tilboðið bara til tey, sum hava ráð til tað. Ikki til øll, hóast tað er grundtankin fyri fólkaskúlan. Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri, at øll í fólkaskúlanum fáa somu atgongd til tað, sum tey hava [...] krevjandi kropsligum avbjóðingum. Eg haldi ikki, at fólkaskúlin skal seta avmarkingar fyri børn og ung. Tað má vera áhugin, sum er atgongumerkið til eina ítróttarás. Ikki vekt ella limaskapur í feløgum. [...] H71 seinastu árini, er fullstendiga garvilt. Tað er fantastiskt. Men eg haldi, at vit skulu ansa eftir við at gera fólkaskúlan til ein eliteran fólkaskúla og býta fólk upp. Eitt dømi er, at størsti fólkaskúlin
veiku? Um eg hvønn týsdag, tá eg eri til arbeiðis sum heilsufrøðingur á skúlanum á Trøðni sigi við næmingarnar, at tey eru veik ella ikki hava eina rødd, so fari eg skeiv! Hesi børn, sum eg møti, eru sterk [...] hava atgongd til ein innbjóðandi og mennandi skúlagarð. Síðani eg byrjaði á skúlanum á Trøðni sum heilsufrøðingur, havi eg ikki hoyrt skúlabørnini tosa um nakran skúlagarð. Tey siga ikki við orðum, at [...] tað hava tey gjørt leingi, men teirra rødd verður ikki hoyrd. Lat tað verða heilt sikkurt, at hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg vald á ting. Eg vil ikki bara verða ein rødd, men fari at arbeiða hart fyri
Hóast eg við einum øðrum lesarabrævi setti fokus á starvið hjá lærarum, merkir tað ikki, at eg havi minni virðing fyri starvinum hjá námsfrøðingum. Dagliga síggi eg týdningarmikla arbeiði, ið námsfrøðingar [...] skúlanum. Tá tað kemur til teir næmingar, ið ikki megna tað vanliga skúlatilboðið men eru knýttir at øðrvísi tilboði í skúlanum, har námsfrøðingar og lærarar eru saman um børnini, upplivi eg ofta, hvussu júst [...] júst hetta arbeiði kann verða trupult og eyka krevjandi fyri allar partar. Eg síggi fleiri og fleiri børn sum stríðast í fólkaskúlanum og tí er alstórur tørvur á fakligheitini hjá námsfrøðingum. Men ein
sjúkueyðkenni. Persónliga bleiv eg sjúk og fekk uppringing frá einum løgreglumanni um, at eg skuldi avbyrgjast í minst 10 dagar. Ja, lat hetta søkka inn! Løgreglan ringdi til fólk við hesum boðum. Fyri a [...] tíðini. Eingin umbering er komin fyri, at fólk blivu trýst til at taka eina sproytu frá privatum fyritøkum, sum ikki er langtíðarkannað, og sum als ikki gevur tey úrslit, sum av fyrstan tíð bleiv lovað. Koronapassið [...] ógvusligt brot á persónligt frælsi! Verði eg vald inn á Føroya løgting, fari eg ongantíð at góðtaka, at koronapass, ella nakað ið líkist tí, verður innført aftur í Føroyum. Eg vil verja persónliga frælsið. Jórun
gerast fyri at børnini gerast partur av teimum mongu frítíðartilboðunum, sum okkara børn ganga til. Sum heild er neyðugt at arbeiða við betri integrasjón og betri atkomu fyri tilflytarar til samfelagið, so [...] so at tey fáa javnbjóðis atgongd til teirra nýggja heimland. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái høvi eftir løgtingsvalið 8. desember. X við Javnaðarflokkin X við Kristionnu Winther Poulsen [...] nslógin hevur verið ávegis í nógv ár, og nú skal hon setast í gildi. Men lógin skal ikki vera einvegis harraboð til teirra, ið hava valt Føroyar sum sítt nýggja heimland. Hetta hava fleiri gjørt vart við
at velja frítíðarítriv til, skal setast í verk sum skjótast. Frítíðarkortskipanir eru longu settar í verk av nøkrum kommunum í Føroyum. Endamálið er at tryggja, at øll børnini, ið har búgva, hava møguleikan [...] at ganga til ítrív, óansæð fíggjarlig kor hjá familjuni. Ítróttafeløg í hesum økjum, hava í onkrum førum hækkað sín limagjaldsprís fylgjandi, ofta fyri at kunna brúka meiri fíggjarliga orku til ungdóms [...] krøv setast teimum frítíðarvirksemunum, sum frítíðarkortið kann nýtast til, soleiðis at tryggjað verður, at fíggingin kemur børnunum til góðar. Frítíðarvirksemi skal vera eitt gott og mennandi umhvørvi fyri
Á sumri 2006 fekk eg tann stóra heiður at syngja føroyska tjóðsangin á ovara vølli í Gundadali. Eg var við á U16-landsliðnum í fótbólti, og undir liðini á mær stóðu mætir fótbóltsspælarar sum Viljormur [...] , sum allir fingu eina flotta fótbóltskarrieru seinni. Míni fótbóltsevni vístu seg ikki at røkka nógv longur enn til nakrar fáar minuttir í bestu deildini, men vitanin um heilsu og rørslu, um samanhald [...] burturúr at vera partur av stóra fótbóltsfelagsskapinum, kunnu ikki gerast upp í pengum. Í dag vitjaðu Dánial, Bjarni, Jákup Petur og eg í ÍSF, har vit umrøddu strategisku ætlanina, sum Ítróttasambandið
Hetta er als ikki nøktandi. Einki kann verða at ivast í, at verandi skipan ikki riggar, sum hon skal. Um skipanin er ógreið og ófullfíggjað, verður skili hareftir. At Fosturforeldur ikki kunnu fáa umlætting [...] og grund at rætta teirra avrik longutong! Núverandi skipan velur heldur at senda børnini niður til Danmarkar fyri upp til hálva millión krónur um mánaðin, heldur enn at geva eitt tilboð um umlætting. Um [...] størri mun at hanga í. Hetta má og skal broytast. Tað má bera til at seta eina skipan á stovn, ið er bíligari enn núverandi skipan. Hetta ætli eg at arbeiða við. Seti kross við Claus Martin í Grund Valevni
hjálpa mær heima, so eg fekk samlað meg um børnini. Og hóast tað, so saknaði eg, at maðurin kundi deila hesa tíðina saman við mær, og at børnini kundu fáa tað sama, sum børnini eg hevði frammanundan høvdu [...] høvdu fingið; nevniliga nærveru. Og ikki, at eg mátti velja til og frá, alt í mun til hvør hevði størsta tørvin á nærveru. Eitt nú um tær báðar grótu, so megnaði eg ikki at troysta tær báðar samstundis, eins [...] heilur ígjøgnum. Og hetta kann ikki vera rætt! Sum tvíburðamamma sjálv, dugi eg væl at seta meg inn í støðuna hjá hesum mammum og kann fylgja teimum 100%. Tá eg átti, var eg so heppin, at bæði mamma mín
tøkum tíma! Sum miðnámsskúlalærari síggi eg ofta at næmingar stríðast. Mong hava avbjóðingar av ymiskum slagi, sum ikki eru staðfestar fyrrenn seint, kanska ikki fyrrenn, tá tey ganga í miðnámsskúla. Hetta [...] í lívinum. Avleiðingarnar av, at tú ikki fært røttu hjálp rættstundis eru ógvusligar og kunnu vera ein av orsøkunum til at so nógv børn og ung standa á bíðilista til psykiatriina. Tað snýr seg um raðfesting [...] raðfesting og stimbran á røttum stað og ikki minst, at tryggja umstøðurnar hjá teimum, sum eru um børnini tey fyrstu árini. Tey mugu hava góðar arbeiðsumstøður, fáa røttu eftirútbúgvingar og røttu serfrøðingar