info
Ongi úrslit

Vit mugu geva børnum røttu hjálp tíðliga!

Birna Heinesen, valevni fyri Javnaðarflokkin
28. november 2022 kl. 18:43

At raðfesta at børn og ung fáa røttu hjálp rættstundis, má vera ein av størstu uppgávum í komandi tíðum.  Hjálp í tøkum tíma!

Sum miðnámsskúlalærari síggi eg ofta at næmingar stríðast. Mong hava avbjóðingar av ymiskum slagi, sum ikki eru staðfestar fyrrenn seint, kanska ikki fyrrenn, tá tey ganga í miðnámsskúla. Hetta mugu vit broyta.

Vit mugu raðfesta at geva børnum og ungum hjálp, tá teimum tørvar - óansæð um tað er ein diagnosa sum teimum tørvar, ella um tað eru avbjóðingar av sosialum slag tey stríðast við.

Hjálpa vit børnunum, teirra foreldrum og teimum starvsfólkum,sum eru um tey á dagstovni og í skúla rættstundis, spara vit hetta inn aftur í álvarsligum fylgjum og viðgerum seinni í lívinum. 

Avleiðingarnar av, at tú ikki fært røttu hjálp rættstundis eru ógvusligar og kunnu vera ein av orsøkunum til at so nógv børn og ung standa á bíðilista til psykiatriina.

Tað snýr seg um raðfesting og stimbran á røttum stað og ikki minst, at tryggja umstøðurnar hjá teimum, sum eru um børnini tey fyrstu árini. Tey mugu hava góðar arbeiðsumstøður, fáa røttu eftirútbúgvingar og røttu serfrøðingar at samstarva við, so at tey framhaldandi halda út at vera verandi á økinum.

Um hetta verður raðfest, fara okkara børn at hava tað betri, okkara ungu fáa betri sjálvsvirði og vit verða ríkari sum samfelag.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg fái tín kross 8. desembur!

 

Birna Heinesen, valevni Javnaðarfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

50 minuttir síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

50 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV tapti stórt men liggur enn til at vinna bronsu

1 tími síðan
Tíðindi

USA tekur øll síni bumbuflogfør heim av flogstøð í Bretlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrdi ávirkaður og uttan koyrikort

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark vann og Noreg tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý val­evni á odda í Bosnia-Herse­govina

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rannvá Olsen og liðfelagarnir koppaðu oddaliðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður breyt knæið eftir bardaga

3 tímar síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í European League undankappingini

4 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost rakt av KT-álopi

4 tímar síðan