt og tí, sum við røttum umboðum kann vera til framburð [...] úr 85 milliónum til í dag 160 milliónir og hetta er framt soleiðis, at tey arbeiðstól og virði, sum vórðu bygd upp av sosialistunum, tey eru farin. Tað er tann borgarliga kollsiglingin. Sum fólkafloksmaður [...] sosialistiska, sum framt er her hjá okkum, øllum teimum tiltøkum, sum vórðu bygd upp í dyggari samvinnu við bygdarfólkið og fakrørsluna. Sum nú eftir 12 ára fólkafloks stýri er jarðlagt. Borgarstjórin á
verið handlað øðrvísi. Síðan er tað hent, at inntjeningin til landið er vaksin støðugt av einum sonnum vælsignilsi av fongi, sum ein ikki kennir til í mans minni. Inntjeningin til landið kundi verið vaksin [...] betala til arbeiðsloysisskipanina og til Almu. Hetta skal ikki skiljast so, at Javnaðarflokkurin aftur fer at geva stuðul sum í 80-unum, nei, men her má ein tillaging til, so tað aftur ber til at virka [...] Fólkaflokkurin reypa sær av, at tað er teirra politikkur, sum hevur økt inntjeningina til landið og harvið landskassan. Teir siga tó onki um, hvat nettup teir hava gjørt til frama fyri hendan vøkstur. Nei,
so umráðandi at grundarlagið í fólkaskúlanum er í lagi, og at hann er førur fyri at geva børnunum hollan stuðul og góða frálæru. Tá tey ungu síðani fara til víðari lestur og útbúgving, gongur alt við rúkandi [...] víst til, at ein orsøk er, at starvsfólkið hevur havt góðan barnaskúla. Tað heldur Katrin Dahl Jakobsen ikki vera løgið, tí fólkaskúlin hevur børnini, tá tey eru í mest móttøkuføra aldrinum. Tí er tað so [...] ða viðgerð í valstríðnum. Tað er eisini hugsandi, at valstríðið hevur flutt seg frá fólkinum til fjølmiðlarnar, sum hava yvirtikið leiklutin hjá veljararunum. Tað er bæði álvarsligt og spell, sigur Katrin
verða dømdir til at enda á. OB er sjey stig frá bjargingini, og støðan gjørdist ikki betri, tá Aarhus Fremad, sum er eitt av liðunum OB hyggur langt eftir, vann á heimavølli móti AB. Ikast, sum er á øðrum av [...] vikurnar hevur livað upp til krøvini, sum hann hevur sett sær sjálvum. Hann er fastur maður í álopinum hjá FCK, og hann skorar mál so at siga hvørja ferð. Og nú restar bara eitt mál í, til føroyski álopsspælarin [...] hevur broytt eitt sindur upp á uppstillingina. Todi er nú einsamallur á toppinum, og so fær hann stuðul frá Thomas Thorninger og Bjarne Goldbæk, tá FCK er í álopi. Hesa ferð kom David Nielsen inn í 2. hálvleiki
fingið vinir, og so verði eg tveittur út. Tað er rættiliga hart. Eg komi aftur til eitt land, sum er heilt øðrvísi. Finnland er farið inn í ES og er ikki til at kenna aftur. Eg kundi hugsað mær at búð her [...] ikki hava ráð til annað enn at hava húsið koyrandi, men uttan tiltøk. Hetta er ræðuligt, og støðan sum hon er nú, har eg má brúka stóra orku og tíð til at renna runt og bidda um pengar, er eisini ótolandi [...] Men til dømis til hendan bilin havi eg verið úti og spurt meg fyri, tí gagnið hjá føroyska samfelagnum úr hesum er eyðsæddur. Føroyskt hús Húsið er av alstórum týdningi fyri føroyingar, tí tað er tað einasta
ber til at gera tað føroyska tógvið nóg gott. Eg dugi ikki at skilja at man ikki kann, tí í dag ber alt til. ? Mær vitandi er tað føroyska tógvið blandað við Falklandsull. Og tað er spell. Sum er brúki [...] byrja við byrjanini og tað er við tilfarinum. Tað man vera, at tógv kann brúkast til dýnur og tað samfingna kann brúkast til at veva teppir. Men sum er kann tað ikki brúkast til troyggjur. Hvat við at royna [...] alt ov fínur út til føroyska kvinnubúnan. Mín útgáva av møtlinum er formgivin eftir tí vanliga, men er burtur úr føroyskum tilfari. Hann er heitur og riggar ógvuliga væl. ? Skipstroyggjan er tradisjónell
Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum [...] verða útbygd sum ætlað. Pensiónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerar. Endamálið er at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn. Nevndin, sum er sett at kanna pensiónsøkið ger arbeiði [...] Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu. II. Føroya løgting samtykkir í komandi tingsetu (1998) lóg um at seta grundlógarnevnd, íð skal gera uppskot til føroyska
ber ikki til at halda fram. Ein kann siga, at Tutl arbeiðir undir marknaðartreytum, tí hetta er sjálvandi ikki stuðul, sum verður latin í allar ævir. Nógvur peningur krevst Meira enn eitt ár er gingið, [...] í Cannes Er tað so lættari at marknaðarføra etniskan tónleik, m.a. tí at hann er føroyskur? Ja, tí har hava vit ongan kappingarneyta, svarar Kristian. Harvið er ikki sagt at hesin tónleikur er eitt beinleiðis [...] útflutningsvinnu, men hetta er sum sagt stuðul til alternativar vinnur. Hetta førir so eisini við sær, at vita fólk, at vit hava egnan tónleik, mentan, ítrótt, flagg og annað, sum er serstakt við landinum,