Sosialurin hevur hitt dagliga leiðaran í Tutli, Kristian Blak. Spurdur um hetta er fyrstu ferð, at tónleikur verður roknaður sum ídnaður her í Føroyum, svarar Kristian, at tað altíð er sýnd teimum stór vælvild gjøgnum tíðirnar, tvs. at tey í Tutli hava fingið stuðul sum ein mentunarstovnur, men nú krevst eins og í øllum øðrum vinnum, at tey selja eina góða vøru, sum tey eisini altíð hava lagt seg eftir Annars ber ikki til at halda fram. Ein kann siga, at Tutl arbeiðir undir marknaðartreytum, tí hetta er sjálvandi ikki stuðul, sum verður latin í allar ævir.
Nógvur peningur krevst
Meira enn eitt ár er gingið, síðani Menningargrunnurin játtaði Tutl stuðul, og hesa tíðina hevur Kristian noterað sær, hvat hevur vakt størstan ans í útlondum.
Fólk her heima eru farin at spyrja, hví okkara rokktónleikur ikki er kendur, ella hvussu vit kunnu gera hann kendari uttan fyri landoddarnar. Men um tað sigur Kristian, at rokkur ella rokkpoppur hevur eitt annað konsept enn aðrar genrur. Vanliga hava stórir bólkar eitt stórt industriapparat, sum hann kallar tað, aftan fyri seg. Sum norðurlendsk dømi nevnir hann Abba, Roxette og Aqua, ið er eitt tað fyrsta danska navnið, ið hevur megnað at fingið eitt altjóða gjøgnumbrot. Men tað nýtist ikki at vera tí, at Aqua spælir betri enn aðrir bólkar, metir Kristian. Heldur er tað marknaðarføringin, sum hevur eydnast, og í hesari greinini er tað torført hjá Tutli at gera vart við seg, um tað so bæði eru Menningargrunnurin og Landsstýrið, ið stuðla. Hetta er á multinationalum stigi, tí sjálvt um nógv nøvn eitast at vera t.d. svensk er tað als ikki víst, at tey fíggjarliga eru svensk.
Tað er ikki fyri at vera negativur, men her eru vit upp ímóti eini mekanismu, har tað eina hálvdagsstarvið í Tutli ikki er nóg mikið, sigur Kristian. Men innan alternativan rokk og aðrar genrur ber til at finna marknaðir. Skal sølan tó vera stabil, krevst, at fleiri fólk koma at arbeiða hjá Tutli, kanska ein innan hvørt tónleikaøki, tí tað er meira enn nóg mikið fyri ein persón at distribuera etniskan tónleik og jazz.
Tutl í Cannes
Er tað so lættari at marknaðarføra etniskan tónleik, m.a. tí at hann er føroyskur? Ja, tí har hava vit ongan kappingarneyta, svarar Kristian. Harvið er ikki sagt at hesin tónleikur er eitt beinleiðis gullnám, men her er nakað, sum vit kunnu bjóða fram, og tað er eftir mínum tykki betri at føroyingar spæla hendan tónleikin, enn t.d. franskmenn, sum annars hava spesialiserað seg í etniskum tónleiki úr allari verðini og hava eisini givið eitt sindur av føroyskum tónleiki út, m.a. kvæði, sigur Kristian.
Tutl er kortini ikki nakar ársungi á altjóða tónleikamarknaðinum, tí felagið hevur áður selt meira uttanlanda enn tað ger nú. Til tað sigur Kristian, at skal ein selja og fáa nakað burtur úr, so er eisini neyðugt at fara út og spæla fyri fólki. Eitt nú vóru »Spælimenninir«, ein av bestseljarunum hjá Tutli, ofta á turné seks vikur um árið, og seldu rættiliga væl í USA, Skotlandi og Danmark.
Tutl luttekur javnan á ymiskum sølumessum víða um í heiminum. Eisini innan klassiskan tónleik, popp- og fólkatónleik o.a. Í apríl í fjør var Tutl í París til eina jazz- og klassiska messu, og fyri stuttum var Tutl fyrstu ferð umboðað á eini heimsumfatandi sølustevnu í Cannes, har risar sum t.d. Sony og Warner eisini eru til staðar. Umframt plátufeløg, eru eisini videoframleiðarar og konsertfyriskiparar við á hesi messuni, ið verður hildin í sama bygningi, sum hin víðagitni filmfestvalurin í býnum eisini er í hvørt ár. Hetta er kortini ikki nøkur ítróttahøll. Kanska sum 50 av tí slagnum, sigur Kristian skemtandi um teirra leiklut í hesum høpinum, har eisini grønlendsk og sámisk umboð vóru við.
Økir kunnleikan
um Føroyar
Verða tit sædd sum nakað eksotiskt, og er tað ein fyrimunur á tílíkum handilsstevnum sum í eitt nú Cannes? Ja, svarar Kristian og heldur fyri, at hetta er nakað, sum vit eiga at spæla eitt sindur uppá. Men vit skulu tó heldur ikki látast at vera meira eksotisk, enn vit eru, tí hóast tað finnast fólk, ið keypa plátur av forvitni, so leggur dagligi leiðarin í Tutli dent á, at tað einans ber til at selja eina jazzfløgu, um hon er verd at lurta eftir.
Sum nevnt er hetta ein sera stór messa, sum verður hildin í Cannes, har tey mongu fløggini veittra uttan fyri í hópatali. Seinast var Merkið eisini vundið á stong saman við eini 5-6 øðrum fløggum, ið eisini veittraðu har á fyrsta sinni. Hetta varð gjørt uttan nakra áheitan frá føroyingum ella føroyska plátufelagnum. Vit eru altso skrásett sum eitt land, og sostatt verður fokuseringin størri, sigur Kristian.
Hann sigur, at fiskur framhaldandi fer at vera yvir 90% av okkara útflutningsvinnu, men hetta er sum sagt stuðul til alternativar vinnur. Hetta førir so eisini við sær, at vita fólk, at vit hava egnan tónleik, mentan, ítrótt, flagg og annað, sum er serstakt við landinum, so fremur tað kunnleika, umframt at tað kann skapa handilsgoodwill.
Tutl í luftini
Á tílíkum sølustevnum verða nógv nýggj sambond knýtt. Ikki minst við útvarpsmenn, ið eru sera týdningarmiklir, tá bólkurin, hvørs fløga møguliga vekir áhuga, ikki sjálvur er umboðaður á messuni. Tí tá kann tónleikurin spælast fyri einum stórum publikum - útvarpsframførslur eru super, sum Kristian sigur. Í Cannes bleiv spurt, um Tutl ikki hevði eitt sindur av føroyskum punktónleiki við á skránni. Tað hevði felagið tíverri, men bað tann áhugaða kanna Rock í Føroyum fløgurnar.
Best er tó, um ein bólkur ferðast sjálvur og spælir live, og tað allarbesta er bæði at kunna geva eitt interview og at spæla live á eini útvarpsstøð, tekur Kristian uppaftur. Hetta hevur Kristian ofta sjálvur roynt við »Spælimonnunum«, ið hvørja ferð, teir eru á ferð, eru at hoyra á teimum ymsu útvarpsstøðunum, har teir koma, ymsa staðni í heiminum. Kristian nevnir sum dømi, at »Spælimenninir« í fjør vóru at hoyra ein heilan tíma í bestu senditíð um alt Kanada, og tað er ein tann besta marknaðarføringin, ein kann ynskja sær. Hetta er helst eisini orsøkin til, at talið av plátum, sum »Spælimeninir« hava selt, kann faldast nokk so nógvar ferðir við túsund, og er tað sera sjáldsamt eftir føroyskum viðurskiftum.
Spurdur um »Spælimenninir« sostatt hava verið eitt slag av undangongumonnum, svarar Kristian lítillátin, at nógv av tí, hann fæst við, er grundað á royndirnar frá hesum væl seljandi bólki.
Ber so til at siga, at Tutl hevur ment seg frá idealismu til at vera eitt felag, ið fer út og selur Føroyar? Jú, svarar Kristian, men vit eru framvegis idealistisk, tí spenningur er framvegis í at gera hetta, hóast hetta er nakað, eg havi fingist við í fleiri ár. Endamálið má vera at samantvinna tað erliga og tað kommerciella, og hevði hann ynskt sær, at eini fimm fólk kundu starvast hjá plátufelagnum. Hann leggur tó dent á, at tað ikki eigur at vera nøkur samfelagsuppgáva at røkka hesum, tí hetta má felagið klára sjálvt við at hava nakað at bjóða upp á eins og ein og hvør onnur fyritøka.
Nú prátað verður nógv um at útflyta tónleik, sigur Kristian tað ikki bara verða nokk at hava eitt gott orkestur. Tað kostar at marknaðarføra, men sigur tað viðhvørt loysa seg at halda seg til tað, sum er egið og føroyskt.
Millum 10
tær frægastu
Hetta hevur Kristian eisini sjálvur sannað. Eitt nú er seinasta fløga hansara »Tjaldursgjógv« (»Shalder Geo«) og endurútgávan av »Concerto Grotto« nýliga kosnar av gomlum og algongdum amerikanskum jazztónleikablaði - sum ikki bara er kent fyri at rósa - at teljast millum tíggju tær bestu útgávurnar av sínum slag í fjør. Men so havi eg eisini givið plátur út síðani 1977, leggur Kristian aftur lítillátin afturat. Ummælarin á hesum blaðnum er eisini útvarpsmaður í Toronto, og verður Kristian sostatt nógv spældur í Kanada.
Tað sama gjørdi eitt franskt blað - valdi jazzverk hjá Kristiani at teljast millum tíggju tær frægastu fløgurnar í fjør. Hugsar ein um, hvussu nógvur jazztónleikur verður útgivin er hetta ein heiður, men hetta er eisini úrslit av 20 ára royndum, og verður bygt á tær, so hava vit møguleika at gerast kendari, heldur Kristian.
Ferðavinnan
Umframt at hava lagt seg eftir at útflyta føroyskan tónleik, nevnir Kristian áhugan hjá ferðafólki, ið kemur hendanvegin, at ogna sær føroyskan tónleik, líkasum tey eisini hava áhuga í føroyskum myndum, bókum og øðrum handverki. Tutl hevur altíð, men serliga seinastu árini, selt nógvan tónleik hvørt summar, og kann hetta eisini roknast sum útflutningur, sigur Kristian. Ikki minst verður selt nógv, tá konsertir verða hildnar. Enn einaferð er tað tann etniski tónleikurin og jazzurin, sum vekja áhuga, og metseljarar í fjør vóru Enekk og Tjaldursgjógv.
Fjálga um evnini
Men skal nakað munagott fáast burturúr, eru evnini ein avgjørd fortreyt. Tað krevur talent - bæði fyri marknaðarføring og so sjálvandi eisini tað listaliga talentið. Sum dømi nevnir Kristian íslendsku Bjørk, ið ikki er nakað »produkt«, men sum byrjaði at syngja sum smágenta, og síðani hevur ment seg til tað, hon er í dag. Pláturnar frá teirri tíðini verða enn spældar. Hon er altso ikki nakað produkt av nakrari businesshugsan, men hon er eitt talent. Men um alt hetta kann kombinerast í t.d. MTVhøpi, kemur list burtur úr. Tað er ikki so lætt, sum tað ofta kanska kann ljóða, at vit kunnu »gera eina Bjørk«. Man kann jú ikki siga, at nú vilja vit hava ein William Heinesen afturat...hvør skal tað verða? spyr Kristian.
Tað týdningarmiklasta hjá okkum, sum hava við mentan at gera, er at víðka møguleikarnar hjá teimum sum hava evnini, so evnini koma fram. Umstøðurnar eru týdningarmiklar, so at vit t.d. fáa spælistøð, og at tey sum yrkja kunnu koma út við teirra tilfari - at vit koma fram við okkara eksperimentunum.
Óheppin gongd
Kristian heldur kapping flestu økjum vera góða, men gongdin í seinastuni á heimamarknaðinum, er komin eitt sindur illa við hjá Tutli. Áður gav Tutl út fitt av tí, sum var vælumtókt í Føroyum, umframt tað sum var meira á »síðulinjuni«, sæð við føroyskum eygum, men sum er áhugaverdast sæð uttanífrá, sum Kristian málber seg. Nógv av tí, ið ikki bleiv so nógv selt í Føroyum, gekk nevniliga væl uttanlanda. Men nýggj plátufeløg eru komin afturat, ið bert fáast við tað, ið er populert í Føroyum. Ikki so at skilja, sigur Kristian, at nakað slag av tónleiki er betri enn nakað annað - hvørt hevur sína funktión - men tað, at vit nú bara kunnu taka tað á okkum, ið er eksperimentalt, eisini fíggjarliga, ger tað sera tungt hjá okkum. Hann sigur, at mentunarpolitikkurin er um at hvørva í hesi kappingini, og tónleikurin verður taparin.
Spennandi
Tá prátið fer at snúgva seg um klassiskan tónleik, sigur Kristian, at hann roynir eisini at gera nakað við hann, men á ein løgnan hátt er tann klassiski tónleikurin í sama báti sum tann kommersielli rokkurin. Her er nevniliga aftur talan um stór og effektiv forløg, sum tey smærru hava torført at kappast við. Her nevnir Kristian kórið Ars Nova, ið hevur selt 75.000 plátur í Japan, men hóast tey eisini syngja á eini plátu hjá Sunleifi Rasmussen, ið hevur fingið øll tey bláu stempul, ein kann ynskja sær, gongur meira striltið at selja hesa - tað er sum sagt marknaðarføring, sum skal til. Men tað er spennandi, skundar Kristian sær at skoyta upp í.